navn Guds í fáfongd

12 versir um "navn Guds í fáfongd"

Versir

Síða 1 av 1
Onnur Mósebók 20:7 Onnur Mósebók

Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.

13
Triðja Mósebók 19:12 Triðja Mósebók

Tit mugu ikki svørja upp á lygn um navn Mítt, so tú vanhalgar navn Guds tíns. – Eg eri HARRIN!

9
Fimta Mósebók 5:11 Fimta Mósebók

Tú mást ikki misbrúka navn HARRANS Guds tíns; tí HARRIN letur ikki tann verða óstraffaðan, sum misbrúkar navn Hansara.

6
Matteus 5:33 Matteus

Uppaftur hava tit hoyrt, at sagt er við hinar gomlu: „Tú mást ikki svørja rangan eið; nei, tú skalt halda Harranum eiðir tínar.“

4
Matteus 5:34 Matteus

Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja – ikki um Himmalin, tí hann er hásæti Guds;

4
Matteus 5:35 Matteus

ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul Hansara; ei heldur um Jerusalem, tí tað er staður hins stóra kongs;

4
Matteus 5:36 Matteus

ei heldur mást tú svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.

4
Matteus 5:37 Matteus

Nei, tala tykkara skal vera: „Ja, ja, nei, nei,“ og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.

4
Jákupsbrævið 5:12 Jákupsbrævið

Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki – hvørki um Himmalin, um jørðina ella nakran annan eið! Ja tykkara veri ja, og nei tykkara nei – fyri at tit skulu ikki falla undir dómin!

4
Sálmarnir 139:20 Sálmarnir

teir, ið við svikaráðum í huga tala um Teg og nýta navn Títt til lygn, fíggindar Tínir!

2
Ezekiel 39:7 Ezekiel

Eg skal kunngera heilaga navn Mítt millum Ísrael, fólk Mítt, og ikki longur lata heilaga navn Mítt verða vanhalgað – og tjóðirnar skulu sanna, at Eg eri HARRIN, hin heilagi í Ísrael.

2
Matteus 6:9 Matteus

Tí skulu tit biðja soleiðis: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!

2