nýtt og gamalt

11 versir um "nýtt og gamalt"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 1:14 Jóhannes

Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.

5
Seinna Timoteusarbrævið 3:16 Seinna Timoteusarbrævið

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,

5
Hebrearabrævið 8:6 Hebrearabrævið

Men nú hevur Hann fingið so mikið betri tænastu, sum tað er betri sáttmáli, Hann er millummaður fyri, ein, ið grundaður er á betri lyftum.

4
Hebrearabrævið 8:7 Hebrearabrævið

Tí hevði hin fyrri verið ólastandi, so hevði ikki verðið leitað eftir staði fyri øðrum.

4
Hebrearabrævið 8:8 Hebrearabrævið

– Tað er jú lastandi orð, Hann talar til teirra, táið Hann sigur: „Dagar koma – sigur Harrin – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og hús Juda,

4
Hebrearabrævið 8:9 Hebrearabrævið

ikki sáttmála sum hann, Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi; tí teir vórðu ikki verandi í sáttmála Mínum, og Eg legði einki í teir – sigur Harrin.

4
Hebrearabrævið 8:10 Hebrearabrævið

Nei, hetta er sáttmálin, Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagar – sigur Harrin: Eg skal leggja lógir Mínar í sinni teirra, Eg skal skriva tær í hjørtu teirra, og Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.

4
Hebrearabrævið 8:11 Hebrearabrævið

Tey skulu ikki læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn Harran!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, frá hinum minsta millum teirra til hin størsta.

4
Hebrearabrævið 8:12 Hebrearabrævið

Tí Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra.“

4
Hebrearabrævið 8:13 Hebrearabrævið

– Táið Hann sigur: „Nýggjan“ – hevur Hann dømt hin fyrra at vera gamlan; men tað, sum gamalt verður og eldist, er tætt við at hvørva.

4
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið

Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.

4