nøvn
19 versir um "nøvn"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 22:1 Orðtøkini
Gott navn er meiri vert enn nógv ríkidømi; at vera væl umtóktur er betri enn silvur og gull.
Fyrsta Mósebók 17:5 Fyrsta Mósebók
Tú skalt tí ikki longur eita Ábram; nei, Ábraham skal vera navn títt; tí Eg geri teg til faðir at nógvum fólkasløgum.
Prædikarin 7:1 Prædikarin
Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.
Esaias 62:2 Esaias
Tjóðirnar skulu síggja rættvísi tína, og allir kongar dýrd tína, og tú skalt verða kallað við nýggjum navni, sum muður HARRANS skal nevna.
Ápostlasøgan 4:12 Ápostlasøgan
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“
Opinberingin 2:17 Opinberingin
Tann, ið oyru hevur, hoyri tað, sum Andin sigur við samkomurnar! – Tann, ið sigrar, honum skal Eg geva av hinum fjalda manna, og Eg skal geva honum hvítan stein, og nýtt navn – skrivað á steinin – sum eingin kennir uttan tann, ið fær tað.“
Fyrsta Mósebók 2:19 Fyrsta Mósebók
Gud HARRIN hevði úr jørðini myndað øll dýr á markini og allar fuglar undir himli; og Hann leiddi tey til Ádam fyri at vita, hvat hann fór at kalla tey; tað, ið Ádam kallaði hvønn livandi skapning, tað skuldi vera navn hansara.
Fyrsta Mósebók 2:20 Fyrsta Mósebók
Ádam gav tá øllum fænum navn, somuleiðis fuglunum undir himli og øllum dýrunum á markini; men Ádami var eingin hjálp at finna, slík, sum hóskaði honum.
Fyrsta Mósebók 17:15 Fyrsta Mósebók
Framvegis segði Gud við Ábraham: „Sárai, konu tína, skalt tú ikki longur kalla Sárai – Sára skal vera navn hennara.
Fyrsta Mósebók 32:28 Fyrsta Mósebók
Men Hann segði: „Tú skalt ikki eita Jákup longur; tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Gud og menniskju, og vunnið!“
Esaias 43:1 Esaias
Men nú – so sigur HARRIN, Hann, sum skapti teg, Jákup, Hann, sum myndaði teg, Ísrael: Óttast ikki! Eg havi frelst teg, Eg havi kallað teg við navni, tú ert Mín!
Matteus 1:21 Matteus
Hon skal eiga son, og tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.“
Filippibrævið 2:9 Filippibrævið
Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er,
Filippibrævið 2:10 Filippibrævið
fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru,
Filippibrævið 2:11 Filippibrævið
og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.
Opinberingin 3:12 Opinberingin
Tann, ið sigrar, skal Eg gera til stuðul í templi Guds Míns, og hann skal aldri aftur fara út haðani; og Eg skal skriva á hann navn Guds Míns, navn staðar Guds Míns, hins nýggja Jerusalems, sum kemur niður av Himli frá Gudi Mínum, og navn Mítt, hitt nýggja.
Onnur Mósebók 3:15 Onnur Mósebók
Framvegis segði Gud við Móses: „So skalt tú siga við Ísraelsmenn: „HARRIN Gud fedra tykkara, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups, hevur sent meg til tykkara!“ – Hetta er navn Mítt til ævigar tíðir, og soleiðis skulu tey mann eftir mann kalla Meg.
Jóhannes 10:3 Jóhannes
Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðurin hoyrir rødd hansara, og hann rópar seyð sín við navni og leiðir hann út.
Jóhannes 15:16 Jóhannes
Tit hava ikki útvalt Meg, nei, Eg havi útvalt tykkum; og Eg havi sett tykkum til tað, at tit skulu fara út og bera ávøkst, og ávøkstur tykkara skal vara við, so Faðirin kann geva tykkum alt, sum tit biðja Hann um í navni Mínum.