nedurbrotin í huga
9 versir um "nedurbrotin í huga"
Versir
Síða 1 av 1Rómverjabrævið 15:13 Rómverjabrævið
Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans!
Jóhannes 3:16 Jóhannes
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jákupsbrævið 4:8 Jákupsbrævið
Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! Tváið hendurnar, tit syndarar, reinsið hjørtuni, tit tvísintu!
Fyrsta Mósebók 12:3 Fyrsta Mósebók
Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.“
Sálmarnir 62:8 Sálmarnir
Hjá Gudi er hjálp mín og æra mín; sterki klettur mín, skjól mítt er í Gudi.
Matteus 5:3 Matteus
„Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra.
Opinberingin 3:20 Opinberingin
Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær.
Matteus 11:28 Matteus
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!
Fyrra Jóhannesarbrævið 5:3 Fyrra Jóhannesarbrævið
Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.