náðisáttmáli
8 versir um "náðisáttmáli"
Versir
Síða 1 av 1Hebrearabrævið 9:15 Hebrearabrævið
So er Hann tá millummaður fyri nýggjan sáttmála, so hini kallaðu skulu fáa hin æviga arv, ið lovaður var, eftir at deyði hevur átt sær stað til endurloysing frá brotunum undir hinum fyrra sáttmálanum.
Jeremias 31:31 Jeremias
Dagar koma – sigur HARRIN – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og við hús Juda,
Jeremias 31:32 Jeremias
ikki sáttmála sum hann, ið Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra til at leiða teir út av Egyptalandi – sáttmálan við Meg, sum teir brutu, tóat Eg var rætti Harri teirra – sigur HARRIN.
Jeremias 31:33 Jeremias
Nei, hetta er sáttmálin, ið Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagarnar – sigur HARRIN: Eg skal leggja lóg Mína í sinni teirra og skriva hana í hjarta teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.
Jeremias 31:34 Jeremias
Tey skulu ikki longur læra, hvør næsta sín og hvør bróður sín, og siga: „Kenn HARRAN!“ Tí tey skulu øll kenna Meg, bæði smá og stór – sigur HARRIN – tí Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra.
Galatiabrævið 3:8 Galatiabrævið
Og við tað at skriftin sá frammanundan, at tað er av trúgv, Gud rættvísger heidningarnar, so kunngjørdi hon frammanundan Ábrahami tað evangelium: „Í tær skulu øll fólkasløg verða signað!“
Galatiabrævið 3:17 Galatiabrævið
Tað, sum eg vil siga, er hetta: Sáttmála, ið frammanundan er staðfestur av Gudi, kann lógin, sum kom 430 ár seinni, ikki seta úr gildi, so hon skuldi gjørt lyftið til einkis.
Hebrearabrævið 7:22 Hebrearabrævið
– so víst er tað eisini betri sáttmáli, Jesus er vorðin borgsmaður fyri.