nútíðar profetar
115 versir um "nútíðar profetar"
Versir
Síða 2 av 3Fyrra Korintbrævið 13:2 Fyrra Korintbrævið
Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, eri eg einki.
Fyrra Korintbrævið 13:3 Fyrra Korintbrævið
Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.
Fyrra Korintbrævið 13:4 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp;
Fyrra Korintbrævið 13:5 Fyrra Korintbrævið
hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa;
Fyrra Korintbrævið 13:6 Fyrra Korintbrævið
hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika;
Fyrra Korintbrævið 13:7 Fyrra Korintbrævið
hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.
Fyrra Korintbrævið 13:8 Fyrra Korintbrævið
Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur – tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala – hon skal halda uppat; og kunnskapur – hann skal fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:9 Fyrra Korintbrævið
Tí vit kenna í brotum, og vit profetera í brotum;
Fyrra Korintbrævið 13:10 Fyrra Korintbrævið
men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í brotum er, fáa enda.
Fyrra Korintbrævið 13:11 Fyrra Korintbrævið
Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga.
Fyrra Korintbrævið 13:12 Fyrra Korintbrævið
Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlit; nú kenni eg í brotum, men tá skal eg kenna til fulnar, eins og eg sjálvur eri til fulnar kendur.
Fyrra Korintbrævið 13:13 Fyrra Korintbrævið
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý – men størstur av teimum er kærleikin.
Efesusbrævið 4:11 Efesusbrævið
Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar,
Efesusbrævið 4:12 Efesusbrævið
fyri at hini heilagu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging,
Efesusbrævið 4:13 Efesusbrævið
inntil vit øll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapinum um Hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstarmark fyllingar Krists.
Efesusbrævið 4:14 Efesusbrævið
So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar.
Fyrra Jóhannesarbrævið 4:1 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.
Markus 6:4 Markus
Tá segði Jesus við tey: „Profetur er ikki vanvirdur uttan á sínum egna heimstaði, millum sítt egna skyldfólk og í sínum egna húsi!“
Jóhannes 15:20 Jóhannes
Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara“! Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við; hava tey hildið orð Mítt, fara tey at halda tykkara við.
Seinna Pætursbrævið 1:21 Seinna Pætursbrævið
Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.
Jeremias 14:14 Jeremias
Men HARRIN svaraði: Lygn profetera profetarnir í navni Mínum; Eg havi hvørki sent teir ella givið teimum nakað boð ella talað til teirra; lygisjónir og falskan spádóm og svik hjarta síns er tað, teir profetera fyri tykkum.
Jeremias 14:15 Jeremias
Tí sigur HARRIN so um profetarnar, sum tala í navni Hansara, tóat Hann hevur ikki sent teir, og sum siga, at svørð og hungur skulu ikki koma yvir hetta land: Svørð og hungur skulu gera enda á hesum profetum!
Jeremias 23:25 Jeremias
Eg havi hoyrt, hvat profetarnir siga, sum profetera lygn í navni Mínum og siga: „Eg havi droymt, eg havi droymt!“
Jeremias 23:26 Jeremias
Hvussu leingi skal hetta halda á? Hava teir í huga – hesir profetar, ið profetera lygn, og sum bera fram svikið úr sínum egna hjarta –
Jeremias 23:27 Jeremias
hugsa teir við dreymum sínum, sum teir siga hvør øðrum frá, at fáa fólk Mítt at gloyma navn Mítt, eins og fedrar teirra fyri Ba’als skuld gloymdu navn Mítt?
Jeremias 23:28 Jeremias
Tann profetur, ið hevur dreym – sigi hann frá dreyminum! Men tann, ið hevur orð Mítt – tali hann orð Mítt í sannleika – hvat hevur hálmurin við kornið at gera! – sigur HARRIN.
Jeremias 23:29 Jeremias
Er ikki orð Mítt sum eldur – sigur HARRIN – og sum hamari, ið sorar fjøll!
Jeremias 23:30 Jeremias
Tí skal Eg – sigur HARRIN – koma yvir profetarnar, ið stjala orð Míni hvør frá øðrum.
