órein matsløg

113 versir um "órein matsløg"

Versir

Síða 3 av 3
Markus 7:21 Markus

Tí innanfrá, úr hjarta menniskjanna, koma hinar illu hugsanir: Siðloysi, stuldur, manndráp,

2
Markus 7:22 Markus

hor, havisjúka, óndskapur, svik, skammloysi, øvund, spottan, hugmóð, fávitska.

2
Markus 7:23 Markus

Alt hetta illa kemur innanfrá og ger menniskjað óreint.“

2
Ápostlasøgan 11:5 Ápostlasøgan

„Eg var í býnum Joppe, og bað har; tá sá eg í burturrykking sjón: Nakað eins og stórur dúkur dalaði niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður av Himli og kom tætt til mín.

2
Ápostlasøgan 11:6 Ápostlasøgan

Eg stardi á tað og aktaði eftir tí, og sá tá hini fýrføttu dýr jarðarinnar, hini villu dýrini, skriðdýrini og fuglar himmalsins.

2
Ápostlasøgan 11:7 Ápostlasøgan

Eg hoyrdi eisini rødd, ið segði við meg: „Reis teg, Pætur, drep og et!“

2
Ápostlasøgan 11:8 Ápostlasøgan

Men eg svaraði: „Minni enn so, Harri! Aldri er nakað vanheilagt ella óreint komið mær í munn!“

2
Ápostlasøgan 11:9 Ápostlasøgan

Rødd svaraði aðru ferð av Himli: „Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!“

2
Ápostlasøgan 11:10 Ápostlasøgan

Hetta hendi tríggjar ferðir; so varð tað alt samalt drigið upp aftur til Himmals.

2
Ápostlasøgan 15:19 Ápostlasøgan

Eg haldi tí, at ikki eigur at verða gjørt teimum torført – heidningunum, ið venda við til Gud,

2
Ápostlasøgan 15:20 Ápostlasøgan

men at skrivað eigur at verða til teirra, at tey skulu halda seg frá at dálka seg við avgudum, frá siðloysi, frá tí, sum kvalt er, og frá blóði.

2
Ápostlasøgan 15:28 Ápostlasøgan

Heilagi Andin og vit hava tá gjørt av, onga aðra byrði at leggja á tykkum enn hetta – sum neyðugt er:

2
Ápostlasøgan 15:29 Ápostlasøgan

At tit halda tykkum frá tí, ið ofrað er til avgudar, frá blóði, frá tí, sum kvalt er, og frá siðloysi. Táið tit halda tykkum frá hesum, skal tykkum gangast væl. Livið væl!“

2