netverks-søla / multi-level-marknaðarføring
7 versir um "netverks-søla / multi-level-marknaðarføring"
Versir
Síða 1 av 1Orðtøkini 28:1 Orðtøkini
Hini gudleysu flýggja, tóat eingin er eftir teimum, men hini rættvísu eru trygg sum ungleyvan.
Orðtøkini 28:2 Orðtøkini
Syndar land, fær tað nógvar harrar, men táið menniskjuni eru klók og vitig, livir høvdingin leingi.
Orðtøkini 28:3 Orðtøkini
Fátækur harri, sum kúgar ørm, er eins og regn, ið skolar burtur kornið, so einki breyð verður.
Orðtøkini 28:4 Orðtøkini
Tey, sum svíkja lógina, rósa gudleysum, men tey, sum halda lógina, liggja í stríði við tey.
Orðtøkini 28:5 Orðtøkini
Ónd menniskju duga ikki á at skyna, hvat ið rætt er, men tey, sum søkja HARRAN, skilja alt.
Orðtøkini 28:6 Orðtøkini
Betri er fátækur, ið livir ólastandi, enn falskur, ið gongur á tvinnanda leiðum, um hann so er ríkur.
Orðtøkini 28:7 Orðtøkini
Tann, ið fylgir lógini, er vitigur sonur, men tann, ið er vinur við burturspillarar, ger faðir sínum skomm.