ogn / eisini: demonisk hald
35 versir um "ogn / eisini: demonisk hald"
Versir
Síða 1 av 1Ápostlasøgan 16:16 Ápostlasøgan
Nú hendi tað, einaferð vit fóru út til bønastaðið, at vit møttu gentu, ið hevði spádómsanda, og sum vann harrum sínum nógva inntøku við at spáa.
Ápostlasøgan 16:17 Ápostlasøgan
Hon gekk aftan á Paulusi og okkum, rópti og segði: „Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin!“
Ápostlasøgan 16:18 Ápostlasøgan
Hetta gjørdi hon í nógvar dagar. Tá harmaðist Paulus um tað, og hann vendi sær og segði við andan: „Í navni Jesu Krists sigi eg við teg, at tú skalt fara út úr henni!“ Og hann fór út í somu stund.
Efesusbrævið 6:10 Efesusbrævið
Og síðani: Verðið sterk í Harranum og í kraft veldis Hansara!
Efesusbrævið 6:11 Efesusbrævið
Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa tykkum móti svikaálopum Djevulsins!
Efesusbrævið 6:12 Efesusbrævið
Tí hjá okkum stendur bardagin ikki við blóð og hold, men við tignirnar og veldini, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.
Efesusbrævið 6:13 Efesusbrævið
Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum!
Efesusbrævið 6:14 Efesusbrævið
Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar!
Efesusbrævið 6:15 Efesusbrævið
Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur!
Efesusbrævið 6:16 Efesusbrævið
Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda.
Efesusbrævið 6:17 Efesusbrævið
Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans – sum er orð Guds,
Efesusbrævið 6:18 Efesusbrævið
biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heilagu –
Jákupsbrævið 4:7 Jákupsbrævið
Verið tí Gudi undirgivin! Men standið Djevulinum ímóti, so skal hann flýggja frá tykkum!
Markus 5:1 Markus
So komu teir yvir um vatnið, til land Gerasena.
Markus 5:2 Markus
Við tað sama sum Hann var farin upp úr bátinum, kom ímóti Honum út úr grøvunum maður við óreinum anda.
Markus 5:3 Markus
Hann hevði tilhald sítt har í grøvunum, og eingin kundi longur binda hann, nei, ikki um tað so var við leinkjum.
Markus 5:4 Markus
Tí hann hevði mangan verið bundin við fótjørnum og leinkjum; leinkjurnar hevði hann skrætt av sær, og fótjørnini hevði hann slitið sundur, og eingin kundi temja hann.
Markus 5:5 Markus
Hann var altíð, bæði dag og nátt, í grøvunum og í fjøllunum, rópti og meinslaði seg sjálvan við steinum.
Markus 5:6 Markus
Táið hann nú sá Jesus langt burtur, rann hann til Hansara, kastaði seg niður fyri Honum
Markus 5:7 Markus
og rópti hart: „Hvat havi eg við Teg at gera, Jesus, Sonur hins hægsta Guds! Eg taki Teg í eið um Gud, at Tú pínir meg ikki!“
Markus 5:8 Markus
Tí Hann segði við hann: „Far út úr manninum, óreini andi!“
Markus 5:9 Markus
Tá spurdi Hann hann: „Hvussu eitur tú?“ Hann svaraði Honum: „Legión er navn mítt; tí vit eru nógvir.“
Markus 5:10 Markus
Hann bønaði Hann nú, ikki at reka teir burt haðani av leið.
Markus 5:11 Markus
Nú lá har við fjallið stórt svínafylgi og át.
Markus 5:12 Markus
Og teir bóðu Hann: „Send okkum í svínini, so vit kunnu fara í tey!“
Markus 5:13 Markus
Hann gav teimum loyvi til tað. Tá fóru hinir óreinu andarnir út og fóru í svínini; og fylgið, eini 2000 í tali, stoytti sær út av bakkanum í vatnið og druknaði í vatninum.
Markus 5:14 Markus
Men svínahirðarnir tóku til beins og fóru og søgdu frá tí inni í staðnum og í bygdunum har. Og fólk fór út at síggja, hvat tað var, ið hent hevði.
Markus 5:15 Markus
Táið tey nú komu til Jesus, sóu tey hann, ið settur hevði verið av illum andum – sum legiónin hevði verið í – sita ílatnan og við seg sjálvan; og tey óttaðust.
Markus 5:16 Markus
Men teir, ið sæð høvdu, søgdu teimum frá, hvussu til hevði gingist við honum, ið settur hevði verið av illum andum, og um svínini.
Markus 5:17 Markus
Tá fóru tey at biðja Hann um at fara burtur av leiðum teirra.
Markus 5:18 Markus
Táið Hann so fór í bátin, bað hin, ið settur hevði verið av illum andum, um loyvi at vera hjá Honum.
Markus 5:19 Markus
Hann gav honum tó ikki loyvi til tað, men segði við hann: „Far heim til tín sjálvs, til tíni egnu, og sig teimum frá stórverkunum, ið Harrin hevur gjørt fyri teg, og at Hann hevur miskunnað tær!“
Markus 5:20 Markus
Tá fór hann avstað og fór at kunngera í Dekapolis stórverkini, ið Jesus hevði gjørt fyri hann; og øll undraðust.
Fyrra Pætursbrævið 2:9 Fyrra Pætursbrævið
Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heilag tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt,
Judasarbrævið 1:6 Judasarbrævið
og at einglunum, sum hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur Hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag.