Noomi

63 versir um "Noomi"

Versir

Síða 1 av 2
Rutt 1:1 Rutt

Á teimum døgum ið dómararnir stjórnaðu, kom einaferð hungursneyð í landinum. Tá fór maður úr Betlehem í Juda til Móabsland at búgva har sum fremmandur við konu síni og báðum sonum sínum.

3
Rutt 1:2 Rutt

Maðurin æt Elimelek, kona hansara No’omi, og synir hansara Malon og Kiljon; teir vóru Efratitar, úr Betlehem í Juda. Tey komu nú til Móabsland og vórðu verandi har.

3
Rutt 1:3 Rutt

So doyði Elimelek, maður No’omi, og hon sat eftir við báðum sonum sínum.

3
Rutt 1:4 Rutt

Teir tóku sær móabitiskar konur; onnur æt Orpa, og onnur Rutt. Men táið tey høvdu búð har eini tíggju ár,

3
Rutt 1:5 Rutt

doyðu teir báðir við, Malon og Kiljon, so at kvinnan sat einsamøll eftir báðar synir sínar og mann sín.

3
Rutt 1:6 Rutt

Tá fór hon avstað við sonarkonum sínum, til at fara heimaftur úr Móabslandi; tí hon hevði frætt í Móabslandi, at HARRIN hevði vitjað fólk Sítt og givið teimum breyð.

3
Rutt 1:7 Rutt

Hon fór nú við báðum sonarkonum sínum avstað, haðani sum hon hevði havt tilhald. Men á leiðini heimaftur til Judaland

3
Rutt 1:8 Rutt

segði No’omi við báðar sonarkonur sínar: „Vendið nú við og farið heimaftur, hvør til hús móður sínar! HARRIN veri tykkum góður, eins og tit hava verið góðar, bæði við teir, ið farnir eru, og við meg!

3
Rutt 1:9 Rutt

HARRIN gevi tykkum, at tit finna eitt heim, hvør í húsi mans síns!“ So kysti hon tær. Men tær skóru í grát

3
Rutt 1:10 Rutt

og søgdu við hana: „Nei, vit koma við tær heimaftur til fólk títt!“

3
Rutt 1:11 Rutt

Tá segði No’omi: „Vendið við, døtur mínar! Hví vilja tit koma við mær? Beri eg enn synir í fanginum, sum kunnu verða menn tykkara!

3
Rutt 1:12 Rutt

Vendið við, døtur mínar, farið nú heimaftur! Eg eri ov gomul at verða kona nakran mann! Og um eg so helt, at eg hevði vón enn, ja, um eg so hesa nátt gav manni meg, og um so var, at eg fekk synir,

3
Rutt 1:13 Rutt

skuldu tit fyri tað bíðað, inntil teir komu til! Skuldu tit fyri tað stongt tykkum inni og livað ógiftar! Nei, døtur mínar! Mær tykir so hjartaliga synd í tykkum – tí meg hevur hond HARRANS rámt, og tað hart!“

3
Rutt 1:14 Rutt

Tær skóru nú aftur í grát. Og Orpa kysti vermóður sína, men Rutt vildi ikki skiljast frá henni.

3
Rutt 1:15 Rutt

Tá segði hon: „Tú sært, at hin sonarkona mín er farin heimaftur til fólk sítt og gud sín – far tú nú eisini heimaftur og fylg við hini sonarkonu míni!“

3
Rutt 1:16 Rutt

Men Rutt svaraði: „Royn ikki at yvirtala meg at fara frá tær og fara heimaftur! Nei, hagar sum tú fert, hagar fari eg, og har sum tú búsetist, har búsetist eg; fólk títt skal vera fólk mítt, og Gud tín skal vera Gud mín;

3
Rutt 1:17 Rutt

har sum tú doyrt, vil eg doyggja, og har vil eg verða jarðað. HARRIN lati mær gangast illa, bæði nú og hereftir, um nakað annað enn deyðin skilir meg frá tær!“

3
Rutt 1:18 Rutt

Táið No’omi nú sá, at hon vikaðist ikki frá at koma við henni, gavst hon at tosa við hana um tað.

