opin kjaksfundur / samrøða
12 versir um "opin kjaksfundur / samrøða"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 12:1 Rómverjabrævið
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Rómverjabrævið 12:3 Rómverjabrævið
Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv.
Rómverjabrævið 12:4 Rómverjabrævið
Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv,
Rómverjabrævið 12:5 Rómverjabrævið
soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars.
Rómverjabrævið 12:6 Rómverjabrævið
Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv,
Rómverjabrævið 12:7 Rómverjabrævið
ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum,
Rómverjabrævið 12:8 Rómverjabrævið
ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði!
Ápostlasøgan 17:16 Ápostlasøgan
Meðan Paulus tá bíðaði eftir teimum í Aten, harmaðist andi hansara í honum, táið hann sá, at býurin var fullur av avgudum.
Ápostlasøgan 17:17 Ápostlasøgan
Hann talaði tí í sýnagoguni við Jødarnar og teir, sum dýrkaðu Gud*, og á torginum hvønn dag við tey, sum hann hitti.
Ápostlasøgan 17:18 Ápostlasøgan
Eisini nakrir av hinum epikursku og stoisku vísdómslærarunum góvu seg í orðaskifti við hann; summir søgdu: „Hvat er tað, hatta møsnið sigur?“ Men summir søgdu: „Hann tykist at vera ein, ið boðar útlendskar gudar!“ – av tí at hann kunngjørdi evangeliið um Jesus og uppreisnina.
Jákupsbrævið 3:17 Jákupsbrævið
Vísdómurin omanífrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.