Nablus

68 versir um "Nablus"

Versir

Síða 1 av 2
Fyrsta Mósebók 12:6 Fyrsta Mósebók

Ábram ferðaðist nú gjøgnum landið, líka til tað heilaga staðið í Sikem, til eikina More. – Tá búðu Kána’anitar har í landinum.

15
Fyrsta Mósebók 33:18 Fyrsta Mósebók

Jákup kom tá í øllum góðum til býin Sikem í Kána’anslandi, á ferð síni úr Paddan-Áram; og hann reisti tjøld síni uttan fyri býin.

12
Fyrsta Mósebók 33:19 Fyrsta Mósebók

Jarðarstykkið, ið hann hevði reist tjald sítt á, keypti hann frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri 100 kesitar.*

12
Fyrsta Mósebók 33:20 Fyrsta Mósebók

Har reisti hann altar, sum hann kallaði El-Elohe-Ísrael.*

12
Josva 24:32 Josva

Bein Jósefs, sum Ísraelsmenn høvdu havt við úr Egyptalandi, jarðaðu teir við Sikem, á markini, sum Jákup hevði keypt frá sonum Hamor, faðir Sikem, fyri 100 kesitar,* og sum synir Jósef høvdu fingið í ogn.

12
Fyrra Kongabók 12:25 Fyrra Kongabók

Jeroboam víggirdi Sikem á Efra’imsfjøllum og búsettist har; seinni fór hann haðani og víggirdi eisini Penuel.

9
Ápostlasøgan 7:16 Ápostlasøgan

Teir vórðu fluttir til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt frá sonum Hemor í Sikem fyri virði í peningi.

9
Dómararnir 9:1 Dómararnir

Abimelek, sonur Jerubba’al, fór til Sikem, til móðurbrøður sínar, og hann tosaði við teir og við alt móðurfólk sítt og segði:

7
Dómararnir 9:2 Dómararnir

„Sigið við allar Sikemsmenn: „Hvat man vera tykkum betri, at 70 menn, allir synir Jerubba’al, stjórna hjá tykkum, ella at ein einstakur maður ger tað! – Minnist, at eg eri hold tykkara og bein!““

7
Dómararnir 9:3 Dómararnir

Móðurbrøður hansara søgdu nú alt hetta fyri hann við allar Sikemsmenn; og hugur teirra vendist til Abimelek, tí teir søgdu: „Hann er jú bróðir okkara!“

7
Dómararnir 9:4 Dómararnir

So góvu teir honum 70 seklar av silvuri úr templi Ba’al-Berits; fyri teir leigaði hann sær rekavætti og illmenni og gjørdist formaður teirra.

7
Dómararnir 9:5 Dómararnir

Síðani fór hann til hús faðirs síns í Ofra og drap brøður sínar, teir 70 synir Jerubba’al, á einum og sama steini; eingin varð eftir uttan Jótam, yngsti sonur Jerubba’al – hann hevði krógvað seg.

7
Dómararnir 9:6 Dómararnir

Allir Sikemsmenn og allir teir, sum í Millo* búðu, komu nú saman; teir fóru avstað, og við Minnissteinseik í Sikem gjørdu teir Abimelek til kong.

7
Dómararnir 9:7 Dómararnir

Táið Jótam fekk hetta at frætta, fór hann niðan á tind Garizimsfjals; har stóð hann og rópti hart og segði við teir: „Hoyrið meg, Sikemsmenn, so skal Gud hoyra tykkum!

7
Dómararnir 9:8 Dómararnir

Einaferð fóru trøini at salva sær kong. Tey søgdu tá við oljutræið: „Ver tú kongur okkara!“

7
Dómararnir 9:9 Dómararnir

Men oljutræið svaraði teimum: „Skuldi eg latið fiti mína farið, sum gudar og menniskju æra meg fyri, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!“

7
Dómararnir 9:10 Dómararnir

So søgdu trøini við fikutræið: „Kom tú og ver kongur okkara!“

7
Dómararnir 9:11 Dómararnir

Men fikutræið svaraði teimum: „Skuldi eg latið søtleika mín farið og góða ávøkst mín, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!“

7
Dómararnir 9:12 Dómararnir

Nú søgdu trøini við víntræið: „Kom tú og ver kongur okkara!“

7
Dómararnir 9:13 Dómararnir

Men víntræið svaraði teimum: „Skuldi eg latið vínløg mín farið, sum gleðir gudar og menniskju, og farið og sveimað uppi yvir trøunum!“

