negativur
38 versir um "negativur"
Versir
Síða 1 av 1Fyrsta Mósebók 19:1 Fyrsta Mósebók
Teir báðir einglarnir komu nú um kvøldið til Sodoma. Lot sat í portrinum í Sodoma, og táið hann sá teir, reistist hann og fór ímóti teimum, boygdi seg til jarðar
Fyrsta Mósebók 19:2 Fyrsta Mósebók
og segði: „Harrar mínir! Komið inn hjá tænara tykkara og gistið her í nátt, og vaskið tykkum um føturnar! So kunnu tit í morgin ári halda fram leið tykkara.“ Men teir svaraðu: „Nei, vit ætla at verða á vegnum í nátt!“
Fyrsta Mósebók 19:3 Fyrsta Mósebók
Tá noyddi hann teir mikið, og teir fóru tá inn hjá honum at gista; hann gjørdi teimum eina máltíð til og bakaði ósúrgað breyð, og teir ótu.
Fyrsta Mósebók 19:4 Fyrsta Mósebók
Men áðrenn teir vóru lagstir, tyrptist býfólkið – menninir í Sodoma – saman um húsið, bæði ungir og gamlir, alt fólkið, hvør ein.
Fyrsta Mósebók 19:5 Fyrsta Mósebók
Teir róptu á Lot og søgdu við hann: „Hvar eru hasir menninir, ið komnir eru til tín í nátt? Kom út higar við teimum, so vit kunnu fáa vilja okkara við teimum!“
Fyrsta Mósebók 19:6 Fyrsta Mósebók
Tá fór Lot út í dyrnar til teirra, læsti hurðina eftir sær
Fyrsta Mósebók 19:7 Fyrsta Mósebók
og segði: „Gerið tó einki ilt, brøður mínir!
Fyrsta Mósebók 19:8 Fyrsta Mósebók
Eg havi tvær døtur, sum ikki vita av manni; eg skal koma við teimum út til tykkara; so kunnu tit gera við tær tað, ið tit hava hug til. Gerið bert ikki hesum monnum nakað, við tað at teir nú eru komnir inn undir skuggan av taki mínum!“
Fyrsta Mósebók 19:9 Fyrsta Mósebók
Men teir svaraðu: „Av vegnum!“ Og so søgdu teir: „Her er hesin eini maðurin komin at búgva sum fremmandur, og so skal hann altíð spæla dómari! Nú skulu vit fara verri við tær enn við teimum!“ Og teir gingu hart á mannin, Lot, og trongdu seg fram at durunum, at bróta tær upp.
Fyrsta Mósebók 19:10 Fyrsta Mósebók
Tá rættu menninir út hondina, tóku Lot inn í húsið til sín og læstu dyrnar.
Fyrsta Mósebók 19:11 Fyrsta Mósebók
Og fólkið, sum stóð uttan fyri dyrnar á húsinum, slógu teir við blindleika, bæði smáar og stórar, so teir funnu ikki dyrnar, hvussu teir so leitaðu.
Fyrsta Mósebók 19:12 Fyrsta Mósebók
So søgdu menninir við Lot: „Hevur tú annars nakran her, dótturmann, synir ella døtur, ella nakran, ið hoyrir tær til, í staðnum, so fá tey burtur av hesum plássi!
Fyrsta Mósebók 19:13 Fyrsta Mósebók
Tí vit fara nú at oyða hetta pláss; rópið um tey er vorðið so stórt fyri HARRANUM, at HARRIN hevur sent okkum at oyða tey.“
Fyrsta Mósebók 19:14 Fyrsta Mósebók
Lot fór tá út og tosaði við dótturmenn sínar, teir, ið skuldu giftast við døtrum hansara, og segði: „Reisist, farið av hesum plássi! Tí HARRIN fer at oyða býin!“ Men dótturmenn hansara hildu hann narrast.
Fyrsta Mósebók 19:15 Fyrsta Mósebók
Táið nú fór at lýsa av degi, skundaðu einglarnir undir Lot og søgdu: „Reis teg, tak við tær konu tína og døtur tínar báðar, sum eru her, so tú ikki gongur til grundar gjøgnum alt tað illa, ið gjørt er her í býnum!“
Fyrsta Mósebók 19:16 Fyrsta Mósebók
Og táið hann drálaði, tóku menninir hann og konu hansara og báðar døtur hansara og leiddu tey – tí HARRIN vildi spara hann; teir fóru avstað við honum og sleptu honum ikki, fyrrenn tey vóru komin út úr býnum.
Fyrsta Mósebók 19:17 Fyrsta Mósebók
Meðan teir leiddu tey út, segði annar: „Flýggja fyri lívinum, hygg ikki aftur um teg og steðga ikki á øllum slættanum! Flýggja til fjals, fyri at tú skalt ikki ganga til grundar!“
Fyrsta Mósebók 19:18 Fyrsta Mósebók
Men Lot svaraði teimum: „Á nei, harri!
