Nasaret
30 versir um "Nasaret"
Versir
Síða 1 av 1Lukas 4:16 Lukas
Hann kom tá til Nazaret, har sum Hann var uppvaksin, og fór, sum Hann var vanur, inn í sýnagoguna sabbatsdagin og reisti Seg upp at lesa.
Lukas 4:17 Lukas
Teir fingu Honum tá bók Esaiasar profets. Táið Hann læt sundur bókina, kom Hann niður á staðið, har skrivað stóð:
Lukas 4:18 Lukas
„Andi Harrans er yvir Mær, tí Hann hevur salvað Meg at kunngera fátækum evangeliið; Hann hevur sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum, at tey skulu fáa sjón, at gera kúgað frí,
Lukas 4:19 Lukas
at kunngera náðiár Harrans.“
Lukas 4:20 Lukas
So legði Hann bókina saman, fekk tænaranum hana aftur og settist; og øll í sýnagoguni stardu á Hann.
Lukas 4:21 Lukas
Tá fór Hann at tala til teirra: „Í dag er hetta skriftorð gingið út fyri oyrum tykkara.“
Jóhannes 1:46 Jóhannes
Filip hitti Natanael og segði við hann: „Vit hava funnið Hann, sum Móses hevur skrivað um í lógini, og profetarnir við, Jesus, son Jósef, úr Nazaret!“
Matteus 2:1 Matteus
Táið nú Jesus var føddur í Betlehem í Judea – á døgum Heródesar kongs – komu vísmenn úr Eysturlondum til Jerusalem og søgdu:
Matteus 2:2 Matteus
„Hvar er kongur Jødanna, sum føddur er? Tí vit hava sæð stjørnu Hansara har eysturi og eru komnir at tilbiðja Hann.“
Matteus 2:3 Matteus
Táið Heródes kongur hoyrdi hetta, kom ótti á hann og á alt Jerusalem við honum.
Matteus 2:4 Matteus
Og hann kallaði saman allar høvuðsprestar og skriftlærdar fólksins og spurdi teir, hvar Kristus skuldi verða føddur.
Matteus 2:5 Matteus
Teir svaraðu honum: „Í Betlehem í Judea; tí so er skrivað við profetinum:
Matteus 2:6 Matteus
„Tú Betlehem í Judalandi! Einki ert tú hin minsti av høvdingum Juda; tí úr tær skal koma høvdingi, sum skal vera hirði Ísraels, fólks Míns.““
Matteus 2:7 Matteus
Tá kallaði Heródes loyniliga vísmenninar til sín og fekk frá teimum gjølla at vita um tíðina, táið stjørnan hevði verið at sæð.
Matteus 2:8 Matteus
So sendi hann teir til Betlehem og segði: „Farið og spyrjið gjølla um barnið, og táið tit hava funnið tað, latið tá meg vita av, so eisini eg kann koma og tilbiðja tað!“
Matteus 2:9 Matteus
Táið teir høvdu hoyrt orð kongsins, fóru teir avstað, og stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var.
Matteus 2:10 Matteus
Táið teir sóu stjørnuna, gleddust teir ómetaliga.
Matteus 2:11 Matteus
Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra.
Matteus 2:12 Matteus
Av tí at Gud nú í dreymi hevði ávarað teir um ikki at fara aftur til Heródes, fóru teir aðra leið heimaftur til land sítt.
Matteus 2:13 Matteus
Táið teir vóru farnir avstað, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi og segði: „Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og flýggja til Egyptalands, og verð har, inntil eg sigi tær til! Tí Heródes fer at leita eftir barninum at drepa tað.“
Matteus 2:14 Matteus
Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær um náttina og fór avstað til Egyptalands;
Matteus 2:15 Matteus
og hann varð har, inntil Heródes var deyður – fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er av Harranum við profetinum, sum sigur: „Úr Egyptalandi kallaði Eg Son Mín.“
Matteus 2:16 Matteus
Táið Heródes nú sá, at hann var svikin av vísmonnunum, varð hann ógvuliga illur og sendi menn avstað og læt drepa øll dreingjabørn í Betlehem og allastaðni har um vegir, sum vóru tvey ár og minni, eftir tíðini, ið vísmenninir høvdu sagt honum.
Matteus 2:17 Matteus
Tá gekk tað út, sum talað er við Jeremiasi profeti, ið sigur:
Matteus 2:18 Matteus
„Rødd hoyrdist í Rama, eymkan og grátur og stór sorg; Rakul græt um børn síni og vildi ikki lata seg ugga; tí tey eru ikki longur.“
Matteus 2:19 Matteus
Men táið Heródes var deyður, vísti eingil Harrans seg í dreymi fyri Jósefi í Egyptalandi og segði:
Matteus 2:20 Matteus
„Reis teg, tak barnið og móður tess við tær og far til Ísraelsland! Tí teir eru deyðir, sum lógu barninum eftir lívinum.“
Matteus 2:21 Matteus
Tá reistist hann, tók barnið og móður tess við sær og kom til Ísraelsland.
Matteus 2:22 Matteus
Men táið hann hoyrdi, at Arkelaus var kongur í Judea eftir Heródes, faðir sín, ræddist hann at fara hagar; og við tað at hann varð ávaraður av Gudi í dreymi, fór hann avstað til Galilea.
Matteus 2:23 Matteus
Táið hann var komin hagar, búsettist hann í bygd, sum eitur Nazaret – fyri at tað skuldi ganga út, sum talað er við profetunum, at Hann skuldi kallast Nazareari.