nútíðarhendingar

75 versir um "nútíðarhendingar"

Versir

Síða 2 av 2
Ezekiel 38:4 Ezekiel

Eg skal venda tær við, krøkja krókar í kjálkar tínar og leiða teg út við øllum heri tínum, hestum og hestmonnum – allir eru teir í vøkrum klæðum, veldigur skari við stórum og smáum skjøldum, allir við svørði í hond.

2
Ezekiel 38:5 Ezekiel

Persarar, Etioparar og Putearar eru við teimum, allir við skjøldi og hjálmi.

2
Ezekiel 38:6 Ezekiel

Gomer við øllum herflokkum sínum, Togarmafólk úr ytsta Norðurlandi við øllum herflokkum sínum – mong fólkasløg eru við tær.

2
Ezekiel 38:7 Ezekiel

Vápna teg og ger alt liðugt, tú og allir skarar tínir, sum saman eru komnir hjá tær! Tú skalt vera yvirmaður teirra.

2
Ezekiel 38:8 Ezekiel

Táið long tíð er gingin, skulu boð koma eftir tær; táið árini eru at enda, skalt tú koma til tað land, sum aftur er vunnið undan svørðinum, til tjóð, ið savnað er saman frá mongum fólkasløgum, niðan á Ísraelsfjøll, sum so leingi lógu í oyði, tjóð, ið flutt er burt frá fólkasløgunum og nú býr trygt har tilsamans.

2
Ezekiel 38:9 Ezekiel

Tú skalt fara niðan hagar; sum stormur skalt tú koma, sum skýggj skalt tú vera til at fjala landið, tú og allir herflokkar tínir og mong fólkasløg við tær.

2
Ezekiel 38:10 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Tann dag skulu hugsanir koma upp í hjarta tínum, og tú skalt leggja upp ónd ráð

2
Ezekiel 38:11 Ezekiel

og siga: „Eg skal fara móti landi við opnum býum; eg skal koma yvir friðarlig fólk, sum búgva trygt, sum øll somul búgva við ongum múrum og hvørki hava porturstengur ella portur“

2
Ezekiel 38:12 Ezekiel

– til at ræna og taka herfong, til at venda hond tíni móti toftum, sum upp aftur eru bygdar, og móti fólki, ið savnað er saman frá heidningunum, sum hevur vunnið sær fæ og góðs, og sum býr á nalva* jarðarinnar.

2
Ezekiel 38:13 Ezekiel

Sjeba, Dedan, keypmenninir úr Tarsis og allar ungu leyvur teirra skulu siga við teg: „Kemur tú at ræna? Hevur tú savnað skarar tínar til at taka herfong, til at fara avstað við silvuri og gulli, til at ræna fæ og góðs, til at taka rán í stórum?“

2
Ezekiel 38:14 Ezekiel

Profetera tí, menniskjasonur, og sig við Gog: So sigur Harrin HARRIN: Ja, tann dag Ísrael, fólk Mítt, býr trygt, skalt tú fáa at vita av tí.

2
Ezekiel 38:15 Ezekiel

Og tá skalt tú koma úr landi tínum, úr ytsta Norðurlandi, tú og mong fólkasløg við tær, allir samlir ríðandi á hestum, stórur skari, veldigur herur.

2
Ezekiel 38:16 Ezekiel

Sum skýggj skalt tú koma móti Ísrael, fólki Mínum, og fjala landið. Á síðstu døgum skal hetta henda; tá lati Eg teg koma yvir land Mítt – fyri at tjóðirnar skulu læra Meg at kenna, táið Eg fyri eygum teirra prógvi Meg heilagan á tær, Gog!

2
Ezekiel 38:17 Ezekiel

So sigur Harrin HARRIN: Er tað um teg, Eg havi talað í fornum døgum við tænarum Mínum profetum Ísraels, teimum, ið profeteraðu á teimum døgum, ár eftir ár, at Eg skuldi lata teg koma yvir tey?

2
Ezekiel 38:18 Ezekiel

Men sama dag, tann dag Gog kemur yvir Ísraelsland – sigur Harrin HARRIN – skal vreiði Mín stíga upp í ásjón Mína.

2
Ezekiel 38:19 Ezekiel

Og í vreiði Míni – í vreiðieldi Mínum – sigi Eg: Sanniliga, tann dag skal stórur jarðskjálvti verða í Ísraelslandi.

2
Ezekiel 38:20 Ezekiel

Fiskarnir í sjónum, fuglarnir undir himli, dýrini á markini, øll skriðdýr, ið á jørðini skríða, og øll menniskju, ið á jørðini búgva, skulu skelva fyri ásjón Míni, og fjøllini skulu detta umkoll, hamrarnir skulu rapla niður, og hvør múrur skal falla til jarðar.

2
Ezekiel 38:21 Ezekiel

Eg skal á øllum fjøllum Mínum kalla á svørðið móti honum – sigur Harrin HARRIN; svørð eins skal verða vent móti øðrum.

2
Ezekiel 38:22 Ezekiel

Eg skal halda dóm yvir honum við pest og við blóði, við grovregni og við grótheglingi; eld og svávul skal Eg lata regna niður yvir hann og skarar hansara og yvir tey mongu fólkasløg, ið við honum eru.

2
Ezekiel 38:23 Ezekiel

Eg skal prógva Meg stóran og heilagan og gera Meg kendan, so mangar tjóðir síggja – og tær skulu sanna, at Eg eri HARRIN.

2
Markus 8:34 Markus

Og Hann kallaði fólkið til Sín, og eisini lærisveinar Sínar, og segði við tey: „Tann, ið vil koma aftan á Mær, má avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.

2
Markus 8:35 Markus

Tí tann, sum vil bjarga lívinum, skal missa tað; men tann, sum missir lív sítt fyri Mína skuld og fyri evangeliums skuld, skal frelsa tað.

2
Markus 8:36 Markus

Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!

2
Markus 8:37 Markus

Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína!

2
Markus 8:38 Markus

Tann, ið skammast við Meg og orð Míni í hesi ótrúgvu og syndigu ætt, hann skal eisini Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Faðirs Síns við hinum heilagu einglum.“

2