ognir
20 versir um "ognir"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 6:19 Matteus
Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!
Matteus 6:20 Matteus
Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Lukas 12:33 Lukas
Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið
og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!
Lukas 12:15 Lukas
So segði Hann við tey: „Síggið til og varðið tykkum fyri allari havisjúku! Tí lívið hjá ongum stendur í tí, sum hann eigur, um hann so hevur almikið góðs.“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:15 Fyrra Jóhannesarbrævið
Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum.
Fyrra Jóhannesarbrævið 3:17 Fyrra Jóhannesarbrævið
Men tann, ið hevur góðs heimsins – og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum – hvussu kann kærleiki Guds verða verandi í honum!
Malakias 3:17 Malakias
Og tann dag Eg útinni verk Mítt – sigur HARRIN Gud herskaranna – skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum.
Ápostlasøgan 4:32 Ápostlasøgan
Allur flokkur teirra, ið komin vóru til trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál; ikki ein segði um nakað av tí, sum hann átti, at tað var hansara egna; nei, tey høvdu alt í felagsskapi.
Ápostlasøgan 4:33 Ápostlasøgan
Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði var yvir teimum øllum.
Ápostlasøgan 4:34 Ápostlasøgan
Tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð; øll, ið áttu jørð og hús, seldu tað og komu við virði tess, sum tey høvdu selt,
Ápostlasøgan 4:35 Ápostlasøgan
og løgdu tað fyri føtur ápostlanna. Tað varð so býtt út til ein og hvønn, eftir sum honum tørvaði.
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Fyrra Jóhannesarbrævið 2:16 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum.