náttúruvanlukkur
20 versir um "náttúruvanlukkur"
Versir
Síða 1 av 1Markus 13:7 Markus
Men táið tit hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi, tá latið tykkum ikki ræða! Tí so má verða, men endin er ikki enn.
Markus 13:8 Markus
Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og jarðskjálvti skal vera víða hvar; hungur skal vera, og ófriður. Hetta eru hinir fyrstu verkirnir.
Markus 13:9 Markus
Men ansið eftir tykkum sjálvum! Tey skulu geva tykkum upp til dómstólarnar, og tit skulu verða húðflongdir í sýnagogunum og førdir fyri landshøvdingar og kongar fyri Mína skuld, teimum til vitnisburð.
Esaias 45:7 Esaias
Eg, sum eri upphav ljósins og skapari myrkursins, Eg, sum gevi lukku og skapi vanlukku – Eg, HARRIN, eri tann, ið ger alt hetta.
Matteus 24:7 Matteus
Tí tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki, og hungur og jarðskjálvti skal vera víða hvar.
Lukas 21:11 Lukas
Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pest; og ræðuligar sjónir skulu verða, og stór tekin av Himli.
Seinna Krønikubók 7:13 Seinna Krønikubók
Táið Eg lati himmalin aftur, so einki regn kemur, táið Eg gevi grashoppum boð um at eta upp landið, og táið Eg sendi pest millum fólk Mítt
Seinna Krønikubók 7:14 Seinna Krønikubók
– um tá fólk Mítt, sum er uppkallað eftir navni Mínum, eyðmýkir seg, biður, søkir ásjón Mína og vendir um av óndu leiðum sínum, so skal Eg hoyra í Himli, fyrigeva synd teirra og grøða land teirra.
Sálmarnir 18:6 Sálmarnir
Tog deyðaríkisins vóru rubbað um meg, í snerrum deyðans varð eg fastur.
Sálmarnir 18:7 Sálmarnir
Men í neyð míni ákallaði eg HARRAN og rópti til Gud mín; Hann hoyrdi í templi Sínum rødd mína, og róp mítt náddi til Hansara, kom fyri oyru Hansara.
Esaias 54:11 Esaias
Tú arma, sum stormur hevur heimsøkt, sum onga troyst hevur funnið! Eg byggi teg upp við smaragdum og leggi grund tína av safirum;
Lukas 13:1 Lukas
Um somu tíð vóru har nakrir hjástaddir, sum søgdu Honum frá Galilearunum, hvørja blóð Pilatus hevði blandað við offur teirra.
Lukas 13:2 Lukas
Tá svaraði Hann teimum: „Halda tit, at hesir Galilearar vóru syndarar fram um allar aðrar Galilearar, fyri tað at teir hava liðið hetta?
Lukas 13:3 Lukas
Nei, sigi Eg tykkum, men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt.
Lukas 13:4 Lukas
Ella hinir átjan, sum tornið í Siloam datt oman yvir, so teir doyðu – halda tit, at teir vóru sekir fram um øll menniskju, sum í Jerusalem búgva?
Lukas 13:5 Lukas
Nei, sigi Eg tykkum, men venda tit ikki við, skulu tit allir ganga til grundar á sama hátt.“
Lukas 21:25 Lukas
Tekin skulu vera í sól, mána og stjørnum, og á jørðini skal angist og vónloysi koma á tjóðirnar; tí havið og bylgjurnar brúsa,
Jóhannes 16:33 Jóhannes
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!“
Rómverjabrævið 12:12 Rómverjabrævið
Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!
Seinna Korintbrævið 5:1 Seinna Korintbrævið
Vit vita jú, at um jørðiska hús likams okkara verður brotið niður, hava vit bygning frá Gudi, hús, ið ikki er gjørt við hondum, ævigt í Himlum.