Nóa

8 versir um "Nóa"

Versir

Síða 1 av 1
Hebrearabrævið 11:7 Hebrearabrævið

Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heilagum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu; við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúarrættvísinnar.

3
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók

– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.

2
Fyrsta Mósebók 6:9 Fyrsta Mósebók

Hetta er ættarbók Nóa. Nóa var rættvísur, ólastandi maður á tíð síni; Nóa livdi við Gudi.

2
Fyrsta Mósebók 6:22 Fyrsta Mósebók

Nóa so gjørdi; í einum og øllum gjørdi hann, sum Gud hevði sagt við hann.

2
Fyrsta Mósebók 7:1 Fyrsta Mósebók

So segði HARRIN við Nóa: „Far inn í ørkina, tú og alt hús títt, tí teg havi Eg sæð rættvísan fyri Mær í hesi ætt!

2
Fyrsta Mósebók 8:1 Fyrsta Mósebók

Men Gud mintist Nóa og øll tey villu dýrini og alt fæið, ið við honum vóru í ørkini. Gud læt ein vind blása yvir jørðina, so at vatnið fall;

2
Fyrra Pætursbrævið 3:20 Fyrra Pætursbrævið

teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar – átta – sálir frelstar við vatni –

2
Seinna Pætursbrævið 2:5 Seinna Pætursbrævið

Ei heldur eirdi Hann hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu.

2