ónøgd semi / líkasæla

9 versir um "ónøgd semi / líkasæla"

Versir

Síða 1 av 1
Rómverjabrævið 12:2 Rómverjabrævið

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!

3
Opinberingin 3:15 Opinberingin

Eg veit um verk tíni, at tú ert hvørki køld ella heit – hevði tú verið køld ella heit!

3
Opinberingin 3:16 Opinberingin

Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum.

3
Zefanias 1:12 Zefanias

Og um hesa somu tíð skal Eg við lyktum leita um alt Jerusalem, og Eg skal heimsøkja tey fólk, sum liggja á berskaka sínum og siga í hjartanum: „HARRIN ger hvørki gott ella ilt!“

2
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

2
Matteus 11:16 Matteus

Men hvat skal Eg líkna hesa ætt við? Hon líkist børnum, ið sita á torgunum og rópa til onnur børn:

2
Matteus 11:17 Matteus

„Vit blástu á floytu fyri tykkum, og tit dansaðu ikki! Vit sungu sorgarsongir, og tit grótu ikki!“

2
Matteus 24:12 Matteus

Og av tí at lógloysið fær yvirhond, skal kærleikin kólna hjá hinum flestu.

2
Opinberingin 3:19 Opinberingin

Øll, ið Eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við!

2