Nikodemus

44 versir um "Nikodemus"

Versir

Síða 1 av 1
Jóhannes 3:1 Jóhannes

Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna.

9
Jóhannes 3:2 Jóhannes

Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann: „Rabbi! Vit vita, at Tú ert lærari, komin frá Gudi; tí eingin kann gera hesi tekin, sum Tú gert, uttan Gud er við honum.“

9
Jóhannes 3:3 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum,* kann hann ikki síggja ríki Guds.“

9
Jóhannes 3:4 Jóhannes

Nikodemus segði við Hann: „Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!“

9
Jóhannes 3:5 Jóhannes

Jesus svaraði: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds.

9
Jóhannes 3:6 Jóhannes

Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.

9
Jóhannes 3:7 Jóhannes

Undrast ikki á, at Eg segði við teg: „Tit mugu føðast av nýggjum!“

9
Jóhannes 3:8 Jóhannes

Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.“

9
Jóhannes 3:9 Jóhannes

Nikodemus svaraði Honum: „Hvussu kann hetta verða?“

9
Jóhannes 3:10 Jóhannes

Jesus svaraði honum: „Tú ert lærari Ísraels og veitst ikki hetta!

9
Jóhannes 3:11 Jóhannes

Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Vit tala tað, ið vit vita, og vit vitna tað, ið vit hava sæð, og tit taka ikki ímóti vitnisburði okkara.

9
Jóhannes 3:12 Jóhannes

Trúgva tit ikki, táið Eg tali við tykkum um tað, ið hoyrir jørðini til, hvussu skulu tit tá trúgva, um Eg tali við tykkum um hitt himmalska!

9
Jóhannes 3:13 Jóhannes

Og tó er eingin farin upp til Himmals uttan Hann, sum er stigin niður av Himli, Menniskjasonurin, sum er í Himli.

9
Jóhannes 3:14 Jóhannes

Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,

9
Jóhannes 3:15 Jóhannes

fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í Honum.

9
Jóhannes 3:16 Jóhannes

Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.

9
Jóhannes 3:17 Jóhannes

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.

9
Jóhannes 3:18 Jóhannes

Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.

9
Jóhannes 3:19 Jóhannes

Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, men menniskjuni elskaðu myrkrið meir enn ljósið; tí verk teirra vóru ónd.

9
Jóhannes 3:20 Jóhannes

Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.

9
Jóhannes 3:21 Jóhannes

Men tann, ið ger sannleikan, kemur til ljósið, fyri at verk hansara kunnu verða opinberað – at tey eru gjørd í Gudi.“

9
Jóhannes 3:22 Jóhannes

Eftir hetta fóru Jesus og lærisveinar Hansara um Judealand, og Hann var har við teimum og doypti.

9
Jóhannes 3:23 Jóhannes

Men eisini Jóhannes doypti, í Enon, stutt frá Salim, tí har var nógv vatn; fólkið kom hagar og læt seg doypa.

9
Jóhannes 3:24 Jóhannes

Tí tá var Jóhannes enn ikki settur í fangahús.

9
Jóhannes 3:25 Jóhannes

Nú varð stríð millum lærisveinar Jóhannesar og ein Jøda um reinsan.

9
Jóhannes 3:26 Jóhannes

Og teir komu til Jóhannes og søgdu við hann: „Rabbi! Hann, sum var hjá tær hinumegin Jordan, Hann, sum tú gavst vitnisburð – nú doypir Hann, og øll koma til Hansara!“

9
Jóhannes 3:27 Jóhannes

Jóhannes svaraði: „Menniskjað kann einki fáa, uttan tað er givið tí av Himli.

9
Jóhannes 3:28 Jóhannes

Tit eru sjálvir vitni míni, at eg segði: „Eg eri ikki Kristus, men eg eri sendur út undan Honum.“

9
Jóhannes 3:29 Jóhannes

Tann, ið hevur brúðrina, er brúðgómurin; men vinur brúðgómsins, sum stendur og lurtar eftir Honum, gleðist stórliga við rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin.

9
Jóhannes 3:30 Jóhannes

Hann skal vaksa, og eg skal minka.

9
Jóhannes 3:31 Jóhannes

Hann, sum kemur omanífrá, er yvir øllum; hann, sum er av jørðini, er av jørðini og talar av jørðini; Hann, sum kemur av Himli, er yvir øllum.

9
Jóhannes 3:32 Jóhannes

Tað, ið Hann hevur sæð og hoyrt, vitnar Hann, og eingin tekur ímóti vitnisburði Hansara.

9
Jóhannes 3:33 Jóhannes

Tann, sum tekur ímóti vitnisburði Hansara, hevur staðfest, at Gud er sannorðaður.

9
Jóhannes 3:34 Jóhannes

Tí Hann, sum Gud hevur sent, talar orð Guds; Gud gevur ikki Andan eftir máli.

9
Jóhannes 3:35 Jóhannes

Faðirin elskar Sonin og hevur givið Honum alt í hond.

9
Jóhannes 3:36 Jóhannes

Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.“

9
Jóhannes 19:38 Jóhannes

Eftir hetta bað Jósef úr Arimatea – sum var lærisveinur Jesusar – tó loyniliga, av ótta fyri Jødunum – Pilatus um loyvi at taka likam Jesusar; og Pilatus gav honum loyvi til tað. Hann kom tá og tók niður likam Jesusar.

5
Jóhannes 19:39 Jóhannes

Eisini Nikodemus kom, hann, sum fyrstu ferð var komin til Jesus á nátt; hann hevði við sær blanding av myrra og aloe, eini 100 pund.

5
Jóhannes 19:40 Jóhannes

Teir tóku so likam Jesusar og sveipaðu tað í línklæði við hinum angandi urtunum – soleiðis sum siður er hjá Jødunum við jarðarferð.

5
Jóhannes 19:41 Jóhannes

Á staðnum, har sum Hann varð krossfestur, var urtagarður, og í urtagarðinum var nýggj grøv, sum enn eingin hevði verðið lagdur í.

5
Jóhannes 19:42 Jóhannes

Har løgdu teir nú Jesus, av tí at tað var tilreiðingardagur Jødanna; tí grøvin var nær við.

5
Jóhannes 7:50 Jóhannes

Nikodemus, sum var ein teirra – hann, sum einaferð áður hevði verið hjá Honum – segði við teir:

3
Jóhannes 7:51 Jóhannes

„Lóg okkara dømir tó ongan, uttan hann fyrst er hoyrdur, og fingist hevur at vita, hvat hann hevur gjørt!“

3
Jóhannes 7:52 Jóhannes

Teir svaraðu honum: „Ert tú við úr Galilea? Rannsaka, so fært tú at síggja, at eingin profetur kemur úr Galilea!“

3