oliv-olja
9 versir um "oliv-olja"
Versir
Síða 1 av 1Triðja Mósebók 24:2 Triðja Mósebók
„Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu lata teg fáa reina olju av stoyttum oljuberum til ljósastakan, so at lampurnar dagliga kunnu verða settar upp!
Markus 6:13 Markus
Og teir róku út nógvar illar andar og salvaðu mong sjúk við olju og grøddu tey.
Fimta Mósebók 8:8 Fimta Mósebók
land við hveiti og byggi, við víntrøum, fikutrøum og granateplatrøum, land við oljutrøum og hunangi,
Jákupsbrævið 5:14 Jákupsbrævið
Er nakar av tykkum sjúkur – hann kalli til sín hinar elstu í samkomuni! Teir skulu biðja yvir honum og salva hann við olju í navni Harrans.
Triðja Mósebók 2:5 Triðja Mósebók
Og er offur títt matoffur, ið bakað er á plátu, so skal tað vera av fínum mjøli, ið blandað er við olju, og ósúrgað.
Fyrra Kongabók 17:12 Fyrra Kongabók
Men hon svaraði: „So satt sum HARRIN Gud tín livir – eg eigi ikki breyðflís, men havi bert ein neva av mjøli í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum; nú gangi eg her og sanki nakrar viðarkvistar, og so ætli eg at fara aftur til hús og gera mær og syni mínum tað til; táið vit so hava etið tað, mugu vit doyggja!“
Sálmarnir 23:5 Sálmarnir
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Esaias 61:3 Esaias
at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.
Matteus 6:17 Matteus
Nei, táið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andlitið,