Fyrsta Mósebók 19:19 Fyrsta Mósebók
Tænari tín hevur jú funnið náði fyri eygum tínum, og stór er tann miskunn, ið tú hevur víst mær við at bjarga lívi mínum! Men eg eri ikki mentur at flýggja í fjøllini! Eg óttist fyri, at vanlukkan fær meg aftur, so eg lati lív!
Fyrsta Mósebók 19:20 Fyrsta Mósebók
Hygg, hasin býurin er so nær, hagar er lætt at flýggja, og hann er lítil, lat meg flýggja hagar – er hann ikki lítil! – So kann eg bjarga lívinum!“
Fyrsta Mósebók 19:21 Fyrsta Mósebók
Tá segði hann við hann: „Gott, eg skal eisini gera tær til vildar í hesum, eg skal ikki oyða handa býin, ið tú tosar um!
Fyrsta Mósebók 19:22 Fyrsta Mósebók
Men bjarga tær hagar, og tað skjótt! Tí eg fái einki gjørt, fyrrenn tú ert komin hagar!“ – Tí fekk tann býurin navnið Zoar.*
Fyrsta Mósebók 19:23 Fyrsta Mósebók
Sólin var undankomin í landinum, táið Lot kom til Zoar.
Fyrsta Mósebók 19:24 Fyrsta Mósebók
Og tá læt HARRIN regna svávul og eld yvir Sodoma og Gomorra – frá HARRANUM, av himli.
Fyrsta Mósebók 19:25 Fyrsta Mósebók
Hann oyddi hesar býir og allan slættan og øll, ið búðu í býunum, og tað, ið á markini vaks.
Fyrsta Mósebók 19:26 Fyrsta Mósebók
– Men kona Lot, sum aftan fyri hann gekk, hon hugdi aftur um seg – og varð ein saltstólpi.
Fyrsta Mósebók 19:27 Fyrsta Mósebók
Tíðliga um morgunin fór Ábraham til plássið, har sum hann hevði staðið fyri ásjón HARRANS.
Fyrsta Mósebók 19:28 Fyrsta Mósebók
Og táið hann hugdi út yvir Sodoma og Gomorra og alt slættlendið, sá hann roykin stíga upp av landinum – sum roykin úr einum smeltiovni.
Fyrsta Mósebók 19:29 Fyrsta Mósebók
– Soleiðis gekk nú til, at táið Gud oyddi býirnar á slættanum, tá mintist Hann Ábraham – og førdi Lot út úr oyðingini, sum Hann læt koma yvir býirnar, ið Lot búði í.
Fyrsta Mósebók 19:30 Fyrsta Mósebók
Lot fór nú úr Zoar niðan í fjøllini og varð búgvandi har við báðum døtrum sínum; tí hann tordi ikki at verða verandi í Zoar; hann búði í einum helli, hann og báðar døtur hansara.
Fyrsta Mósebók 19:31 Fyrsta Mósebók
Tann eldra segði tá við ta yngru: „Pápi er gamal, og her er eingin maður í landinum, sum kann koma inn til okkara, sum siður er í allari verðini.
Fyrsta Mósebók 19:32 Fyrsta Mósebók
Kom, lat okkum geva pápa vín at drekka og leggja okkum hjá honum, so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!“
Fyrsta Mósebók 19:33 Fyrsta Mósebók
So góvu tær faðir sínum vín at drekka ta náttina, og tann eldra fór inn og legði seg hjá faðir sínum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur.
Fyrsta Mósebók 19:34 Fyrsta Mósebók
Dagin eftir segði tann eldra við ta yngru: „Í nátt lá eg hjá pápa; lat okkum eisini í nátt geva honum vín at drekka, og far tú so inn og legg teg hjá honum – so vit kunnu fáa okkum avkom við pápa!“
Fyrsta Mósebók 19:35 Fyrsta Mósebók
So góvu tær uppaftur ta náttina faðir sínum vín at drekka, og tann yngra fór og legði seg hjá honum; hann sansaði hvørki, táið hon legði seg, ella táið hon fór upp aftur.
Fyrsta Mósebók 19:36 Fyrsta Mósebók
So vórðu tá báðar døtur Lot við barn við faðir sínum.
Fyrsta Mósebók 19:37 Fyrsta Mósebók
Tann eldra átti ein son, sum hon gav navnið Móab; hann er ættarfaðir at Móabitum, sum eru til enn í dag.
Fyrsta Mósebók 19:38 Fyrsta Mósebók
Tann yngra átti eisini ein son, og hon gav honum navnið Ben-Ammi; hann er ættarfaðir at Ammonitum, sum eisini eru til enn í dag.