nøvn Guds
15 versir um "nøvn Guds"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 3:14 Onnur Mósebók
Gud segði við Móses: „Eg eri Tann, Eg Eri!“ Og Hann segði: „So skalt tú siga við Ísraelsmenn: „„Eg Eri“ hevur sent meg til tykkara!““
Esaias 9:6 Esaias
Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Sálmarnir 23:1 Sálmarnir
Sálmur. Eftir Dávid. HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Jeremias 23:6 Jeremias
Á døgum Hansara skal Juda frelsast, og Ísrael búgva trygt; og hetta er navnið, ið Hann skal verða kallaður við: HARRIN Rættvísi okkara.
Opinberingin 1:8 Opinberingin
Eg eri alfa og omega,* sigur Gud Harrin, Hann, sum er, sum var, og sum kemur, hin Alvaldi.
Fyrsta Mósebók 1:1 Fyrsta Mósebók
Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
Fyrsta Mósebók 22:14 Fyrsta Mósebók
Ábraham gav hesum staðnum navnið „HARRIN sær“; nú á døgum eitur tað „Fjallið, har sum HARRIN letur Seg síggja“.
Onnur Mósebók 15:26 Onnur Mósebók
Hann segði: „Lurtar tú eftir HARRANUM Gudi tínum, og gert tú tað, sum rætt er í eygum Hansara, aktar eftir boðum Hansara og heldur allar fyriskipanir Hansara, so skal Eg onga av teimum sjúkum leggja á teg, sum Eg legði á Egyptar – men Eg eri HARRIN, lækni tín!“
Onnur Mósebók 17:15 Onnur Mósebók
So reisti Móses altar og kallaði tað: „HARRIN er hermerki mítt.“
Dómararnir 6:24 Dómararnir
Tá reisti Gideon har HARRANUM altar og kallaði tað „HARRIN er Friður“; tað stendur enn í dag í Ofra Abiezerita.
Sálmarnir 83:18 Sálmarnir
Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar!
Esaias 7:14 Esaias
Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.*
Jóhannes 1:1 Jóhannes
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.
Jóhannes 8:58 Jóhannes
Jesus segði við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Áðrenn Ábraham varð til, eri Eg!“
Opinberingin 19:16 Opinberingin
Á kappanum og á lendum Sínum hevur Hann navn skrivað: „Kongur konga og Harri harra.“