Nimrod
176 versir um "Nimrod"
Versir
Síða 1 av 4Fyrsta Mósebók 10:9 Fyrsta Mósebók
Hann var ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS; tí verður sagt: „Ein óførur veiðimaður fyri ásjón HARRANS sum Nimrod.“
Fyrsta Mósebók 10:10 Fyrsta Mósebók
Upphavið at ríki hansara var Bábel, Erek, Akkad og Kalne í Sinearslandi.
Fyrra Krønikubók 1:10 Fyrra Krønikubók
Kus fekk son, ið æt Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk veldi á jørðini.
Fyrsta Mósebók 10:1 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Nóa, Sems, Kams og Jafets. Teir fingu synir eftir vatnflóðina.
Fyrsta Mósebók 10:2 Fyrsta Mósebók
Synir Jafet vóru Gomer, Magog, Madai, Javan, Tubal, Mesek og Tiras.
Fyrsta Mósebók 10:3 Fyrsta Mósebók
Synir Gomer vóru Askenaz, Rifat og Togarma.
Fyrsta Mósebók 10:4 Fyrsta Mósebók
Synir Javan vóru Elisa og Tarsis, og Kittar og Rodanitar.
Fyrsta Mósebók 10:5 Fyrsta Mósebók
Frá teimum eru teir ættaðir, sum búgva á heidningastrondunum. – Hetta vóru synir Jafet í londum teirra, hvør við sínum tungumáli, eftir ættum teirra, í fólkasløgum teirra.
Fyrsta Mósebók 10:6 Fyrsta Mósebók
Synir Kam vóru Kus, Mizrajim, Put og Kána’an.
Fyrsta Mósebók 10:7 Fyrsta Mósebók
Synir Kus vóru Seba, Havila, Sabta, Raema og Sabteka. Synir Raema vóru Sjeba og Dedan.
Fyrsta Mósebók 10:8 Fyrsta Mósebók
Kus fekk son, Nimrod; hann var hin fyrsti, ið fekk stórt veldi á jørðini.
Fyrsta Mósebók 10:11 Fyrsta Mósebók
Úr hesum landi fór hann til Assur og bygdi Nineve, Rehobot-Ir og Kala,
Fyrsta Mósebók 10:12 Fyrsta Mósebók
og Resen millum Nineve og Kala – tað er hin stóri staðurin.
Fyrsta Mósebók 10:13 Fyrsta Mósebók
Mizrajim var ættarfaðir at Ludum, Anamum, Lehabum, Naftuum,
Fyrsta Mósebók 10:14 Fyrsta Mósebók
Patrusum, Kasluum – sum Filistarar eru ættaðir frá – og Kaftorum.
Fyrsta Mósebók 10:15 Fyrsta Mósebók
Kána’an var faðir at Zidon – sum var hin frumborni hansara – og æt Het;
Fyrsta Mósebók 10:16 Fyrsta Mósebók
frá honum eru eisini ættaðir: Jebusitar, Amoritar, Girgasitar,
Fyrsta Mósebók 10:17 Fyrsta Mósebók
Hevitar, Arkitar, Sinitar,
Fyrsta Mósebók 10:18 Fyrsta Mósebók
Arvaditar, Zemaritar og Hamatitar; seinni breiddu ættir Kána’anita seg longur,
Fyrsta Mósebók 10:19 Fyrsta Mósebók
so at landamark Kána’anita gekk úr Zidon ímóti Gerar og líka til Gaza, fram ímóti Sodoma, Gomorra, Adma og Zebojim, líka til Lasa.
Fyrsta Mósebók 10:20 Fyrsta Mósebók
– Hetta vóru synir Kam, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
Fyrsta Mósebók 10:21 Fyrsta Mósebók
Eisini Sem fekk synir; hann var ættarfaðir at øllum sonum Eber og var elsti bróðir Jafet.
Fyrsta Mósebók 10:22 Fyrsta Mósebók
Synir Sem vóru Elam, Assur, Arpaksad, Lud og Áram.
Fyrsta Mósebók 10:23 Fyrsta Mósebók
Synir Áram vóru Uz, Hul, Geter og Mas.
Fyrsta Mósebók 10:24 Fyrsta Mósebók
Arpaksad fekk son, Sala, og Sala fekk son, Eber.
Fyrsta Mósebók 10:25 Fyrsta Mósebók
Eber fekk tveir synir; annar æt Peleg; tí á døgum hansara spjaddist menniskjan um jørðina; bróðir hansara æt Joktan.
Fyrsta Mósebók 10:26 Fyrsta Mósebók
Joktan var faðir at Almodad, Salef, Hazarmavet, Jara,
Fyrsta Mósebók 10:27 Fyrsta Mósebók
Hadoram, Uzal, Dikla,
Fyrsta Mósebók 10:28 Fyrsta Mósebók
Obal, Abimael, Sjeba,
Fyrsta Mósebók 10:29 Fyrsta Mósebók
Ofir, Havila og Jobab. Allir hesir vóru synir Joktan.
Fyrsta Mósebók 10:30 Fyrsta Mósebók
Bústaðir teirra vóru úr Mesa fram ímóti Sefar, fjøllunum í eystri.
Fyrsta Mósebók 10:31 Fyrsta Mósebók
– Hetta vóru synir Sem, eftir ættum og tungumálum teirra, í londum og fólkasløgum teirra.
Fyrsta Mósebók 10:32 Fyrsta Mósebók
– Hetta vóru ættirnar hjá sonum Nóa, eftir ættarbókum teirra, í fólkasløgum teirra; frá teimum hava fólkini breitt seg út um jørðina eftir vatnflóðina.
Fyrsta Mósebók 11:1 Fyrsta Mósebók
Øll jørðin hevði sama tungumál og tosaði líka.
Fyrsta Mósebók 11:2 Fyrsta Mósebók
Sum teir nú ferðaðust eystureftir, komu teir til dal í Sinearslandi og búsettust har.
Fyrsta Mósebók 11:3 Fyrsta Mósebók
Tá søgdu teir hvør við annan: „Komið, latið okkum gera tigulstein og brenna hann væl!“ – Teir brúktu tigulstein í staðin fyri grót og jarðbik í staðin fyri kálk.
Fyrsta Mósebók 11:4 Fyrsta Mósebók
So søgdu teir: „Komið, latið okkum byggja okkum bý, og torn, sum røkkur heilt upp til himmals – latið okkum soleiðis gera okkum navn, so vit skulu ikki verða spjaddir um alla jørðina!“
Fyrsta Mósebók 11:5 Fyrsta Mósebók
Men HARRIN kom niður at síggja býin og tornið, ið menniskjabørnini vóru farin at byggja;
Fyrsta Mósebók 11:6 Fyrsta Mósebók
og HARRIN segði: „Teir eru jú eitt og sama fólk, og eitt og sama tungumál hava teir allir; hetta er tað fyrsta, ið teir eru farnir undir at gera, og nú verður einki teimum óført, hvat teir so seta sær fyri!
Fyrsta Mósebók 11:7 Fyrsta Mósebók
Latið Okkum tí fara niður og blanda tungumál teirra, so teir skilja ikki málið hvør hjá øðrum!“
Fyrsta Mósebók 11:8 Fyrsta Mósebók
Soleiðis spjaddi HARRIN teir haðani út um alla jørðina, og teir góvu uppat at byggja býin.
Fyrsta Mósebók 11:9 Fyrsta Mósebók
Tí fekk hann navnið Bábel; tí har blandaði HARRIN tungumálini á allari jørðini; og haðani spjaddi HARRIN teir út um alla jørðina.
Fyrsta Mósebók 11:10 Fyrsta Mósebók
Hetta er ættarbók Sems. Táið Sem var 100 ár, fekk hann sonin Arpaksad, 2 ár eftir vatnflóðina.
Fyrsta Mósebók 11:11 Fyrsta Mósebók
Eftir at Sem hevði fingið Arpaksad, livdi hann 500 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:12 Fyrsta Mósebók
Táið Arpaksad var 35 ár, fekk hann Sala.
Fyrsta Mósebók 11:13 Fyrsta Mósebók
Eftir at Arpaksad hevði fingið Sala, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:14 Fyrsta Mósebók
Táið Sala var 30 ár, fekk hann Eber.
Fyrsta Mósebók 11:15 Fyrsta Mósebók
Eftir at Sala hevði fingið Eber, livdi hann 403 ár; og hann fekk synir og døtur.
Fyrsta Mósebók 11:16 Fyrsta Mósebók
Táið Eber var 34 ár, fekk hann Peleg.
Fyrsta Mósebók 11:17 Fyrsta Mósebók
Eftir at Eber hevði fingið Peleg, livdi hann 430 ár; og hann fekk synir og døtur.