ójavnrættur / ójavnvág
21 versir um "ójavnrættur / ójavnvág"
Versir
Síða 1 av 1Galatiabrævið 3:28 Galatiabrævið
Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.
Orðtøkini 22:2 Orðtøkini
Ríkur og fátækur møtast; HARRIN hevur skapt báðar.
Fyrsta Mósebók 1:27 Fyrsta Mósebók
So skapti Gud menniskjuna* í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
Ápostlasøgan 10:34 Ápostlasøgan
Tá læt Pætur upp munnin og segði: „Nú síggi eg av sonnum, at Gud ger ikki mannamun,
Ápostlasøgan 10:35 Ápostlasøgan
men at í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.
Rómverjabrævið 2:11 Rómverjabrævið
Tí hjá Gudi er ikki mannamunur;
Fyrra Korintbrævið 11:8 Fyrra Korintbrævið
Maðurin er jú ikki av kvinnuni, men kvinnan av manninum.
Fyrra Korintbrævið 11:9 Fyrra Korintbrævið
Ei heldur varð maðurin skaptur kvinnuni, men kvinnan manninum.
Efesusbrævið 5:22 Efesusbrævið
Tit konur! Verið tykkara egnu monnum undirgivnar – sum Harranum!
Efesusbrævið 5:23 Efesusbrævið
Tí maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.
Efesusbrævið 5:24 Efesusbrævið
Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar.
Efesusbrævið 5:25 Efesusbrævið
Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana,
Efesusbrævið 5:26 Efesusbrævið
fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum,
Efesusbrævið 5:27 Efesusbrævið
so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heilag og lýtaleys!
Efesusbrævið 5:28 Efesusbrævið
Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.
Efesusbrævið 5:29 Efesusbrævið
Aldri hevur jú nakar hatað sítt egna hold; nei, hann føðir tað og hevur umsorgan fyri tí – eins og Kristus ger við samkomuna.
Efesusbrævið 5:30 Efesusbrævið
Tí vit eru limir likams Hansara.
Efesusbrævið 5:31 Efesusbrævið
Tí skal maðurin fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.
Efesusbrævið 5:32 Efesusbrævið
Hetta loyndarmál er stórt – tað er Kristus og samkomuna, eg hugsi um við hesum.
Efesusbrævið 5:33 Efesusbrævið
Tó skal eisini ein og hvør tykkara elska konu sína sum seg sjálvan. Og konan skal vísa manninum virðing.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.