næsti tín
28 versir um "næsti tín"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 20:1 Onnur Mósebók
Nú talaði Gud øll hesi orð. Hann segði:
Onnur Mósebók 20:2 Onnur Mósebók
„Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi, úr trælahúsinum.
Onnur Mósebók 20:3 Onnur Mósebók
Tú mást ikki hava aðrar gudar enn Meg.
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók
Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;
Onnur Mósebók 20:5 Onnur Mósebók
tú mást ikki tilbiðja og ikki dýrka tað; tí Eg, HARRIN Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triðja og fjórða lið straffar børnini fyri misgerðir fedranna, tey, ið hata Meg,
Onnur Mósebók 20:6 Onnur Mósebók
men sum í túsund lið ger miskunn móti teimum, ið elska Meg og halda boð Míni.
Onnur Mósebók 20:7 Onnur Mósebók
Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.
Onnur Mósebók 20:8 Onnur Mósebók
Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan!
Onnur Mósebók 20:9 Onnur Mósebók
Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiði títt;
Onnur Mósebók 20:10 Onnur Mósebók
men sjeyndi dagurin er sabbatur HARRANS Guds tíns; tá mást tú einki arbeiði gera, hvørki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trælur tín, trælkvinna tín, fæ títt ella hin fremmandi, ið hjá tær er, innan fyri portur tíni.
Onnur Mósebók 20:11 Onnur Mósebók
Tí í seks dagar gjørdi HARRIN himmal, jørð og hav, við øllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi Hann; tí hevur HARRIN signað sabbatsdagin og halgað hann.
Onnur Mósebók 20:12 Onnur Mósebók
Ær faðir tín og móður tína, so tú kanst fáa langt lív í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær!
Onnur Mósebók 20:13 Onnur Mósebók
Tú mást ikki drepa.
Onnur Mósebók 20:14 Onnur Mósebók
Tú mást ikki dríva hor.
Onnur Mósebók 20:15 Onnur Mósebók
Tú mást ikki stjala.
Onnur Mósebók 20:16 Onnur Mósebók
Tú mást ikki bera rangan vitnisburð móti næsta tínum.
Onnur Mósebók 20:17 Onnur Mósebók
Tú mást ikki girnast hús næsta tíns. Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur træl hansara, trælkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara, ella nakað, ið næsti tín eigur.“
Onnur Mósebók 20:18 Onnur Mósebók
Men táið alt fólkið hoyrdi og sá toruna, snarljósini og lúðraljóðið og fjallið í royki, bivaðu tey og hildu seg langt burtur.
Onnur Mósebók 20:19 Onnur Mósebók
Og tey søgdu við Móses: „Tosa tú við okkum, so skulu vit lurta eftir; men lat ikki Gud tala við okkum, tí so doyggja vit!“
Onnur Mósebók 20:20 Onnur Mósebók
Men Móses segði við fólkið: „Óttist ikki! Gud er komin at royna tykkum, og fyri at ótti fyri Honum skal vera á tykkum, so tit synda ikki.“
Onnur Mósebók 20:21 Onnur Mósebók
So stóð fólkið langt burtur; men Móses fór nær at myrkrinum, sum Gud var í.
Onnur Mósebók 20:22 Onnur Mósebók
HARRIN segði nú við Móses: „Hetta skalt tú siga við Ísraelsmenn: „Tit hava sjálv sæð, at Eg havi talað við tykkum av Himli.
Onnur Mósebók 20:23 Onnur Mósebók
Tit mugu ongar gudar gera tykkum aftrat Mær; gudar av silvuri ella gulli mugu tit ikki gera tykkum!
Onnur Mósebók 20:24 Onnur Mósebók
Altar av flag skalt tú gera Mær, og á tí skalt tú ofra brennioffur og takkoffur tíni, smáfæ títt og neyt tíni; allastaðni har sum Eg lati navn Mítt verða minst, skal Eg koma til tín og signa teg.
Onnur Mósebók 20:25 Onnur Mósebók
Men gert tú Mær altar av gróti, so skalt tú ikki gera tað av høgdum steini; tí táið tú setur meitil á steinin, vanhalgar tú hann.
Onnur Mósebók 20:26 Onnur Mósebók
Tú mást ikki ganga á trappum upp at altari Mínum, fyri at ikki blygd tín skal verða ber yvir tí.““
Lukas 10:27 Lukas
Hann svaraði: „„Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.““
Jóhannes 14:15 Jóhannes
Elska tit Meg, so haldið boð Míni!