ónøgdsemi
30 versir um "ónøgdsemi"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Lukas 12:15 Lukas
So segði Hann við tey: „Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Matteus 6:33 Matteus
Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!
Rómverjabrævið 8:28 Rómverjabrævið
Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað.
Filippibrævið 4:10 Filippibrævið
Tað hevur verið mær stór gleði í Harranum, at nú endiliga aftur stendur so væl til hjá tykkum, at tit hava fingið hugsað um hjálp til mín. Ikki tí, tit hugsaðu um tað áður við, men tykkum bar ikki til.
Filippibrævið 4:11 Filippibrævið
– Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.
Filippibrævið 4:12 Filippibrævið
Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið
Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:18 Fyrra Tessalonikabrævið
Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:6 Fyrra Timoteusarbrævið
Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!
Fyrra Timoteusarbrævið 6:7 Fyrra Timoteusarbrævið
Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:8 Fyrra Timoteusarbrævið
Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið
Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
Fyrra Pætursbrævið 5:7 Fyrra Pætursbrævið
Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.
Prædikarin 5:10 Prædikarin
Tess meiri góðs, tess fleiri at gera enda á tí! Og hvat gagn hevur tá ánarin av tí annað enn tað, at hann sleppur at síggja tað!
Matteus 6:24 Matteus
Eingin kann tæna tveimum harrum; tí annaðhvørt hatar hann annan og elskar annan, ella heldur hann seg til annan og vanvirðir annan. – Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon.
Lukas 3:14 Lukas
Eisini hermenn spurdu hann: „Hvat skulu vit tá gera?“ Hann svaraði teimum: „Gerið ikki yvirgangsverk móti nøkrum, brúkið ikki svik móti nøkrum, og verið nøgdir við løn tykkara!“
Lukas 11:13 Lukas
Vita nú tit – sum ónd eru – at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mikið meiri skal tá Faðirin av Himli geva teimum Heilaga Andan, sum biðja Hann!“
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!
Fyrra Korintbrævið 10:10 Fyrra Korintbrævið
Knarrið heldur ikki, eins og nakrir av teimum knarraðu – og vórðu oyddir av oyðaranum!
Seinna Korintbrævið 8:9 Seinna Korintbrævið
Tit kenna jú náði Harra okkara Jesu Krists, at Hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, táið Hann var ríkur, fyri at tit við fátækt Hansara skuldu verða rík.
Seinna Korintbrævið 9:11 Seinna Korintbrævið
so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk.
Fyrra Pætursbrævið 3:7 Fyrra Pætursbrævið
Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar!
Fyrra Pætursbrævið 3:8 Fyrra Pætursbrævið
Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!
Fyrra Pætursbrævið 3:9 Fyrra Pætursbrævið
Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til – at tit skulu arva signing.
Fyrra Pætursbrævið 3:10 Fyrra Pætursbrævið
Tí tann, ið vil elska lívið og síggja góðar dagar, haldi tungu síni frá illum og vørrum sínum frá at tala svik!
Fyrra Pætursbrævið 3:11 Fyrra Pætursbrævið
Hann vendi sær frá illum og geri gott, hann søki frið og stevni eftir honum!
Fyrra Pætursbrævið 3:12 Fyrra Pætursbrævið
Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru Hansara eru vend til bøn teirra; men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt.