Noomi

63 versir um "Noomi"

Versir

Síða 2 av 2
Rutt 3:6 Rutt

So fór hon oman á treskiplássið og gjørdi, á allan hátt sum vermóðir hennara hevði álagt henni.

2
Rutt 3:7 Rutt

Táið Boaz hevði etið og drukkið og var í góðum lagi, fór hann og legðist við enda korndungans; tá kom hon spakuliga og lyfti upp kappan við føtur hansara og legðist har.

2
Rutt 3:8 Rutt

Á midnátt varð maðurin kløkkur, og táið hann settist upp undir seg, sá hann, at kvinna lá við føtur hansara.

2
Rutt 3:9 Rutt

Hann segði tá: „Hvør ert tú?“ Hon svaraði: „Eg eri Rutt, tænastukvinna tín – breið út kappahorn títt yvir tænastukvinnu tína, tí tú ert loysari mín!“

2
Rutt 3:10 Rutt

Tá segði hann: „HARRIN signi teg, dóttir mín! Tú hevur nú víst enn meiri kærleika enn áður – at tú ert ikki farin eftir hinum ungu dreingjunum, hvørki fátækum ella ríkum!

2
Rutt 3:11 Rutt

Óttast tí nú ikki, dóttir mín! Alt tað, ið tú sigur, skal eg gera fyri teg; tí alt fólkið í býi mínum veit, at tú ert dugnalig kvinna.

2
Rutt 3:12 Rutt

Tað er, sum tú sigur: Eg eri loysari tín; men annar loysari er, sum er nærri enn eg.

2
Rutt 3:13 Rutt

Verð nú her í nátt! Vil hann so í morgin loysa teg – gott, so lat hann tað! Men hevur hann ikki hug at loysa teg, so loysi eg teg – so satt sum HARRIN livir! Verð nú liggjandi inntil í morgin ári!“

2
Rutt 3:14 Rutt

Hon varð tá liggjandi við føtur hansara inntil um morgunin; men hon reistist, áðrenn fólk enn kendu hvørt annað, tí hann hugsaði: „Tað má ikki spyrjast, at kvinna er komin higar á treskiplássið!“

2
Rutt 3:15 Rutt

Síðani segði hann: „Kom higar við kápuni, ið tú ert í – halt hana fram!“ Og táið hon helt hana fram, máldi hann seks mál av byggi og gav henni tað at bera. So fór hon inn í býin.

2
Rutt 3:16 Rutt

Táið hon kom til vermóður sína, segði vermóðirin: „Hvussu gekst, dóttir mín?“ Hon segði henni tá alt, ið maðurin hevði gjørt við hana,

2
Rutt 3:17 Rutt

og segði: „Hesi seks málini av byggi gav hann mær, tí hann segði: „Tú skalt ikki koma tómhent heim til vermóður tína!““

2
Rutt 3:18 Rutt

Tá segði hon: „Halt teg nú kvirra, dóttir mín, inntil tú fært at síggja, hvussu gongur! Tí tann maðurin gevst ikki, fyrrenn hann fær hesi viðurskifti gjørd av, og tað í dag!“

2