offur / gávur
25 versir um "offur / gávur"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““
Seinna Korintbrævið 9:6 Seinna Korintbrævið
Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum.
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Seinna Korintbrævið 9:8 Seinna Korintbrævið
Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, og soleiðis í yvirflóð kunnu gera alt gott verk
Seinna Korintbrævið 9:9 Seinna Korintbrævið
– sum skrivað er: „Hann stroyddi út, hann gav hinum fátæku; rættvísi hansara verður í allar ævir.“
Seinna Korintbrævið 9:10 Seinna Korintbrævið
Og Hann, sum gevur sáðmanninum sáð og breyð at eta, skal eisini geva tykkum sáð og lata tað økjast og lata ávøkstir rættvísi tykkara taka til,
Seinna Korintbrævið 9:11 Seinna Korintbrævið
so tit í øllum verða ríkir og kunnu vísa alt gávumildi, sum við okkum virkar, at Gud fær tøkk.
Seinna Korintbrævið 9:12 Seinna Korintbrævið
Tí hjálpin, sum kemur í lag við hesi tænastu, bøtir ikki bert um tað, ið fattast hinum heilagu; nei, hon ber eisini ávøkst í yvirflóð við tí, at mong takka Gudi.
Seinna Korintbrævið 9:13 Seinna Korintbrævið
Tí við tí roynda hjartalagi, henda hjálp vísir, koma tey at prísa Gudi fyri lýdni tykkara í játtanini av evangelii Kristusar og fyri, at tit av so góðum hjarta vísa teimum og øllum felagsskap –
Seinna Korintbrævið 9:14 Seinna Korintbrævið
við tað at tey eisini biðja fyri tykkum, og teimum leingist eftir tykkum – fyri teirrar Guds náði skuld, sum so ovurhonds rík er yvir tykkum.
Seinna Korintbrævið 9:15 Seinna Korintbrævið
Gudi veri tøkk fyri ósigiligu gávu Hansara!
Markus 12:41 Markus
Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv.
Markus 12:42 Markus
Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra.
Markus 12:43 Markus
Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.
Markus 12:44 Markus
Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.“
Lukas 12:33 Lukas
Seljið tað, sum tit eiga, og gevið olmussu! Gerið tykkum pungar, ið ikki slítast, skatt í Himli, sum ikki verður uppi, har eingin tjóvur sleppur at, og eingin mølur etur!
Lukas 12:34 Lukas
Tí har sum skattur tykkara er, verður hjarta tykkara við.
Ápostlasøgan 4:32 Ápostlasøgan
Allur flokkur teirra, ið komin vóru til trúgv, hevði eitt hjarta og eina sál; ikki ein segði um nakað av tí, sum hann átti, at tað var hansara egna; nei, tey høvdu alt í felagsskapi.
Ápostlasøgan 4:33 Ápostlasøgan
Við stórari kraft bóru ápostlarnir fram vitnisburðin um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði var yvir teimum øllum.
Ápostlasøgan 4:34 Ápostlasøgan
Tí ikki var eitt teirra, sum leið neyð; øll, ið áttu jørð og hús, seldu tað og komu við virði tess, sum tey høvdu selt,
Ápostlasøgan 4:35 Ápostlasøgan
og løgdu tað fyri føtur ápostlanna. Tað varð so býtt út til ein og hvønn, eftir sum honum tørvaði.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið
Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:18 Fyrra Timoteusarbrævið
Álegg teimum at gera gott, vera rík í góðum verkum, gávumild, góðgerin,
Fyrra Timoteusarbrævið 6:19 Fyrra Timoteusarbrævið
og soleiðis savna sær niðurfyri góðan grundvøll fyri tíðina, ið kemur, so tey kunnu grípa hitt sanna lív!