Olívufjallið

94 versir um "Olívufjallið"

Versir

Síða 2 av 2
Matteus 24:51 Matteus

og høgga hann sundur og lata hann fáa lut saman við hyklarunum. Har skal vera grátur og tannagrísl.“

5
Matteus 24:3 Matteus

Táið Hann sat á Oljufjallinum, komu lærisveinar Hansara til Hansara einsæri og søgdu: „Sig okkum, nær hetta fer at henda! Og hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“

3
Markus 13:1 Markus

Táið Hann nú fór út úr templinum, segði ein av lærisveinum Hansara við Hann: „Meistari! Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!“

3
Markus 13:2 Markus

Jesus svaraði honum: „Sært tú hesar stóru bygningar! Ikki skal steinur verða eftir á steini, sum ikki skal brótast niður.“

3
Markus 13:3 Markus

Táið Hann so sat á Oljufjallinum, beint yvir av templinum, spurdu Pætur, Jákup, Jóhannes og Andrias Hann einsæri:

3
Markus 13:4 Markus

„Sig okkum: Nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, táið alt hetta fer at ganga út?“

3
Markus 13:5 Markus

Tá tók Jesus til orða og segði við teir: „Síggið til, at eingin villleiðir tykkum!

3
Markus 13:6 Markus

Mangir skulu koma í navni Mínum og siga: „Tað eri eg!“ Og teir skulu villleiða mong.

3
Markus 13:7 Markus

Men táið tit hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi, tá latið tykkum ikki ræða! Tí so má verða, men endin er ikki enn.

3
Markus 13:8 Markus

Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og jarðskjálvti skal vera víða hvar; hungur skal vera, og ófriður. Hetta eru hinir fyrstu verkirnir.

3
Markus 13:9 Markus

Men ansið eftir tykkum sjálvum! Tey skulu geva tykkum upp til dómstólarnar, og tit skulu verða húðflongdir í sýnagogunum og førdir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum til vitnisburð.

3
Markus 13:10 Markus

Og evangeliið má fyrst verða prædikað fyri øllum fólkasløgum.

3
Markus 13:11 Markus

Táið tey nú leiða tykkum fram og geva tykkum upp, stúrið tá ikki frammanundan fyri, hvat tit skulu tala! Tað, sum tykkum verður givið í somu stund, skulu tit tala; tað eru jú ikki tit, ið tala, men Heilagi Andin.

3
Markus 13:12 Markus

Bróðir skal geva upp bróður til deyða, og faðir barn sítt; og børn skulu reisa seg móti foreldrum og volda deyða teirra.

3
Markus 13:13 Markus

Tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns Míns skuld; men tann, ið heldur út líka til endan, skal verða frelstur.

3
Markus 13:14 Markus

Men táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar standa, har hon ikki átti at staðið – tann, ið lesur tað, gevi tí gætur! – skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini;

3
Markus 13:15 Markus

tann, ið á takinum er, má ikki fara niður aftur ella fara inn eftir nøkrum úr húsi sínum;

3
Markus 13:16 Markus

og tann, ið úti á markini er, má ikki venda aftur eftir klæðum sínum.

3
Markus 13:17 Markus

Men vei teimum, sum eru við barn og geva bróst á teimum døgum!

3
Markus 13:18 Markus

Biðið eftir, at tað skal ikki vera um veturin!

3
Markus 13:19 Markus

Tí á teimum døgum skal vera slík trongd, sum ikki hevur verið higartil, frá tí skapningurin varð til, sum Gud skapti, og sum heldur ikki skal koma.

3
Markus 13:20 Markus

Stytti Harrin ikki teir dagar, varð einki hold frelst; men fyri hinna útvaldu skuld, sum Hann hevur útvalt, hevur Hann stytt teir dagar.

3
Markus 13:21 Markus

Sigur tá onkur við tykkum: „Hyggið, her er Kristus!“ ella: „Hyggið, har!“ tá trúgvið tí ikki!

3
Markus 13:22 Markus

Tí lygikristar og lygiprofetar skulu standa fram og gera tekin og undur fyri at villleiða hini útvaldu – um tað var møguligt.

3
Markus 13:23 Markus

Men tit – varðið tykkum! Eg havi sagt tykkum alt frammanundan.

3
Markus 13:24 Markus

Á teimum døgum, eftir hesa trongd, skal sólin myrkna, og mánin ikki geva skin sítt;

3
Markus 13:25 Markus

stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.

3
Markus 13:26 Markus

Tá skulu tey síggja Menniskjasonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd.

3
Markus 13:27 Markus

Hann skal senda út einglar Sínar og savna hini útvaldu Síni úr hinum fýra ættunum, úr enda jarðarinnar í enda himmalsins.

3
Markus 13:28 Markus

Lærið líknilsi av fikutrænum! Táið greinar tess longu eru blotnaðar, og bløðini spretta, vita tit, at summarið er nær.

3
Markus 13:29 Markus

Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at Hann er nær fyri durunum.

3
Markus 13:30 Markus

Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda ætt skal als ikki forganga, fyrrenn alt hetta hevur hent.

3
Markus 13:31 Markus

Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.

3
Markus 13:32 Markus

Men tann dag og tíma veit eingin, heldur ikki einglarnir í Himli, heldur ikki Sonurin – eingin uttan Faðirin.

3
Markus 13:33 Markus

Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er.

3
Markus 13:34 Markus

Eins og maður, ið fór burt í annað land, fór frá húsi sínum og setti tænarar sínar at standa fyri tí, hvønn til sítt, og segði við duravaktaran, at hann skuldi vakja

3
Markus 13:35 Markus

– so skulu tit vakja; tí tit vita ikki, nær Harri húsins kemur, um tað nú verður um kvøldið, á midnátt, um hanagal ella um morgunin –

3
Markus 13:36 Markus

so Hann ikki, táið Hann kemur óvart, skal finna tykkum sovandi.

3
Markus 13:37 Markus

Men tað, sum Eg sigi við tykkum, sigi Eg við øll: Vakið!“

3
Matteus 21:1 Matteus

Táið teir nú nærkaðust Jerusalem og komu til Betfage við Oljufjallið, sendi Jesus tveir lærisveinar avstað og segði við teir:

2
Markus 14:26 Markus

Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.

2
Lukas 21:37 Lukas

Um dagarnar lærdi Hann í templinum, men um næturnar fór Hann út á fjallið, ið kallast Oljufjallið, og varð har.

2
Lukas 22:39 Lukas

Hann fór nú út og fór, sum Hann var vanur, til Oljufjallið; og lærisveinarnir fóru eisini við Honum.

2
Jóhannes 8:1 Jóhannes

Men Jesus fór til Oljufjallið.

2