óhlýðin børn

33 versir um "óhlýðin børn"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 21:17 Onnur Mósebók

Tann, ið bannar faðir sínum ella móður síni, skal lata lív.

3
Triðja Mósebók 20:9 Triðja Mósebók

Hvør tann, ið bannar faðir ella móður, skal lata lív; hann hevur bannað faðir sínum og móður síni – blóðskyld hvílir á honum!

3
Fimta Mósebók 21:18 Fimta Mósebók

Táið ein hevur ólátaðan og treiskan son, sum ikki vil akta faðir sín og móður sína, og sum, hóast tey tykta hann, ikki fæst at vera teimum lýðin,

3
Fimta Mósebók 21:19 Fimta Mósebók

skulu faðir og móðir hansara taka hann og fara við honum til hinar elstu í býi hansara, út til portrið har;

3
Fimta Mósebók 21:20 Fimta Mósebók

og tey skulu siga við hinar elstu í býnum: „Hesin sonur okkara er ólátaður og treiskur, hann vil ikki akta okkum, hann spillir burtur og drekkur!“

3
Fimta Mósebók 21:21 Fimta Mósebók

So skulu allir menninir í býi hansara steina hann til deyða. – Soleiðis skalt tú beina burt hitt illa frá tær, og alt Ísrael skal hoyra tað og óttast.

3
Orðtøkini 13:24 Orðtøkini

Tann, ið sparir koyrilin, hatar son sín, men tann, ið elskar hann, tyktar hann, meðan tíð er.

3
Orðtøkini 23:13 Orðtøkini

Lat ikki hin unga vera ótyktaðan! Táið tú slært hann við koyrlinum, sleppur hann undan deyðanum.

3
Orðtøkini 23:14 Orðtøkini

Tú slært hann við koyrlinum, men tú frelsir sál hansara frá deyðaríkinum.

3
Orðtøkini 30:17 Orðtøkini

Tann, ið háðar faðir sín og ikki vil vita av at akta móður sína, eyga hansara skulu ravnarnir við løkin pikka út, og arnarungar skulu eta tað.

3
Efesusbrævið 2:2 Efesusbrævið

sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins.

3
Efesusbrævið 5:6 Efesusbrævið

Latið ongan dára tykkum við tómum orðum! Fyri slíkt kemur vreiði Guds yvir børn ólýdnisins.

3
Efesusbrævið 6:1 Efesusbrævið

Tit børn! Aktið foreldur tykkara í Harranum, tí tað er rætt!

3
Efesusbrævið 6:2 Efesusbrævið

„Ær faðir tín og móður tína“ – hetta er jú fyrsta boðið við lyfti: –

3
Efesusbrævið 6:3 Efesusbrævið

„fyri at tær kann gangast væl, og tú kanst liva leingi í landinum!“

3
Onnur Mósebók 21:15 Onnur Mósebók

Tann, ið slær faðir sín ella móður sína, skal lata lív.

2
Triðja Mósebók 26:14 Triðja Mósebók

Men akta tit Meg ikki, og gera tit ikki eftir øllum hesum boðum –

2
Triðja Mósebók 26:15 Triðja Mósebók

vanvirða tit fyriskipanir Mínar og vraka lógir Mínar, so tit halda ikki øll boð Míni, men bróta sáttmála Mín,

2
Triðja Mósebók 26:16 Triðja Mósebók

so skal Eg geva tykkum líka fyri líka; Eg skal heimsøkja tykkum við ræðuligum vanlukkum, við tærandi sjúku og brennandi fepri, so at eygu tykkara sløkna, og sálin ørmaktast. Til onga nyttu skulu tit sáa sáð tykkara, tí fíggindar tykkara skulu eta tað upp.

2
Fyrra Sámuelsbók 15:23 Fyrra Sámuelsbók

Tí ikki at vilja akta, tað er gandasynd, og at vera sjálvráðin er at dýrka avgudar og hava húsgudar! Aftur fyri at tú hevur vrakað orð HARRANS, hevur Hann vrakað teg – tú skalt ikki verða verandi kongur!“

2
Matteus 15:4 Matteus

Gud gav jú hetta boð: „Ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.“

2
Markus 7:9 Markus

Og Hann segði við teir: „Vakurt er! Tit gera boð Guds til einkis fyri at halda viðtøku tykkara!

2
Markus 7:10 Markus

Tí Móses hevur sagt: „Ær faðir tín og móður tína!“ og: „Tann, ið bannar faðir ella móður, skal vissuliga doyggja.“

2
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

2
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

2
Jóhannes 3:18 Jóhannes

Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.

2
Jóhannes 3:19 Jóhannes

Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.

2
Rómverjabrævið 5:19 Rómverjabrævið

Tí eins og hini mongu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, so skulu eisini hini mongu verða rættvís við lýdni hins eina.

2
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2
Kolossibrævið 3:6 Kolossibrævið

Fyri hetta kemur vreiði Guds.

2
Seinna Timoteusarbrævið 3:2 Seinna Timoteusarbrævið

Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, geiparar, hugmóðig, spottarar, foreldrum ólýðin, ótakksom, vanheilag,

2
Jákupsbrævið 4:17 Jákupsbrævið

Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.

2
Opinberingin 1:1 Opinberingin

Opinbering Jesu Krists, sum Gud gav Honum, til at vísa tænarum Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli Sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum,

2