obeliskar (minnisstøðir)

16 versir um "obeliskar (minnisstøðir)"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Mósebók 26:1 Triðja Mósebók

„Tit mugu ikki gera tykkum avgudar; skurðmyndir ella minnissteinar mugu tit ikki reisa tykkum og ikki seta steinar við myndum í landi tykkara fyri at tilbiðja hjá teimum; tí Eg eri HARRIN Gud tykkara!

9
Jeremias 43:13 Jeremias

Hann skal bróta sundur súlurnar í Betsemes í Egyptalandi og brenna gudahús Egyptalands av.

8
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók

Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;

6
Fimta Mósebók 12:3 Fimta Mósebók

Tit skulu ríva niður altar teirra og bróta sundur minnissteinar teirra; asjerur teirra skulu tit brenna, høgga niður gudamyndir teirra og strika navn teirra úr staðnum, har sum tey stóðu.

6
Fimta Mósebók 16:22 Fimta Mósebók

Heldur ikki mást tú reisa tær nakran minnisstein; tí slíkt hatar HARRIN Gud tín.“

6
Esaias 19:19 Esaias

Tann dag skal altar vera reist HARRANUM mitt í Egyptalandi, og merkissteinur skal vera reistur HARRANUM við landamarkið.

6
Esaias 19:20 Esaias

Tey skulu vera til tekin og vitnisburð um HARRAN Gud herskaranna í Egyptalandi; táið tey rópa til HARRAN undan teimum, ið kúga tey, skal Hann senda teimum frelsara og verjara, sum skal fría tey.

6
Onnur Mósebók 23:24 Onnur Mósebók

Tú mást ikki tilbiðja ella dýrka gudar teirra ella fylgja siðum teirra; nei, tú skalt ríva niður avgudamyndir teirra og bróta sundur minnissteinar teirra.

5
Fimta Mósebók 7:5 Fimta Mósebók

Nei, soleiðis skulu tit gera við tey: Altar teirra skulu tit ríva niður, minnissteinar teirra skulu tit bróta sundur, Asjerur teirra skulu tit høgga niður, og skurðgudamyndir teirra skulu tit brenna.

5
Seinna Kongabók 18:4 Seinna Kongabók

Hann fekk offurheyggjarnar burtur, breyt sundur minnissteinarnar og høgdi sundur Asjeruna; koparormin, ið Móses hevði gjørt, muldi hann í mjøl; tí líka til tá høvdu Ísraelsmenn brent roykilsi fyri honum – teir róptu hann Nehustan.

4
Seinna Kongabók 10:26 Seinna Kongabók

bóru út Asjerurnar í húsi Ba’als og brendu tær

3
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók

tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,

2
Seinna Krønikubók 14:3 Seinna Krønikubók

Hann fekk burtur altar hinna fremmandu guda og offurheyggjarnar, breyt sundur minnissteinarnar og høgdi Asjerurnar sundur.

2
Seinna Krønikubók 31:1 Seinna Krønikubók

Táið teir nú vóru lidnir við alt hetta, fóru allir Ísraelsmenn, ið har vóru staddir, út í býir Juda; teir brutu sundur minnissteinarnar, høgdu sundur Asjerurnar og rivu niður offurheyggjarnar og altarini í øllum Juda og Benjamin og í Efra’im og Manasse, inntil einki var eftir av teimum; síðani fóru allir Ísraelsmenn heimaftur í býir sínar, ein og hvør til ogn sína.

2
Ápostlasøgan 17:22 Ápostlasøgan

Paulus steig nú fram mitt á Areopagus og segði: „Tit menn í Aten! Eg síggi, at tit á allan hátt eru ógvuliga ídnir fyri gudsdýrkan tykkara.

2
Ápostlasøgan 17:23 Ápostlasøgan

Tí táið eg gekk um og hugdi at halgidómum tykkara, fann eg eisini altar við hesi innskrift: „Fyri ókendan Gud.“ – Hann, ið tit soleiðis dýrka og ikki kenna, Hann kunngeri eg tykkum.

2