offur / gáva
21 versir um "offur / gáva"
Versir
Síða 1 av 1Markus 12:41 Markus
Hann setti Seg nú beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu fólkið legði pening í kistuna. Mong rík løgdu nógv.
Markus 12:42 Markus
Men ein fátæk einkja kom og legði tveir smápeningar, tilsamans eitt oyra.
Markus 12:43 Markus
Tá kallaði Hann lærisveinar Sínar til Sín og segði við teir: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja hevur lagt meir enn øll hini, sum løgdu í kistuna.
Markus 12:44 Markus
Tí tey løgdu øll av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alt, ið hon hevði, alla ogn sína.“
Seinna Korintbrævið 9:7 Seinna Korintbrævið
Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!
Orðtøkini 3:9 Orðtøkini
Ær HARRAN við tí, ið tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni!
Orðtøkini 3:10 Orðtøkini
So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum.
Malakias 3:8 Malakias
Skal tá menniskja ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær! – Tit siga: „Hvat hava vit rænt frá Tær!“ Tíggjundina og hinar heilagu gávur!
Malakias 3:9 Malakias
Bannið er komið yvir tykkum, og tit ræna frá Mær, ja, alt fólkið!
Malakias 3:10 Malakias
Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum – roynið Meg á henda hátt – sigur HARRIN Gud herskaranna – um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum!
Malakias 3:11 Malakias
Eg skal styggja burt etaran* fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Malakias 3:12 Malakias
Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land – sigur HARRIN Gud herskaranna.
Matteus 6:19 Matteus
Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!
Matteus 6:20 Matteus
Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!
Matteus 6:21 Matteus
Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.
Lukas 6:38 Lukas
Gevið, so skal tykkum verða givið – gott, stappað, rist, rokað mál skal verða givið tykkum í fangið! Tí við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált aftur.“
Lukas 21:1 Lukas
Táið Hann nú hugdi upp, kom Hann at síggja hini ríku, sum løgdu gávur sínar í tempulkistuna.
Lukas 21:2 Lukas
Tá sá Hann fátæka einkju, sum legði tveir smápeningar í hana.
Lukas 21:3 Lukas
Hann segði: „Sanniliga, sigi Eg tykkum: Henda fátæka einkja legði meir enn øll hini.
Lukas 21:4 Lukas
Tí øll hesi løgdu gávur sínar av yvirflóð síni; men hon legði av armóð síni alla ogn sína, sum hon hevði.“
Ápostlasøgan 20:35 Ápostlasøgan
Í øllum vísti eg tykkum, at soleiðis eiga vit at arbeiða og taka okkum av hinum veiku – og minnast orð Harrans Jesusar, at Hann hevur sjálvur sagt: „Sælari er at geva enn at fáa.““