náttúra
19 versir um "náttúra"
Versir
Síða 1 av 1Job 12:7 Job
Men spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað –
Job 12:8 Job
ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað!
Job 12:9 Job
Hvør dugir ikki at síggja av øllum hesum, at hond HARRANS hevur skapt tað,
Job 12:10 Job
Hann, sum hevur hvørja livandi sál í hondini og anda hvørs menniskjalikams!
Sálmarnir 96:11 Sálmarnir
Himmalin gleðist, jørðin fegnist! Havið brúsi, og alt, sum í tí er!
Sálmarnir 96:12 Sálmarnir
Markin frøi seg, og alt, ið henni er á! Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum
Nehemias 9:6 Nehemias
Eina Tú ert HARRIN; Tú hevur skapt Himlarnar og Himlar Himlanna og allan her teirra, jørðina og alt, ið henni er á, høvini og alt, sum teimum er í; Tú gevur tí øllum lív, og herur Himmalsins tilbiður Teg.
Sálmarnir 8:3 Sálmarnir
Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama.
Sálmarnir 8:4 Sálmarnir
Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt,
Sálmarnir 19:1 Sálmarnir
Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
Sálmarnir 69:34 Sálmarnir
Tí HARRIN lurtar eftir hinum fátæku, og fangar Sínar vanvirðir Hann ikki.
Sálmarnir 145:5 Sálmarnir
Dýrd og heiður hátignar Tínar og undurverk Tíni grundi eg á.
Prædikarin 3:11 Prædikarin
Alt hevur Hann gjørt vakurt á tíð síni, ja, ævina hevur Hann lagt í hjarta teirra, tó so, at menniskjað fatar hvørki hitt fyrsta ella hitt síðsta av tí, ið Gud hevur virkað.
Esaias 55:12 Esaias
Ja, við gleði skulu tit fara út, og í friði skulu tit verða leidd fram; fjøllini og heyggjarnir skulu hevja upp fagnaðarsong fyri ásjón tykkara, og øll trø á markini skulu klappa saman hendur.
Matteus 6:28 Matteus
Og hví stúra tit fyri klæðum! Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa! Tær arbeiða ikki, tær spinna ikki;
Matteus 6:29 Matteus
men Eg sigi tykkum: Ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var klæddur sum ein teirra.
Matteus 6:30 Matteus
Klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal Hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku!
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið
Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.
Opinberingin 4:11 Opinberingin
„Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt! Tí Tú hevur skapt alt, og tí Tú vildi tað, varð tað til, og varð tað skapt!“