nýggjar og gamlar víntokur
3 versir um "nýggjar og gamlar víntokur"
Versir
Síða 1 av 1Matteus 9:17 Matteus
Ei heldur verður nýtt vín latið í gamlar skinnsekkir; annars spreingjast skinnsekkirnir, og vínið fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast; nei, nýtt vín verður latið í nýggjar skinnsekkir; so varðast báðir partar.“
Markus 2:22 Markus
Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí vínið spreingir sekkirnar, og bæði tað og sekkirnir fara fyri einki. Nei, nýtt vín skal í nýggjar skinnsekkir!“
Lukas 5:39 Lukas
Men eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, vil hava nýtt; tí hann sigur: „Hitt gamla er gott!““