njóting / fragd

30 versir um "njóting / fragd"

Versir

Síða 1 av 1
Orðtøkini 21:17 Orðtøkini

Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar vín og olju, verður ikki ríkur.

8
Sálmarnir 16:11 Sálmarnir

Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir.

6
Seinna Timoteusarbrævið 2:22 Seinna Timoteusarbrævið

Flýggja frá ungdómslystunum, stevn eftir rættvísi, trúgv, kærleika, friði, saman við teimum, ið kalla á Harran av reinum hjarta!

5
Fyrra Korintbrævið 10:13 Fyrra Korintbrævið

Eingin freisting er komin á tykkum uttan menniskjalig; og Gud er trúfastur, Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment; nei, Hann skal saman við freistingini gera eisini útgongdina úr henni, so tit fáa tolt hana.

4
Prædikarin 2:1 Prædikarin

Eg segði við hjarta mítt: „Kom, eg skal royna teg við gleði, njót tað, ið gott er!“ – Men so var eisini tað fáfongd.

3
Prædikarin 2:2 Prædikarin

Við láturin segði eg: „Tú ert vitleysur!“ og við gleðina: „Hvat nyttar tú!“

3
Prædikarin 2:3 Prædikarin

Eg kom at hugsa um, at eg skuldi lívga likam mítt við víni, meðan hjarta mítt samstundis leiddi meg við vísdómi, og halda meg til dárskapin, inntil eg fekk at síggja, hvat best var menniskjabørnunum at gera undir himli, tað dagatal tey liva.

3
Prædikarin 2:4 Prædikarin

Eg avrikaði stórverk: Eg bygdi mær hús; eg plantaði mær víngarðar;

3
Prædikarin 2:5 Prædikarin

eg gjørdi mær urtagarðar og lundir og plantaði alskyns frukttrø í tey;

3
Prædikarin 2:6 Prædikarin

eg gjørdi mær tjarnir fyri úr teimum at vatna viðarskógin, ið upp vaks;

3
Prædikarin 2:7 Prædikarin

eg keypti trælir og trælkvinnur, og eg hevði trælir, ið føddir vóru heima hjá mær; eg fekk mær eisini nógv fæ, bæði stórt og smátt, meir enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerusalem;

3
Prædikarin 2:8 Prædikarin

eg savnaði mær eisini silvur og gull og dýrabarar skattir, sum komu frá fremmandum kongum og londum; eg fekk mær sangarar og sangarinnur – og tað, sum er lystur manna: Konur, og tað nógvar.

3
Prædikarin 2:9 Prædikarin

Eg varð størri og mektigari enn allir, ið fyri mær høvdu verið í Jerusalem; eisini vísdómur mín varð verandi hjá mær.

3
Prædikarin 2:10 Prædikarin

Alt tað, ið eygu míni lysti, læt eg tey fáa, onga gleði noktaði eg hjarta mínum; tí hjarta mítt hevði gleði av øllum strevi mínum, og í hesum lá lønin fyri alt strev mítt.

3
Prædikarin 2:11 Prædikarin

Men táið eg so fór at hyggja at øllum, sum hendur mínar høvdu virkað, og at strevinum, ið tað hevði kostað mær, sá eg, at alt var fáfongd og eftirsókn eftir vindi; nei, undir sólini er einki, sum roknast kann fyri vinning!

3
Lukas 8:14 Lukas

Tað, sum fall millum tornir, eru tey, ið hava hoyrt og so fara avstað og verða køvd av stúran og ríkidømi og lystum lívsins og bera ikki búnan ávøkst.

3
Fyrra Korintbrævið 6:18 Fyrra Korintbrævið

Flýggið siðloysi! Øll onnur synd, ið menniskjað kann gera, er uttan fyri likamið; men tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.

3
Fyrra Korintbrævið 6:19 Fyrra Korintbrævið

Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?

3
Fyrra Korintbrævið 6:20 Fyrra Korintbrævið

Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!

3
Galatiabrævið 5:19 Galatiabrævið

Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi,

3
Galatiabrævið 5:20 Galatiabrævið

avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur,

3
Galatiabrævið 5:21 Galatiabrævið

øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.

3
Fyrra Timoteusarbrævið 5:6 Fyrra Timoteusarbrævið

Men tann, ið livir eftir lystum sínum, er livandi deyð.

3
Rómverjabrævið 13:12 Rómverjabrævið

Náttin líður, og dagurin er nær; latið okkum tí leggja av verk myrkursins og lata okkum í herklæði ljósins!

2
Rómverjabrævið 13:13 Rómverjabrævið

Latið okkum hava sømiligan atburð, sum um dagin, ikki liva í svirri og drykkjuskapi, ikki í ólevnaði og skammloysi, ikki í klandri og øvund!

2
Rómverjabrævið 13:14 Rómverjabrævið

Nei, latið tykkum í Harran Jesus Kristus, og havið ikki slíka umsorgan fyri holdinum, at tað øsir upp girndir!

2
Kolossibrævið 3:5 Kolossibrævið

Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!

2
Fyrra Tessalonikabrævið 4:4 Fyrra Tessalonikabrævið

at ein og hvør tykkara veit at vinna sína egnu konu í heilagleika og æru,

2
Fyrra Timoteusarbrævið 6:17 Fyrra Timoteusarbrævið

Teimum, sum rík eru í tíðini, sum nú er, skalt tú áleggja, at tey mugu ikki vera hugmóðig, ei heldur seta vón sína á hitt ótrygga ríkidømi, men á Gud, sum ríkliga gevur okkum alt at njóta.

2
Hebrearabrævið 13:4 Hebrearabrævið

Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma.

2