3
Rutt 1:19 Rutt

Tær hildu so fram báðar, inntil tær komu til Betlehem. Men táið tær komu til Betlehem, kom røringur í allan staðin, og kvinnurnar søgdu: „Er hetta No’omi?“

3
Rutt 1:20 Rutt

Men hon segði við tær: „Kallið meg ikki No’omi*! Kallið meg Mara,** tí hin Alvaldi hevur latið nógva sorg koma yvir meg!

3
Rutt 1:21 Rutt

Rík fór eg hiðani, og fátæka hevur HARRIN latið meg koma aftur. Hví kalla tit meg No’omi, táið HARRIN hevur vitnað móti mær, og hin Alvaldi hevur latið mær gangast so illa?“

3
Rutt 1:22 Rutt

– So kom No’omi tá aftur úr Móabslandi við sonarkonu síni, Móabitkvinnuni Rutt – tær komu til Betlehem fyrst í byggskurðinum.

3
Rutt 2:1 Rutt

Nú var ein skyldmaður mann No’omi, ríkur maður av ætt Elimeleks; hann æt Boaz.

2
Rutt 2:2 Rutt

Móabitkvinnan Rutt segði við No’omi: „Lat meg fara út á akurin og sanka øks eftir onkrum, fyri hvørs eygum eg finni náði!“ Hon svaraði henni: „Ja, ger so, dóttir mín!“

2
Rutt 2:3 Rutt

So fór hon; hon kom og sankaði øks á akrinum eftir teimum, ið skóru akur; og tað vildi so til, at akurin, ið hon sankaði á, átti Boaz, sum var skyldur við Elimelek.

2
Rutt 2:4 Rutt

Boaz kom júst tá hagar úr Betlehem, og hann segði við tey, sum heystaðu inn: „HARRIN veri við tykkum!“ Tey svaraðu: „HARRIN signi teg!“

2
Rutt 2:5 Rutt

So segði Boaz við tann tænara sín, sum var settur yvir tey, ið heystaðu: „Hvørjum hoyrir henda unga kvinnan til?“

2
Rutt 2:6 Rutt

Tænarin, ið var settur yvir tey, ið heystaðu, svaraði: „Hatta er Móabitkvinnan, ið kom higar við No’omi úr Móabslandi;

2
Rutt 2:7 Rutt

hon segði: „Loyv mær at sanka upp og savna øks millum bundini eftir teimum, ið heysta!“ So kom hon, og hon hevur hildið á líka síðani tíðliga í morgun inntil nú og hevur ikki hvílt so mikið sum eina løtu.“

2
Rutt 2:8 Rutt

Tá segði Boaz við Rutt: „Hoyr, dóttir mín! Tú skalt ikki fara og sanka øks á nøkrum øðrum akri; nei, far ikki hiðani, men halt teg hjá gentum mínum her!

2
Rutt 2:9 Rutt

Hygg eftir, hvar á akrinum tey arbeiða, tey, sum heysta, og far aftan á teimum! Eg havi sagt við dreingirnar, at teir mugu einki gera tær. Og verður tú tyst, so far til íløtini og fá tær at drekka av tí, sum dreingirnir oysa!“

2
Rutt 2:10 Rutt

Tá fall hon á andlit sítt, boygdi seg til jarðar og segði við hann: „Hvussu ber tað til, at eg havi funnið náði fyri eygum tínum, so tú vísir mær vælvild, tóat eg eri fremmand?“

2
Rutt 2:11 Rutt

Boaz svaraði henni: „Mær er sagt frá øllum tí, sum tú hevur verið fyri vermóður tína, eftir at maður tín doyði, hvussu tú fórt frá faðir, móður og føðilandi og fórt til eitt fólk, sum tú kendi ikki frammanundan.