Jeremias 23:31 Jeremias
Ja, Eg skal – sigur HARRIN – koma yvir profetarnar, ið tala av sær sjálvum og tó siga: „So sigur HARRIN“.
Jeremias 23:33 Jeremias
Um nú hetta fólk ella onkur profetur ella onkur prestur spyr teg: „Hvat er „byrði“ HARRANS?“ so skalt tú siga teimum, hvat „byrðin“ er: [Tit eru byrðin,] og Eg skal blaka tykkum burt! sigur HARRIN.
Jeremias 23:34 Jeremias
Og tann profetur, tann prestur og tann av fólkinum, ið sigur: – „„Byrði“ HARRANS“ – tann mann og hús hansara skal Eg heimsøkja!
Jeremias 23:35 Jeremias
Nei, so skulu tit siga, hvør við næsta sín og hvør við bróður sín: „Hvat hevur HARRIN svarað?“ „Hvat hevur HARRIN talað?“
Jeremias 23:36 Jeremias
Men „„byrði“ HARRANS“ skal ikki takast upp á tunguna aftur; tí „byrði“ hvørs mans skal vera hansara egna orð – við tað at tit hava gjørt rangvørgt orð hins livandi Guds, HARRANS Guds herskaranna, Guds okkara.
Jeremias 23:37 Jeremias
So skalt tú siga við profetin: „Hvat hevur HARRIN svarað tær?“ „Hvat hevur HARRIN talað?“
Jeremias 23:38 Jeremias
Men siga tit: „„Byrði“ HARRANS“, tá sigur HARRIN so: Aftur fyri at tit siga hetta orðið: „„Byrði“ HARRANS“, tóat Eg sendi tykkum boð og segði: Tit mugu ikki siga: „„Byrði“ HARRANS“!
Jeremias 23:39 Jeremias
– ja, so skal Eg so heilt gloyma tykkum og blaka tykkum og býin, ið Eg gav tykkum og fedrum tykkara, burt frá ásjón Míni!
Jeremias 23:40 Jeremias
Og Eg skal leggja á tykkum æviga skomm og æviga vanæru, sum aldri skal verða gloymd!
Matteus 10:1 Matteus
Hann kallaði nú hinar tólv lærisveinar Sínar til Sín og gav teimum vald yvir óreinum andum, at reka teir út, og at grøða hvørja sjúku og hvønn veikleika.
Ápostlasøgan 13:1 Ápostlasøgan
Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.
Efesusbrævið 2:20 Efesusbrævið
tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.
Fyrra Tessalonikabrævið 5:20 Fyrra Tessalonikabrævið
Vanvirðið ikki profetiska talu –
Fyrra Tessalonikabrævið 5:21 Fyrra Tessalonikabrævið
nei, roynið alt, og havið hitt góða eftir!
Jákupsbrævið 1:17 Jákupsbrævið
Øll góð gáva og øll fullkomin gáva er omanífrá og kemur niður frá Faðir ljósanna, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi hjá.
Seinna Pætursbrævið 1:19 Seinna Pætursbrævið
So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir – eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði – inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara.
Seinna Pætursbrævið 1:20 Seinna Pætursbrævið
Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing.
Opinberingin 11:1 Opinberingin
Mær varð givið rør, líkt stavi, og sagt varð: „Reis teg og mál tempul Guds og altarið og tey, sum har tilbiðja!
Opinberingin 11:2 Opinberingin
Men forgarðin uttan fyri templið, leyp hann um, mál hann ikki! Tí hann er givin fólkasløgunum, og tey skulu 42 mánaðir traðka niður hin heilaga stað.
Opinberingin 11:3 Opinberingin
Eg skal geva vitnum Mínum báðum, at teir skulu profetera í 1260 dagar, klæddir í sekk.
Opinberingin 11:4 Opinberingin
Teir eru hini bæði oljutrøini og hinir báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar.
Opinberingin 11:5 Opinberingin
Ætlar onkur at gera teimum skaða, gongur út eldur úr munni teirra og oyðir fíggindar teirra – ja, ætlar onkur at gera teimum skaða, skal hann verða dripin soleiðis.