nátturðarhaldið
10 versir um "nátturðarhaldið"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 22:19 Lukas
So tók Hann breyð, takkaði og breyt tað, gav teimum og segði: „Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!“
Jóhannes 6:53 Jóhannes
Jesus segði tí við teir: „Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Eta tit ikki hold Menniskjasonarins, og drekka tit ikki blóð Hansara, hava tit ikki lív í tykkum.
Matteus 26:26 Matteus
Meðan teir nú ótu, tók Jesus breyð, signaði og breyt tað, gav lærisveinunum tað og segði: „Takið, etið! Hetta er likam Mítt.“
Matteus 26:27 Matteus
So tók Hann kalik, takkaði, gav teimum hann og segði: „Drekkið allir av honum!
Matteus 26:28 Matteus
Tí hetta er blóð Mítt, sáttmálablóðið, ið úthelt verður fyri mong til syndafyrigeving.
Lukas 22:20 Lukas
Somuleiðis tók Hann eisini kalikin aftan á kvøldmáltíðina og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum, sum verður úthelt fyri tykkum.
Jóhannes 6:51 Jóhannes
Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir; og breyðið, ið Eg gevi, er hold Mítt, sum Eg gevi, fyri at heimurin skal liva.“
Ápostlasøgan 2:42 Ápostlasøgan
Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.
Fyrra Korintbrævið 10:16 Fyrra Korintbrævið
Kalikur signingarinnar, sum vit signa – er hann ikki samfelag við blóð Kristusar! Breyðið, ið vit bróta – er tað ikki samfelag við likam Kristusar!
Fyrra Korintbrævið 11:26 Fyrra Korintbrævið
Tí so ofta sum tit eta hetta breyð og drekka henda kalik, kunngera tit deyða Harrans, inntil Hann kemur.