ójavnt spent saman

94 versir um "ójavnt spent saman"

Versir

Síða 1 av 2
Seinna Korintbrævið 6:14 Seinna Korintbrævið

Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur!

52
Seinna Korintbrævið 6:15 Seinna Korintbrævið

Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi!

10
Seinna Korintbrævið 6:16 Seinna Korintbrævið

Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: „Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.“

10
Seinna Korintbrævið 6:17 Seinna Korintbrævið

„Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum“;

10
Seinna Korintbrævið 6:18 Seinna Korintbrævið

„og Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur – sigur Harrin hin Alvaldi.“

10
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið

Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.

9
Seinna Timoteusarbrævið 3:5 Seinna Timoteusarbrævið

tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans. Frá slíkum skalt tú venda tær burtur.

8
Fimta Mósebók 7:3 Fimta Mósebók

Tú mást ikki ganga í svágarskap við tey; tú mást ikki geva sonum teirra døtur tínar og ikki taka sonum tínum døtur teirra til konur;

7
Fimta Mósebók 7:4 Fimta Mósebók

tí so fáa tær synir tínar at víkja burtur frá Mær, so teir dýrka aðrar gudar, og tá fer vreiði HARRANS at tendrast móti tykkum, so Hann ger enda á tykkum, og tað skjótt.

7
Matteus 19:1 Matteus

Táið Jesus hevði endað hesa talu, fór Hann úr Galilea og kom til landið hinumegin Jordan, sum hoyrir til Judea.

7
Matteus 19:2 Matteus

Og nógv fólk fylgdi Honum, og Hann grøddi tey har.

7
Matteus 19:3 Matteus

Tá komu Fariseararnir til Hansara, freistaðu Hann og søgdu: „Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?“

7
Matteus 19:4 Matteus

Hann svaraði: „Hava tit ikki lisið, at Skaparin av fyrstum gjørdi tey til mann og kvinnu

7
Matteus 19:5 Matteus

og segði: „Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold!“

7
Matteus 19:6 Matteus

So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“

7
Matteus 19:7 Matteus

Tá søgdu teir við Hann: „Hví beyð tá Móses at geva skilnaðarbræv og skiljast frá henni?“

7
Matteus 19:8 Matteus

Hann svaraði teimum: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.

7
Matteus 19:9 Matteus

Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“

7
Matteus 19:10 Matteus

Lærisveinar Hansara søgdu við Hann: „Eru viðurskiftini so millum mann og konu, tá er ikki ráðiligt at giftast!“

7
Matteus 19:11 Matteus

Hann svaraði teimum: „Ikki øll fata hetta orð, nei, bert tey, sum tað er givið.

7
Matteus 19:12 Matteus

Tí geldingar eru, sum eru føddir so úr móðurlívi; geldingar eru, sum eru geldir av menniskjum; og geldingar eru, sum hava gelt seg sjálvar fyri Himmiríkis ríkis skuld. Tann, ið kann fata hetta orð, hann fati tað!“

7
Matteus 19:13 Matteus

Tá vórðu smá børn førd til Hansara, fyri at Hann skuldi leggja hendurnar á tey og biðja; men lærisveinarnir høvdu at teimum.

7
Matteus 19:14 Matteus

Tá segði Jesus: „Latið hini smáu børn koma, forðið teimum ikki at koma til Mín! Tí ríki Himmiríkis hoyrir slíkum til.“

7
Matteus 19:15 Matteus

So legði Hann hendurnar á tey og fór haðani.

7
Matteus 19:16 Matteus

Tá kom ein til Hansara og segði: „Meistari! Hvat gott skal eg gera fyri at fáa ævigt lív?“

7
Matteus 19:17 Matteus

Hann segði við hann: „Hví spyrt tú Meg um hitt góða? Bert ein er, sum er góður. Men vilt tú ganga inn til lívið, so halt boðini!“

7
Matteus 19:18 Matteus

Hann spurdi: „Hvørji?“ Jesus svaraði: „„Tú mást ikki drepa; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki bera rangan vitnisburð“;

7
Matteus 19:19 Matteus

„ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan.““

7
Matteus 19:20 Matteus

Hin ungi maðurin segði við Hann: „Alt hetta havi eg hildið; hvat fattast mær enn?“

7
Matteus 19:21 Matteus

Jesus svaraði honum: „Vilt tú vera fullkomin, so far og sel tað, ið tú eigur, og gev fátækum tað! Tá skalt tú eiga skatt í Himli; kom so og fylg Mær!“

7
Matteus 19:22 Matteus

Men táið hin ungi maðurin hoyrdi hetta, fór hann tungur avstað; tí hann var ógvuliga ríkur.

