Nahum

22 versir um "Nahum"

Versir

Síða 1 av 1
Nahum 1:7 Nahum

HARRIN er góður, vernd neyðardagin; Hann kennir tey, sum líta á Hann.

9
Nahum 3:5 Nahum

Men Eg skal venda Mær móti tær – sigur HARRIN Gud herskaranna – og Eg skal lyfta faldin á klæðum tínum upp fyri andlit títt og lata fólkasløg síggja teg nakna og ríki síggja skomm tína.

6
Nahum 3:19 Nahum

Skaða tín stendur ikki til at bøta, sár títt er ógrøðandi. Øll, ið hoyra tíðindini um teg, klappa saman hendur – tí hvør fekk ikki samt og javnt óndskap tín at kenna!

6
Nahum 1:2 Nahum

Strangur Gud og hevnari er HARRIN; hevnari er HARRIN og fullur av vreiði; hevnari er HARRIN mótstøðumonnum Sínum, ein, sum støðugt ber vreiði móti fíggindum Sínum.

5
Nahum 1:3 Nahum

HARRIN er langmóðigur, men stórur í kraft; órevsaðan letur HARRIN aldri hin seka vera. Í ódnarveðri og stormi er vegur Hansara, og skýggj eru dustið undir fótum Hansara.

5
Nahum 1:9 Nahum

Hvat eru tað fyri ráð, tit leggja upp móti HARRANUM! Hann skal forkoma tykkum, heimsøkingin skal ikki koma tvær ferðir!

5
Nahum 2:1 Nahum

Hygg har á fjøllunum føtur hansara, sum kemur við góðum boðskapi, sum kunnger frið! Halt hátíðir tínar, Juda, ger eftir lyftum tínum! Tí hinir gudleysu skulu aldri uppaftur treingja seg inn í land títt – teir eru allir oyddir.

5
Nahum 3:7 Nahum

Ein og hvør, ið fær teg at síggja, skal flýggja frá tær og siga: „Nineve er oydd! Hvørjum man tykjast synd í henni!“ – Ja, hvar skal Eg leita tær eftir troystarum!

5
Nahum 2:13 Nahum

Hvar er leyvan, ið rændi, inntil ungar hennara høvdu nóg mikið, og drap til honleyvur sínar, fylti bøli síni við ráni og bústaðir sínar við tí, sum hon hevði skrætt sundur!

4
Nahum 1:6 Nahum

Hvør verður standandi, táið Hann verður illur! Hvør er mentur at bera brennandi vreiði Hansara! Vreiði Hansara geisar fram sum eldur, og fjøllini bresta sundur fyri Honum.

3
Nahum 1:1 Nahum

Spádómur um Nineve. Bókin um tað, ið Nahum Elkositur sá.

2
Nahum 1:4 Nahum

Hann hóttir at sjónum og turkar hann upp, og Hann letur allar áir torna; Basan og Karmel følna, alt grønt á Libanon følnar.

2
Nahum 1:5 Nahum

Fjøllini skelva fyri Honum, og heyggjarnir bráðna; jørðin lyftir seg upp fyri ásjón Hansara, jarðarríki og øll, ið har búgva.

2
Nahum 1:8 Nahum

Men við vatnflóð, sum leggur yvir alt, skal Hann gera enda á grundini, ið tað* stendur á, og myrkrið skal elta fíggindar Hansara.

2
Nahum 1:10 Nahum

Um teir so eru samanfløktir sum tornir og so fullir, sum fyllskapur teirra fær gjørt teir, skulu teir kortini verða brendir upp sum skróvturrur hálmur.

2
Nahum 1:11 Nahum

Úr tær* gekk út ein, sum hevði ilt í huga móti HARRANUM, ein, ið legði upp gudleys ráð.

2
Nahum 1:12 Nahum

So sigur HARRIN: Hvussu sterkir og hvussu nógvir teir* so eru, skulu teir kortini verða skornir av og hvørva. Um Eg so havi plágað teg,** skal Eg ikki plága teg longur;

2
Nahum 1:13 Nahum

nei, nú skal Eg bróta ok hansara av tær og slíta bond tíni.

2
Nahum 1:14 Nahum

Men um teg* gevur HARRIN hetta boð: Eingin skal verða føddur meir, sum ber navn títt; úr húsi guds tíns skal Eg beina fyri bæði útskornum og stoyptum myndum; Eg skal gera tær grøv til – tí tú ert funnin ov lættur!

2
Nahum 2:2 Nahum

Ein kemur móti tær, sum ætlar at spjaða teg í allar ættir; halt vakt á skansunum, skoða út á vegin, styrk lendar tínar, savna alla styrki tína!

2
Nahum 2:14 Nahum

– Ja, Eg skal venda Mær móti tær – sigur HARRIN Gud herskaranna – Eg skal brenna vagnar tínar – lata teir fara upp í royk – og ungu leyvum tínum skal svørðið gera enda á; Eg skal oyða rán títt av jørðini, og rødd sendiboða tína skal ikki hoyrast uppaftur!

2
Nahum 3:1 Nahum

Vei blóðstaðnum, ið fullur er av lygn og yvirgangsverkum, allur sum hann er! – Aldri gevur hann uppat at ræna!

2