ongin annar grundvøllur
14 versir um "ongin annar grundvøllur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrra Korintbrævið 3:11 Fyrra Korintbrævið
Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.
Fyrra Korintbrævið 3:12 Fyrra Korintbrævið
Men um nakar á hesa grund byggir við gulli, silvuri, dýrum steinum, træi, hoyggi, hálmi,
Fyrra Korintbrævið 3:13 Fyrra Korintbrævið
so skal koma at síggjast, hvussu verk eins og hvørs er; dagurin skal vísa tað. Tí hann verður opinberaður í eldi, og hvussu verk eins og hvørs er, skal eldurin royna.
Fyrra Korintbrævið 3:14 Fyrra Korintbrævið
Verður verkið, ið ein hevur bygt á grundina, standandi, skal hann fáa løn;
Fyrra Korintbrævið 3:15 Fyrra Korintbrævið
men verður verk einshvørs brent upp, skal hann missa hana; sjálvur skal hann tó verða frelstur, men sum gjøgnum eld.
Matteus 16:18 Matteus
So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.
Fyrra Korintbrævið 7:10 Fyrra Korintbrævið
Hinum giftu gevi eg tað boð – tó ikki eg, men Harrin – at kona má ikki skiljast frá manni sínum –
Fyrra Korintbrævið 7:11 Fyrra Korintbrævið
og skilir hon seg frá honum, skal hon verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin – og at maður má ikki skiljast frá konu síni.
Efesusbrævið 2:10 Efesusbrævið
Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
Ápostlasøgan 8:36 Ápostlasøgan
Sum teir nú ferðaðust fram eftir vegnum, komu teir fram á vatn, og hirðmaðurin segði: „Hygg, her er vatn – hvat forðar fyri, at eg verði doyptur?“
Ápostlasøgan 8:37 Ápostlasøgan
Filip svaraði: „Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.“ Hann svaraði: „Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!“*
Ápostlasøgan 8:38 Ápostlasøgan
Tá beyð hann, at vagnurin skuldi steðga, og teir fóru báðir niður í vatnið, Filip og hirðmaðurin; og hann doypti hann.
Ápostlasøgan 8:39 Ápostlasøgan
Táið teir so komu upp úr vatninum, rykti Andi Harrans Filip burtur, og hirðmaðurin sá hann ikki aftur; tí hann fór leið sína við gleði.
Seinna Tessalonikabrævið 3:6 Seinna Tessalonikabrævið
Men tað boð geva vit tykkum, brøður, í navni Harra okkara Jesu Krists, at tit skulu halda tykkum burtur frá hvørjum bróður, sum livir óregluliga og ikki eftir lærdóminum, ið hann fekk frá okkum.