ófruktagóðar kvinnur
35 versir um "ófruktagóðar kvinnur"
Versir
Síða 1 av 1Esaias 54:1 Esaias
Fegnast, tú ófruktbara, tú, ið ikki hevur føtt! Sker í gleðisong og ver fró, tú, sum ikki hevur havt verkir! Tí børn hinnar einsligu kvinnu eru fleiri enn hennara, sum hevur mann – sigur HARRIN.
Esaias 54:2 Esaias
Rúmka stað tjalds tíns, lat teir spenna út teppi bústaðar tíns, forða tí ikki! Ger tjaldtog tíni long og slá hælirnar fastar!
Esaias 54:3 Esaias
Tí tú skalt breiða teg út, bæði til høgru og til vinstru, og avkom títt skal taka fólkasløg í ogn og byggja upp aftur oyddar býir.
Esaias 54:4 Esaias
Óttast ikki – tú skalt ikki verða til skammar! Lat ikki spottið gera tær mun – tú skalt ikki standa vónbrotin! Nei, skomm ungdóms tíns skalt tú gloyma, og vanæru einkjutíðar tínar skalt tú ikki minnast longur.
Esaias 54:5 Esaias
Tí skapari tín er ektamaður tín – HARRIN Gud herskaranna er navn Hansara – og hin Heilagi í Ísrael er loysnari tín; Gud alrar jarðarinnar kallast Hann.
Esaias 54:6 Esaias
Tí sum vrakaða konu við sorg í hjartanum kallar HARRIN teg, og ungdómsbrúður – hvør fer at havna hana! sigur Gud tín.
Esaias 54:7 Esaias
Lítla løtu vendi Eg tær bakið, men í stórari miskunn skal Eg savna teg.
Esaias 54:8 Esaias
Táið vreiði Mín rann útav, fjaldi Eg lítla løtu ásjón Mína fyri tær, men við ævigari náði miskunni Eg tær – sigur HARRIN, endurloysari tín.
Esaias 54:9 Esaias
Sum nóaflóð er hetta Mær; so sum Eg svór, at nóaflóð skuldi ikki koma yvir jørðina uppaftur, havi Eg nú svorið, at Eg skal ikki verða illur við teg ella deila teg.
Esaias 54:10 Esaias
Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast – sigur HARRIN, Hann, sum miskunnar tær.
Esaias 54:11 Esaias
Tú arma, sum stormur hevur heimsøkt, sum onga troyst hevur funnið! Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum;
Esaias 54:12 Esaias
Eg geri múrtindar tínar av rubinum, portur tíni av karfunklum og allan múrin rundan um teg av dýrum steinum!
Esaias 54:13 Esaias
Øll børn tíni skulu verða lærd av HARRANUM, og børn tíni skulu njóta miklan frið.
Esaias 54:14 Esaias
Við rættvísi skalt tú verða grundfest; lat angist vera langt frá tær, tí tú skalt einki hava at óttast! Ver trygg fyri ræðslu, tí hon skal ikki koma tær nær!
Esaias 54:15 Esaias
Taka teir seg saman ímóti tær, er tað ikki eftir vilja Mínum; teir, sum taka seg saman ímóti tær, skulu falla fyri tær.
Esaias 54:16 Esaias
Tað eri Eg, ið skapi smiðin, sum blæsur í koleldin og framleiðir amboð til verk sítt, og tað eri Eg, ið skapi oyðaran til at forkoma.
Esaias 54:17 Esaias
Einki vápn, ið smíðað verður móti tær, skal fáa sigur, og hvørja tungu, sum reisir søk móti tær, skalt tú fáa dómfelda. – Hetta er arvur tænara HARRANS og rætturin, ið teir fáa frá Mær – sigur HARRIN.
Sálmarnir 113:9 Sálmarnir
Hann, sum letur hina ófruktbøru konu sita sum glaða barnamóður! – Halleluja!
Lukas 23:29 Lukas
Tí dagar koma, táið sagt fer at verða: „Sælar eru hinar ófruktbøru, lívini, ið ikki føddu, og bróstini, ið ikki góvu at súgva.“
Fyrsta Mósebók 25:21 Fyrsta Mósebók
Ísakur bað til HARRAN fyri konu síni, tí hon var ófruktbør; og HARRIN bønhoyrdi hann, Rebekka, kona hansara, varð við barn.
Sálmarnir 127:3 Sálmarnir
Børn eru gáva HARRANS, lívsfrukt er løn.
Sálmarnir 127:4 Sálmarnir
Sum pílar í hond hins veldiga kappa eru synir, ið ein fær í ungdóminum.
Sálmarnir 127:5 Sálmarnir
Lukkuligur er tann maður, ið hevur pílahúsan fullan av teimum; teir verða ikki til skammar, táið teir tala við fíggindar í portrinum.
Hebrearabrævið 11:11 Hebrearabrævið
Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.
Sálmarnir 128:3 Sálmarnir
Kona tín er sum fruktbart víntræ inni í húsi tínum, børn tíni eru sum oljukvistar rundan um borð títt.
Sálmarnir 128:4 Sálmarnir
Ja, soleiðis verður tann maður signaður, sum óttast HARRAN.
Sálmarnir 128:5 Sálmarnir
HARRIN skal signa teg av Zion, og allar lívsdagar tínar skalt tú við gleði skoða, hvussu væl Jerusalem gongst.
Sálmarnir 128:6 Sálmarnir
Og tú skalt fáa at síggja barnabørn tíni. – Friður veri yvir Ísrael!
Lukas 1:7 Lukas
Men tey áttu einki barn; tí Elisabet var ófruktbør; og tey vóru bæði væl við aldur.
Fyrsta Mósebók 17:15 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud við Ábraham: „Sárai, konu tína, skalt tú ikki longur kalla Sárai – Sára skal vera navn hennara.
Fyrsta Mósebók 17:16 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa hana, og Eg skal eisini geva tær son við henni; ja, Eg skal signa hana, og hon skal verða til fólkasløg – kongar yvir fólkasløgum skulu koma av henni!“
Fyrsta Mósebók 29:31 Fyrsta Mósebók
Táið HARRIN sá, at Lea var forfjónað, opnaði hann móðurlív hennara, men Rakul var ófruktbør.
Fyrsta Mósebók 30:1 Fyrsta Mósebók
Táið Rakul sá, at hon og Jákup einki barn fingu, varð hon øvundsjúk á systur sína og segði við Jákup: „Lat meg fáa børn! Ella doyggi eg!“
Onnur Mósebók 23:26 Onnur Mósebók
Eingin kvinna skal vera í landi tínum, sum hittir reis ella er ófruktbør. Tú skalt náa fullan aldur.
Orðtøkini 30:16 Orðtøkini
Tey eru: Deyðaríkið og ófruktbart móðurlív, jørðin, sum aldri mettast av vatni, og eldurin, sum aldri sigur: „Nóg mikið!“