2
Rutt 2:12 Rutt

HARRIN løni tær tað, ið tú hevur gjørt, og løn tín verði ríklig frá HARRANUM Gudi Ísraels, undir hvørs veingjum tú komst og leitaði tær lívd!“

2
Rutt 2:13 Rutt

Hon segði: „So havi eg tá funnið náði fyri eygum tínum, harri, síðani tú hevur troystað meg og tosað blídliga við tænastukvinnu tína – men tað er aldri so frægt, at eg eri sum ein av kvinnunum, ið eru í tænastu hjá tær!“

2
Rutt 2:14 Rutt

Táið tíðin kom, at tey fóru at eta, segði Boaz við hana: „Kom higar og fá tær av breyðinum og dyppa bitan í vínið!“ So setti hon seg hjá teimum, ið heystaðu inn, og hann rætti henni bakað korn, so at hon át seg metta, og av leyp hjá henni aftrat.

2
Rutt 2:15 Rutt

Síðani reistist hon aftur og fór at sanka. Og Boaz segði við tænarar sínar: „Loyvið henni eisini at sanka millum bundini, og gerið henni einki,

2
Rutt 2:16 Rutt

ja, tit skulu eisini toga øks út úr bundunum til hennara og lata tey liggja, so hon fær tey at sanka upp – og tit mugu ikki deila hana!“

2
Rutt 2:17 Rutt

Hon sankaði nú øks á akrinum líka til kvølds; og táið hon treskti tað, ið hon hevði sankað, var tað okkurt um efa av byggi.

2
Rutt 2:18 Rutt

Hon tók tað og fór inn í býin, og vermóðir hennara sá tað, ið hon hevði sankað. Og Rutt tók og gav henni tað, ið hon hevði leivt, eftir at hon hevði etið seg metta.

2
Rutt 2:19 Rutt

Tá segði vermóðir hennara við hana: „Hvar hevur tú sankað øks í dag – hvar hevur tú verið? Signaður veri hann, ið vísti tær vælvild!“ So segði hon vermóður síni, hjá hvørjum hon hevði verið, og segði: „Maðurin, ið eg havi verið hjá í dag, eitur Boaz.“

2
Rutt 2:20 Rutt

Tá segði No’omi við sonarkonu sína: „HARRIN, sum ikki hevur tikið miskunn Sína, hvørki frá teimum, ið liva, ella frá teimum, ið farnir eru, Hann signi hann!“ Og No’omi segði framvegis við hana: „Hesin maður er nær skyldur við okkum, hann er ein loysari* okkara.“

2
Rutt 2:21 Rutt

Móabitkvinnan Rutt segði: „Hann segði eisini við meg: „Halt teg bert hjá fólki mínum, inntil tey eru heilt liðug at heysta hjá mær!““

2
Rutt 2:22 Rutt

Tá segði No’omi við sonarkonu sína: „Tað er gott, dóttir mín, at tú fylgist við gentum hansara, so tú verður ikki illa viðfarin á øðrum akri!“

2
Rutt 2:23 Rutt

Hon helt seg tá hjá gentum Boazar og sankaði øks har, inntil bæði byggheystið og hveitiheystið vóru at enda. Men hon var til hús hjá vermóður síni.

2
Rutt 3:1 Rutt

No’omi, vermóðir hennara, segði nú við hana: „Dóttir mín! Skuldi eg ikki hjálpt tær at fingið heim, so tú kanst hava tað gott!

2
Rutt 3:2 Rutt

Hoyr nú! Boaz, hvørs gentum tú hevur verið saman við, hann er skyldmaður okkara. Nú í nátt kastar hann bygg á treskiplássinum.

2
Rutt 3:3 Rutt

Vaska tær nú og salva teg, lat teg í og far oman á treskiplássið, men far so avstað, at maðurin fær teg ikki at síggja, fyrrenn hann er liðugur at eta og drekka!

2
Rutt 3:4 Rutt

Táið hann so legst, ansa tá eftir, hvar hann leggur seg, far so og lyft upp kappan við føtur hansara og legg teg har – hann skal tá siga tær, hvat tú skalt gera!“

2
Rutt 3:5 Rutt

Hon svaraði: „Eg skal gera alt tað, ið tú sigur!“

2