ongin góð gerð er uttan avleiðingar
72 versir um "ongin góð gerð er uttan avleiðingar"
Versir
Síða 1 av 2Fyrra Pætursbrævið 2:20 Fyrra Pætursbrævið
– Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi.
Fyrra Pætursbrævið 2:21 Fyrra Pætursbrævið
Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara,
Jóhannes 10:32 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Mong góð verk havi Eg víst tykkum frá Faðir Mínum; hvørt av hesum verkum er tað, tit steina Meg fyri?“
Hebrearabrævið 6:10 Hebrearabrævið
Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heilagu.
Matteus 5:45 Matteus
– fyri at tit kunnu verða børn Faðirs tykkara, sum í Himli er! Tí Hann letur sól Sína renna upp yvir ónd og góð og letur regna yvir rættvís og órættvís.
Orðtøkini 11:21 Orðtøkini
Vissuliga verður hin óndi ikki óstraffaður; men avkom rættvísra sleppur undan.
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóhannes 3:17 Jóhannes
Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
Rómverjabrævið 5:3 Rómverjabrævið
Og ikki bert tað; vit rósa okkum av trongdunum við; tí vit vita, at trongdin virkar tol,
Seinna Sámuelsbók 10:1 Seinna Sámuelsbók
Nakað eftir hetta doyði ammonitakongur, og sonur hansara Hanun tók ríkið eftir hann.
Seinna Sámuelsbók 10:2 Seinna Sámuelsbók
Tá segði Dávid: „Eg skal vísa Hanun, syni Nahas, vinskap, eins og faðir hansara vísti mær vinskap!“ Dávid sendi so nakrar av tænarum sínum at ugga hann í sorgini eftir faðir hansara. Tænarar Dávids komu nú til Ammonitaland.
Seinna Sámuelsbók 10:3 Seinna Sámuelsbók
Tá søgdu ammonitahøvdingarnir við Hanun, harra sín: „Heldur tú tað vera til at æra faðir tín, ið Dávid hevur sent menn at ugga teg? Nei, til at njósna í býnum og kanna hann og síðani leggja hann í oyði – til hetta er tað, ið Dávid hevur sent tær tænarar sínar!“
Seinna Sámuelsbók 10:4 Seinna Sámuelsbók
Tá tók Hanun tænarar Dávids, læt raka hálvt skeggið av teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara.
Seinna Sámuelsbók 10:5 Seinna Sámuelsbók
Táið Dávid fekk hesi tíðindi, læt hann sendiboð fara ímóti teimum – menninir vóru jú stórliga vanærdir – og kongurin læt siga: „Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!“
Seinna Sámuelsbók 10:6 Seinna Sámuelsbók
Táið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, sendu teir boð og leigaðu Áramearar úr Bet-Rehob og Zoba, 20000 mans av fótfólki, kongin úr Ma’aka við 1000 monnum og 12000 mans úr Tob.
Seinna Sámuelsbók 10:7 Seinna Sámuelsbók
Táið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum, teimum krígsvandu monnunum.
Seinna Sámuelsbók 10:8 Seinna Sámuelsbók
Ammonitar fóru so út og fylktu her sín uttan fyri býportrið; men Áramearar úr Zoba og Rehob og menninir úr Tob og Ma’aka stóðu fyri seg sjálvar á markini.
Seinna Sámuelsbók 10:9 Seinna Sámuelsbók
Men táið Jóab sá, at hann hevði fíggindar ímóti sær bæði frammanfyri og aftanfyri, valdi hann út nakrar úr øllum útvalda liði Ísraels og fylkti teir móti Áramearum.
Seinna Sámuelsbók 10:10 Seinna Sámuelsbók
Yvir hin partin av fólkinum setti hann bróður sín, Abisai, sum við teimum fylkti seg móti Ammonitum.
Seinna Sámuelsbók 10:11 Seinna Sámuelsbók
Og hann segði: „Verða Áramearar mær ov sterkir, skalt tú koma mær til hjálpar, og verða Ammonitar tær ov sterkir, skal eg koma tær til hjálpar.
