nær lívið byrjar

13 versir um "nær lívið byrjar"

Versir

Síða 1 av 1
Fyrsta Mósebók 2:7 Fyrsta Mósebók

Gud HARRIN myndaði menniskjað úr moldini í jørðini og blásti lívsanda í nøs hansara, so at menniskjað varð livandi sál.

7
Jeremias 1:5 Jeremias

„Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.“

7
Onnur Mósebók 21:22 Onnur Mósebók

Táið menn fara saman at berjast og fíra undir konu, ið er við barn, so at hon hittir reis, men eingin onnur vanlukka stendst av, so skal hann, ið gjørdi tað, lata í bót tað, ið maður konuna leggur á; hann skal lata tað, ið dómarar áleggja.

4
Onnur Mósebók 21:23 Onnur Mósebók

Men stendst vanlukka av, so skal lív latast fyri lív!

4
Onnur Mósebók 21:24 Onnur Mósebók

– Eyga fyri eyga, tonn fyri tonn, hond fyri hond, fót fyri fót,

4
Onnur Mósebók 21:25 Onnur Mósebók

brent fyri brent, sár fyri sár, kúlu fyri kúlu!

4
Sálmarnir 139:13 Sálmarnir

Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.

4
Sálmarnir 139:14 Sálmarnir

Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.

4
Sálmarnir 139:15 Sálmarnir

Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.

4
Sálmarnir 139:16 Sálmarnir

Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.

4
Job 33:4 Job

Andi Guds hevur skapt meg; andablástur hins Alvalda heldur mær á lívi.

3
Esaias 49:1 Esaias

Hoyrið Meg, tit oyggjar, lurtið eftir, tit fólk langt burtur! HARRIN hevur frá móðurlívi kallað Meg, Hann hevur frá móðurfangi nevnt navn Mítt.

2
Galatiabrævið 1:15 Galatiabrævið

Men táið Gudi líkaði – sum úr móðurlívi hevði tikið meg út, og sum kallaði meg við náði Síni –

2