ónd og gudleys fólk
90 versir um "ónd og gudleys fólk"
Versir
Síða 1 av 2Orðtøkini 6:12 Orðtøkini
Níðingur, illgerðarmaður er tann, ið gongur um við sviki í munni,
Orðtøkini 6:13 Orðtøkini
sum blunkar við eyganum, talar við fótinum og ger tekin við fingrunum;
Orðtøkini 6:14 Orðtøkini
svik hevur slíkur í hjartanum, altíð upphugsar hann ilt í hjartanum og voldir trætur.
Orðtøkini 6:15 Orðtøkini
Vanlukkan skal tí koma brádliga á hann; snøggliga verður hann ógrøðandi sundursoraður.
Orðtøkini 6:16 Orðtøkini
Seks eru, sum HARRIN hatar, sjey eru sál Hansara andstygd:
Orðtøkini 28:1 Orðtøkini
Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan.
Orðtøkini 28:2 Orðtøkini
Syndar land, fær tað nógvar harrar, men táið menniskjuni eru klók og vitig, livir høvdingin leingi.
Orðtøkini 28:3 Orðtøkini
Fátækur harri, sum kúgar ørm, er eins og regn, ið skolar burtur kornið, so einki breyð verður.
Orðtøkini 28:4 Orðtøkini
Tey, sum svíkja lógina, rósa gudleysum, men tey, sum halda lógina, liggja í stríði við tey.
Orðtøkini 28:5 Orðtøkini
Ónd menniskju duga ikki á at skyna, hvat ið rætt er, men tey, sum søkja HARRAN, skilja alt.
Orðtøkini 28:6 Orðtøkini
Betri er fátækur, ið livir ólastandi, enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum, um hann so er ríkur.
Orðtøkini 28:7 Orðtøkini
Tann, ið fylgir lógini, er vitigur sonur, men tann, ið er vinur við burturspillarar, ger faðir sínum skomm.
Orðtøkini 28:8 Orðtøkini
Tann, ið nørir um góðs sítt við rentu og yvirmáli, savnar tað til tann, ið ger miskunn móti fátækum.
Orðtøkini 28:9 Orðtøkini
Tann, ið vendir oyrað burtur frá lógini – um tað so er bøn hansara, er hon andstygd.
Orðtøkini 28:10 Orðtøkini
Tann, ið leiðir hini sannhjartaðu vill inn á ónda leið, skal falla í sína egnu grøv; men lýtaleys skulu arva tað, ið gott er.
Orðtøkini 28:11 Orðtøkini
Ríkur maður er vísur í egnum eygum, men hin fátæki, sum vit hevur, dugir at síggja, hvussu hann er.
Orðtøkini 28:12 Orðtøkini
Táið hini rættvísu fegnast, er alt dýrd og frøi, men táið gudleys koma til ræði, má leitast eftir fólki.
Orðtøkini 28:13 Orðtøkini
Tann, ið dylur syndir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn.
Orðtøkini 28:14 Orðtøkini
Sælur er tann, ið altíð óttast; men tann, ið herðir hjarta sítt, hann fellur í vanlukku.
Orðtøkini 28:15 Orðtøkini
Sum brølandi leyva og glúpsk bjørn er gudleysur høvdingi yvir fátækum fólki.
Orðtøkini 28:16 Orðtøkini
Tú høvdingi, sum ert fátækur í viti og ríkur í yvirgangsverkum! – Tey, sum hata órættvísan vinning, skulu liva leingi!
Orðtøkini 28:17 Orðtøkini
Tað menniskja, sum blóðskyld hvílir á, flýggjar, og tað beint í grøv sína; eingin má hjálpa tí!
Orðtøkini 28:18 Orðtøkini
Tann, ið ólastandi livir, skal verða bjargaður, men hin falski, ið gongur á tvinnanda leiðum, skal falla á aðrari.
Orðtøkini 28:19 Orðtøkini
Tann, ið dyrkar jørð sína, verður mettaður av breyði, men tann, sum rennur eftir tí, ið tómt er, verður mettaður av armóð.
Orðtøkini 28:20 Orðtøkini
Trúfastur maður verður ríkliga signaður, men tann, ið vil skunda sær at verða ríkur, verður ikki óstraffaður.
Orðtøkini 28:21 Orðtøkini
At gera mannamun er ikki gott, men mangur og ein verður brotsmaður fyri breyðbita.
Orðtøkini 28:22 Orðtøkini
Í bráðskundi vil hin øvundsjúki verða ríkur – og veit ikki, at trongd fer at koma á hann!
Orðtøkini 28:23 Orðtøkini
Tann, ið hevur at einum, skal eftirsíðani verða betur kendur enn tann, ið hevur sleiska tungu.
Orðtøkini 28:24 Orðtøkini
Tann, ið rænir frá faðir sínum og móður síni, og so sigur: „Tað er eingin synd!“ er felagi oyðarans.
Orðtøkini 28:25 Orðtøkini
Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.
Orðtøkini 28:26 Orðtøkini
Tann, ið lítur á vit sítt, er dári, men tann, ið gongur fram í vísdómi, verður bjargaður.
Orðtøkini 28:27 Orðtøkini
Tann, ið gevur hinum fátæka, honum skal einki fattast, men tann, ið letur eyguni aftur, fær manga illbønina.
Orðtøkini 28:28 Orðtøkini
Táið hini gudleysu koma til ræði, krógvar fólk seg, men táið tey ganga undir, verða hini rættvísu mong.
Prædikarin 12:14 Prædikarin
Tí Gud skal draga til dóms eitt og hvørt verk, táið Hann dømir alt tað, ið loynt er, tað veri nú gott ella ilt.
Sálmarnir 5:4 Sálmarnir
HARRI, um morgunin hoyri Tú rødd mína, um morgunin leggi eg mál mítt fram fyri Teg – og bíði!
Sálmarnir 34:21 Sálmarnir
Hann varðveitir øll bein hansara, ikki eitt verður brotið.
Sálmarnir 37:1 Sálmarnir
Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt!
Sálmarnir 37:2 Sálmarnir
Tí brádliga verða tey skorin av, sum grasið; og sum grønar urtir følna tey.
Sálmarnir 37:3 Sálmarnir
Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi!
Sálmarnir 37:4 Sálmarnir
Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir!
Sálmarnir 37:5 Sálmarnir
Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað!
Sálmarnir 37:6 Sálmarnir
Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið.
Sálmarnir 37:7 Sálmarnir
Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð!
Sálmarnir 37:8 Sálmarnir
Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður – av tí stendst einki uttan ilt!
Sálmarnir 37:9 Sálmarnir
Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið.
Sálmarnir 37:10 Sálmarnir
Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur.
Sálmarnir 37:11 Sálmarnir
Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.
Sálmarnir 37:12 Sálmarnir
Hin gudleysi upphugsar ilt móti hinum rættvísa og bítur á kampi móti honum.
Sálmarnir 37:13 Sálmarnir
Men HARRIN, Hann lær at honum; tí Hann sær, at dagur hansara kemur.
Sálmarnir 37:14 Sálmarnir
Hinir gudleysu draga svørðið og spenna bogan at fella hin arma og fátæka, og gera av við tey, ið sannhjartað ferðast;