Nablus

68 versir um "Nablus"

Versir

Síða 2 av 2
Dómararnir 9:44 Dómararnir

Abimelek og flokkurin, ið við honum var, lupu fram og tóku støðu við býportrið; men hinir báðir flokkarnir herjaðu á tey, sum úti á markini vóru, og høgdu tey niður.

7
Dómararnir 9:45 Dómararnir

Og eftir at Abimelek allan dagin ígjøgnum hevði gjørt álop á býin, tók hann hann, drap fólkið har, breyt býin niður og stroyddi salt á hann.

7
Dómararnir 9:46 Dómararnir

Táið menninir í Sikemsborg hoyrdu hetta, fóru teir allir inn í tornið, sum hoyrdi til tempul El-Berits.*

7
Dómararnir 9:47 Dómararnir

Við tað sama sum Abimelek fekk at vita, at allir menninir í Sikemsborg høvdu savnað seg,

7
Dómararnir 9:48 Dómararnir

fór hann við øllum monnum sínum niðan á Zalmonfjall. Har tók hann eina øks og høgdi greinar av trøunum, tók tær upp, legði tær á økslina og segði við menninar, ið við honum vóru: „Skundið tykkum og gerið tað sama, sum tit sóu, eg gjørdi!“

7
Dómararnir 9:49 Dómararnir

Allir menninir høgdu tá hvør sína byrði av greinum og fylgdu eftir Abimelek; so løgdu teir greinarnar upp við torninum og settu við teimum eld á tornið. Soleiðis doyði eisini alt fólkið í Sikemsborg, úti við 1000 menn og kvinnur.

7
Dómararnir 9:50 Dómararnir

Síðani fór Abimelek til Tebez, og hann kringsetti staðin og tók hann.

7
Dómararnir 9:51 Dómararnir

Inni í býnum var sterkt torn; hagar flýddu bæði menn og kvinnur, øll, sum í býnum vóru; og tey stongdu eftir sær og fóru upp á takið á torninum.

7
Dómararnir 9:52 Dómararnir

Abimelek helt tá fram at torninum og kringsetti tað; men táið hann gekk fram at portri tornsins og ætlaði at seta eld á tað,

7
Dómararnir 9:53 Dómararnir

kastaði kvinna kvarnarstein niður á høvd hansara og soraði skallan.

7
Dómararnir 9:54 Dómararnir

Abimelek rópti tá skundisliga á vápnasvein sín: „Drag svørðið og drep meg, so ikki skal verða sagt, at kvinna hevur dripið meg!“ Vápnasveinurin stakk tá svørðið ígjøgnum hann, so hann doyði.

7
Dómararnir 9:55 Dómararnir

Men táið Ísraelsmenn sóu, at Abimelek var deyður, fóru teir hvør heim til sín.

7
Dómararnir 9:56 Dómararnir

Soleiðis hevndi Gud illgerðina, ið Abimelek gjørdi faðir sínum, táið hann drap teir 70 brøður sínar.

7
Dómararnir 9:57 Dómararnir

Og alt tað ónda, ið Sikemsmenn høvdu gjørt, læt Gud koma oman yvir teirra egna høvd. Á henda hátt kom bann Jótams, sonar Jerubba’als, oman yvir teir.

7
Jóhannes 4:5 Jóhannes

So kom Hann til bý í Samaria, sum eitur Sikar, stutt frá jarðarstykkinum, ið Jákup gav Jósefi, syni sínum.

5
Jóhannes 4:6 Jóhannes

Har var brunnur Jákups. Jesus – sum var móður av ferðini – sat nú har við brunnin; tað var um sætta tíman.

4
Jeremias 41:5 Jeremias

komu menn úr Sikem, Silo og Samaria, 80 menn, við skegginum rakaðum av, við skræddum klæðum og við skurðum í holdinum; teir høvdu við sær matoffur og roykilsi til at bera fram í húsi HARRANS.

2
Ápostlasøgan 8:25 Ápostlasøgan

Táið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir aftur til Jerusalem, og teir kunngjørdu evangeliið í nógvum av bygdum Samverja.

2