7
Matteus 19:23 Matteus

Tá segði Jesus við lærisveinar Sínar: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Torført er ríkum at koma inn í ríki Himmiríkis.

7
Matteus 19:24 Matteus

Ja, Eg sigi tykkum: Lættari er kameli at fara gjøgnum nálareyga, enn ríkum at fara inn í ríki Guds!“

7
Matteus 19:25 Matteus

Táið lærisveinarnir hoyrdu hetta, vórðu teir ógvuliga slignir av ótta og søgdu: „Hvør kann tá verða frelstur!“

7
Matteus 19:26 Matteus

Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: „Menniskjum er hetta ómøguligt; men Gudi er alt møguligt.“

7
Matteus 19:27 Matteus

Tá tók Pætur til orða og segði við Hann: „Vit eru farnir frá øllum og hava fylgt Tær – hvat skulu vit tá fáa?“

7
Matteus 19:28 Matteus

Jesus segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Í endurføðingini, táið Menniskjasonurin situr í hásæti dýrdar Sínar, skulu eisini tit, sum hava fylgt Mær, sita í tólv hásætum og døma hinar tólv ættir Ísraels.

7
Matteus 19:29 Matteus

Og hvør tann, ið er farin frá húsum, brøðrum, systrum, faðir, móður, konu, børnum ella jørð fyri navns Míns skuld, skal fáa tað mangar ferðir aftur og arva ævigt lív.

7
Matteus 19:30 Matteus

Men mong, sum fyrst eru, skulu verða síðst, og mong, sum síðst eru, skulu verða fyrst.“

7
Fyrra Korintbrævið 1:7 Fyrra Korintbrævið

so tit standa ikki aftarlaga í nakrari náðigávu – meðan tit vænta opinbering Harra okkara Jesu Krists

6
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

5
Fimta Mósebók 7:1 Fimta Mósebók

„Táið HARRIN Gud tín hevur leitt teg inn í landið, sum tú nú fert inn í og skalt taka í ogn, og Hann rekur út fyri tær mong fólkasløg – Hetitar, Girgasitar, Amoritar, Kána’anitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar, sjey fólk, sum eru størri og sterkari enn tú –

4
Fimta Mósebók 7:2 Fimta Mósebók

táið HARRIN Gud tín gevur tey í hendur tínar, so tú vinnur á teimum, skalt tú sláa tey við banni; tú mást ikki gera sáttmála við tey og ikki vísa teimum náði.

4
Fimta Mósebók 7:5 Fimta Mósebók

Nei, soleiðis skulu tit gera við tey: Altar teirra skulu tit ríva niður, minnissteinar teirra skulu tit bróta sundur, Asjerur teirra skulu tit høgga niður, og skurðgudamyndir teirra skulu tit brenna.

4
Fimta Mósebók 7:6 Fimta Mósebók

Tí tú ert eitt fólk, ið er HARRANUM Gudi tínum halgað; teg hevur HARRIN Gud tín útvalt at vera ognarfólk Sítt fram um øll fólk á jørðini.

4
Matteus 7:16 Matteus

Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir. Hentar nakar vínber av tornum ella fikur av tistlum!

4
Matteus 7:17 Matteus

Soleiðis ber hvørt gott træ góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.

4
Matteus 7:18 Matteus

Gott træ kann ikki bera ringan ávøkst, og ringt træ kann ikki bera góðan ávøkst.

4
Matteus 7:19 Matteus

Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.

4
Matteus 7:20 Matteus

Tí skulu tit kenna teir av ávøkstum teirra.

4