ógilding

36 versir um "ógilding"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrra Korintbrævið 7:15 Fyrra Korintbrævið

Men skilir hin vantrúgvandi seg, so skilji hann seg! Bróðirin ella systirin eru ikki trælbundin í slíkum – men Gud hevur kallað okkum til frið.

8
Matteus 19:6 Matteus

So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“

6
Lukas 16:18 Lukas

Hvør tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor, og hvør tann, ið giftist við kvinnu, sum skild er frá manni sínum, drívur hor.

6
Fyrsta Mósebók 2:24 Fyrsta Mósebók

Tí fer maðurin frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.

5
Malakias 2:16 Malakias

Tí Eg hati skilnaðarsótt – sigur HARRIN Gud Ísraels; við henni sveipar ein yvirgang um klæði síni – sigur HARRIN Gud herskaranna. Aktið tí eftir anda tykkara og verið ikki trúleysir!

4
Matteus 5:31 Matteus

Eisini er sagt: „Tann, ið skilst frá konu síni, skal geva henni skilnaðarbræv.“

4
Matteus 5:32 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger, at hon drívur hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda kvinnu til ekta, drívur hor.

4
Matteus 19:8 Matteus

Hann svaraði teimum: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, gav Móses tykkum loyvi at skiljast frá konum tykkara; men av fyrstum hevur ikki verið so.

3
Matteus 19:9 Matteus

Og Eg sigi tykkum, at tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor, og giftist við aðrari, drívur hor; og tann, ið giftist við fráskildari kvinnu, drívur hor.“

3
Markus 10:2 Markus

Tá komu Fariseararnir og spurdu Hann – fyri at freista Hann: „Hevur maður loyvi at skiljast frá konu síni?“

3
Markus 10:3 Markus

Hann svaraði teimum: „Hvat boð hevur Móses givið tykkum?“

3
Markus 10:4 Markus

Teir søgdu: „Móses gav loyvi at skriva skilnaðarbræv og skiljast frá henni.“

3
Markus 10:5 Markus

Jesus segði við teir: „Tí hjørtu tykkara eru so hørð, skrivaði hann tykkum hetta boð.

3
Markus 10:6 Markus

Men úr upphavi, táið Gud skapti alt, skapti Hann tey til mann og kvinnu.

3
Markus 10:7 Markus

Tí skal maðurin fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína,

3
Markus 10:8 Markus

og tey skulu verða eitt hold. So eru tey tá ikki longur tvey, men eitt hold.

3
Markus 10:9 Markus

Tað, sum tí Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“

3
Markus 10:10 Markus

Heima við hús spurdu lærisveinarnir Hann aftur um hetta.

3
Markus 10:11 Markus

Hann svaraði teimum: „Tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor móti henni.

3
Markus 10:12 Markus

Og skilst kona frá manni sínum og giftist við øðrum, drívur hon hor.“

3
Fjórða Mósebók 30:1 Fjórða Mósebók

Móses segði hetta við Ísraelsmenn, í einum og øllum sum HARRIN hevði álagt honum.

2
Fjórða Mósebók 30:2 Fjórða Mósebók

Framvegis talaði Móses við høvd ætta Ísraelsmanna og segði: „Hetta er boðið, ið HARRIN hevur givið:

2
Fjórða Mósebók 30:3 Fjórða Mósebók

„Táið maður ger HARRANUM lyfti ella svør eið, sum hann bindur seg við til fráhald í einum ella øðrum, so skal hann ikki bróta orð sítt; alt tað, ið hann hevur sagt, skal hann gera.

2
Fjórða Mósebók 30:4 Fjórða Mósebók

Táið kvinna, meðan hon er ung og enn er heima hjá faðir sínum, ger HARRANUM lyfti ella bindur seg til fráhald í onkrum,

2
Fjórða Mósebók 30:5 Fjórða Mósebók

og faðir hennara fær at hoyra um lyfti hennara ella tað, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í, men tegir til tað, tá skulu øll lyfti hennara og hvørt band til fráhald, sum hon hevur lagt á seg, standa við makt.

2
Fjórða Mósebók 30:6 Fjórða Mósebók

Men um so er at faðir hennara, sama dag ið hann hoyrir um tað, sigur nei til tað, skal einki av lyftum hennara ella av tí, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í, standa við makt, og HARRIN skal fyrigeva henni, við tað at faðir hennara segði nei til tað.

2
Fjórða Mósebók 30:7 Fjórða Mósebók

Verður hon gift, og lyfti hvílir á henni, ella eitt tankaleyst orð er lopið henni av munninum, sum hon hevur bundið seg við,

2
Fjórða Mósebók 30:8 Fjórða Mósebók

og maður hennara fær at hoyra um tað, men tegir til tað, tann dag ið hann fær at hoyra um tað, tá skulu lyfti hennara og tey bond til fráhald, ið hon hevur lagt á seg, standa við makt.

2
Fjórða Mósebók 30:9 Fjórða Mósebók

Men um so er at maður hennara, sama dag ið hann hoyrir um tað, sigur nei til tað, so ger hann til einkis lyftið, ið hon hevur á sær, og somuleiðis tað tankaleysa orðið, ið er lopið henni av munninum, og sum hon hevur bundið seg við, og HARRIN skal fyrigeva henni.

2
Fjórða Mósebók 30:10 Fjórða Mósebók

Tað, ið einkja ella burtrikin kona hevur lovað, tað skal standa við makt fyri hana, hvat tað so er, ið hon hevur bundið seg til.

2
Fjórða Mósebók 30:11 Fjórða Mósebók

Um hon í húsi mans síns lovar okkurt ella við eiði bindur seg til fráhald í einum ella øðrum,

2
Fjórða Mósebók 30:12 Fjórða Mósebók

og maður hennara fær at hoyra um tað, men tegir og sigur ikki nei til tað, tá skulu øll lyfti hennara og hvørt band til fráhald, ið hon hevur lagt á seg, standa við makt.

2
Fjórða Mósebók 30:13 Fjórða Mósebók

Men ger maður hennara tað til einkis, sama dag ið hann hoyrir um tað, tá skal einki standa við makt av tí, ið er lopið henni av munninum, tað veri nú lyfti, ið hon hevur lovað, ella okkurt, ið hon hevur bundið seg til at vera fráhaldandi í; maður hennara hevur gjørt tað til einkis, og HARRIN skal fyrigeva henni.

2
Fjórða Mósebók 30:14 Fjórða Mósebók

Eitt og hvørt lyfti og eitt og hvørt band til fráhald og føstu, sum hon við eiði hevur lagt á seg, kann maður hennara annaðhvørt staðfesta ella gera til einkis.

2
Fjórða Mósebók 30:15 Fjórða Mósebók

Men tegir maður hennara til tað inntil dagin eftir, so hevur hann staðfest øll lyfti hennara ella tey bond til fráhald, ið á henni hvíla; hann hevur staðfest tað, við tað at hann tagdi til tað, tann dag hann hoyrdi um tað.

2
Fjórða Mósebók 30:16 Fjórða Mósebók

Ger hann tað ikki til einkis, fyrrenn eina tíð eftir at hann hevur hoyrt um tað, so skal hann bøta fyri misgerð hennara!““

2