Seinna Sámuelsbók 10:12 Seinna Sámuelsbók
Hav nú gott mót, og lat okkum vísa okkum djarvar í bardaganum fyri fólk okkara og fyri býir Guds okkara – síðani má HARRIN gera tað, ið Honum tykir best!“
Seinna Sámuelsbók 10:13 Seinna Sámuelsbók
Jóab herjaði nú á við fólki sínum til bardaga við Áramearar, og teir flýddu fyri honum.
Seinna Sámuelsbók 10:14 Seinna Sámuelsbók
Táið Ammonitar sóu, at Áramearar flýddu, tá flýddu eisini teir fyri Abisai og sluppu sær inn í býin. Jóab fór síðani heimaftur úr bardaganum móti Ammonitum og kom til Jerusalem.
Seinna Sámuelsbók 10:15 Seinna Sámuelsbók
Táið Áramearar sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, savnaðu teir seg allir.
Seinna Sámuelsbók 10:16 Seinna Sámuelsbók
Hadadezer sendi boð, at Áramearar, ið búðu hinumegin Ánna,* skuldu koma; teir komu tá til Helam, og Sobak, herhøvdingi Hadadezers, var yvir teimum.
Seinna Sámuelsbók 10:17 Seinna Sámuelsbók
Táið Dávid fekk hetta at vita, savnaði hann alt Ísrael, fór um Jordan og kom til Helam. Áramearar fylktu her sín móti Dávidi, og tað kom til bardaga.
Seinna Sámuelsbók 10:18 Seinna Sámuelsbók
Men Áramearar flýddu fyri Ísrael, og Dávid drap millum Áramearar manningina á 700 vagnum og 40000 hestmenn; og Sobak, herhøvdinga teirra, særdi hann, so hann doyði har.
Seinna Sámuelsbók 10:19 Seinna Sámuelsbók
Táið nú allir kongarnir, ið stóðu undir Hadadezer, sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, gjørdu teir frið við Ísraelsmenn og góvu seg undir teir; og Áramearar vágaðu sær ikki uppaftur at hjálpa Ammonitum.
Sálmarnir 37:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt!
Sálmarnir 37:2 Sálmarnir
Tí brádliga verða tey skorin av, sum grasið; og sum grønar urtir følna tey.
Sálmarnir 37:3 Sálmarnir
Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Sálmarnir 37:6 Sálmarnir
Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið.
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir
Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir
Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!
Sálmarnir 37:9 Sálmarnir
Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið.
Sálmarnir 37:10 Sálmarnir
Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur.
Sálmarnir 37:11 Sálmarnir
Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.
Sálmarnir 37:12 Sálmarnir
Hin gudleysi upphugsar ilt móti hinum rættvísa og bítur á kampi móti honum.
Sálmarnir 37:13 Sálmarnir
Men HARRIN, Hann lær at honum; tí Hann sær, at dagur hansara kemur.
Sálmarnir 37:14 Sálmarnir
Hinir gudleysu draga svørðið og spenna bogan at fella hin arma og fátæka, og gera av við tey, ið sannhjartað ferðast;
Sálmarnir 37:15 Sálmarnir
men svørðið kemur í teirra egna hjarta, og bogar teirra verða brotnir sundur.
Sálmarnir 37:16 Sálmarnir
Betri er tað sindrið, ið hin rættvísi hevur, enn ríkidømið hjá nógvum gudleysum;
Sálmarnir 37:17 Sálmarnir
tí armar hinna gudleysu verða brotnir, men HARRIN styðjar hini rættvísu.
Sálmarnir 37:18 Sálmarnir
HARRIN kennir dagar hinna ólastandi, og arvur teirra skal verða til ævigar tíðir;
Sálmarnir 37:19 Sálmarnir
tey verða ikki til skammar í óndum tíðum, tey verða mettað á hungursdøgum.
Sálmarnir 37:20 Sálmarnir
Tí hini gudleysu ganga til grundar; fíggindar HARRANS eru sum blómurnar, ið klæða vøllin so fagurt – tey hvørva, hvørva sum roykur.
Sálmarnir 37:21 Sálmarnir
Hin gudleysi lænir, og ber ikki aftur; men hin rættvísi ger miskunn og gevur;
Sálmarnir 37:22 Sálmarnir
tí tey, ið Hann signar, skulu arva landið, men tey, ið Hann bannar, verða avskorin.