nøgdur

15 versir um "nøgdur"

Versir

Síða 1 av 1
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið

Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –

17
Seinna Korintbrævið 12:10 Seinna Korintbrævið

Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.

11
Fyrra Timoteusarbrævið 6:6 Fyrra Timoteusarbrævið

Ja, saman við nøgdsemi er gudsóttin stórur vinningur!

10
Fyrra Timoteusarbrævið 6:7 Fyrra Timoteusarbrævið

Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin; tað er opinbert, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út haðani.

10
Fyrra Timoteusarbrævið 6:8 Fyrra Timoteusarbrævið

Nei, táið vit hava føði og klæði, skulu vit halda vera nóg mikið.

10
Fyrra Timoteusarbrævið 6:9 Fyrra Timoteusarbrævið

Tey, sum rík vilja verða, falla í freisting og snerru og mangar tápuligar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjuni niður í oyðing og undirgang.

10
Orðtøkini 28:25 Orðtøkini

Hin havisjúki voldir ósemju, men tann, ið lítur á HARRAN, verður ríkliga mettaður.

6
Filippibrævið 4:11 Filippibrævið

– Hetta sigi eg ikki av trongd; tí eg havi lært at lata vera mær nóg mikið – tað, sum eg havi.

6
Filippibrævið 4:12 Filippibrævið

Eg dugi at vera í smáum korum, og eg dugi eisini at hava yvirflóð; við hvønn stand og øll viðurskifti eri eg kunnigur, bæði at vera mettur og at vera svangur, bæði at hava yvirflóð og at líða trongd.

6
Filippibrævið 4:13 Filippibrævið

Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

6
Fyrsta Mósebók 33:11 Fyrsta Mósebók

Góði, tak signingina, ið eg havi sent tær! Tí Gud hevur verið mær náðigur, og eg havi alt!“ – Soleiðis noyddi hann hann, inntil hann tók tað.

4
Kolossibrævið 3:2 Kolossibrævið

Tráið eftir tí, sum omanfyri er, ikki eftir tí, sum á jørðini er!

4
Onnur Mósebók 16:8 Onnur Mósebók

Og Móses legði aftrat: „Tit skulu fáa tað at síggja, táið HARRIN í kvøld gevur tykkum kjøt at eta og í morgin breyð, so tit verða mett; tí HARRIN hevur hoyrt, hvussu tit knarra inn á Hann. Hvat eru vit! Tað er ikki inn á okkum, tit knarra, tað er inn á HARRAN!“

2
Hoseas 4:7 Hoseas

Tess fleiri tey vórðu, tess meiri tey syndaðu móti Mær – æru teirra skal Eg venda í skomm!

2
Rómverjabrævið 6:23 Rómverjabrævið

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

2