7
Dómararnir 9:14 Dómararnir

Tá søgdu øll trøini við tornarunnin: „Kom tú og ver kongur okkara!“

7
Dómararnir 9:15 Dómararnir

Tornarunnurin svaraði trøunum: „Er tað álvara, at tit ætla at salva meg til kong yvir tykkum, so komið og søkið tykkum skjól í skugga mínum! Men um ikki, so skal eldur ganga út úr tornarunninum og brenna upp sedristrøini á Libanon!“

7
Dómararnir 9:16 Dómararnir

– So hoyrið nú: Hava tit borið tykkum sannhjartað og ærliga at, táið tit gjørdu Abimelek til kong, og hava tit gjørt væl við Jerubba’al og hús hansara og lønt honum aftur tað, ið hann gjørdi

7
Dómararnir 9:17 Dómararnir

– pápi bardist jú fyri tykkum og vágaði lívið fyri at frelsa tykkum úr hondum Midjanita;

7
Dómararnir 9:18 Dómararnir

men tit hava í dag reist tykkum móti húsi faðirs míns, dripið synir hansara, 70 menn, á einum og sama steini, og gjørt son trælkvinnu hansara, Abimelek, til kong yvir Sikemsmonnum, fyri tað at hann er bróðir tykkara –

7
Dómararnir 9:19 Dómararnir

ja, hava tit í dag borið tykkum sannhjartað og ærliga at móti Jerubba’al og húsi hansara, so fái tit gleði av Abimelek, og so fái hann gleði av tykkum!

7
Dómararnir 9:20 Dómararnir

Men um ikki, so gangi eldur út frá Abimelek og brenni upp Sikemsmenn og teir, sum í Millo búgva, og eldur gangi út frá Sikemsmonnum og teimum, sum í Millo búgva, og brenni upp Abimelek!“

7
Dómararnir 9:21 Dómararnir

So flýddi Jótam; og hann komst undan og fór til Be’er; har búsettist hann fyri at vera tryggur fyri bróður sínum, Abimelek.

7
Dómararnir 9:22 Dómararnir

Trý ár ráddi Abimelek í Ísrael.

7
Dómararnir 9:23 Dómararnir

Tá sendi Gud illan anda, sum setti split millum Abimelek og Sikemsmenn, og Sikemsmenn fullu frá Abimelek

7
Dómararnir 9:24 Dómararnir

– fyri at níðingsverkið móti hinum 70 sonum Jerubba’al skuldi verða hevnt, og blóð teirra koma yvir bróður teirra, Abimelek, sum hevði dripið teir, og yvir Sikemsmenn, sum høvdu styðjað hann, so hann fekk dripið brøður sínar.

7
Dómararnir 9:25 Dómararnir

Sikemsmenn løgdu tá menn á lúr móti honum á fjallatindarnar, og teir rændu hvørt ferðafólk, ið kom fram við teimum. Hetta fekk Abimelek at vita.

7
Dómararnir 9:26 Dómararnir

Nú kom Ga’al, sonur Ebed, við brøðrum sínum og flutti til Sikem, og Sikemsmenn fingu álit á honum.

7
Dómararnir 9:27 Dómararnir

Teir fóru út á markina og heystaðu víngarðar sínar og persaðu vínberini; so hildu teir takkargildi og fóru inn í tempul guds síns, ótu og drukku og bannaðu Abimelek.

7
Dómararnir 9:28 Dómararnir

Ga’al, sonur Ebed, segði: „Hvør er Abimelek, og hvat er Sikem – at vit skuldu verið trælir hansara! Hann er jú sonur Jerubba’al, og Zebul er fúti hansara! Nei, tænið monnum, ið ættaðir eru frá Hamor, faðir Sikem! – Hví skuldu vit verið trælir hansara!

7
Dómararnir 9:29 Dómararnir

Hevði eg bert havt vald yvir fólkinum her, so skuldi eg skjótt rikið Abimelek burt!“ Og hann segði: „Ger her tín størri, Abimelek, og kom!“

7
Dómararnir 9:30 Dómararnir

Táið Zebul, høvuðsmaðurin í býnum, hoyrdi tað, ið Ga’al, sonur Ebed, segði, tendraðist vreiði hansara,

7
Dómararnir 9:31 Dómararnir

og hann sendi loyniliga boð til Abimelek og læt siga: „Ga’al, sonur Ebed, og brøður hansara eru komnir til Sikem, og teir eggja staðin upp móti tær!

7
Dómararnir 9:32 Dómararnir

Halt tí avstað á náttartíð við monnunum, ið tú hevur hjá tær, og legg teg á lúr á markini!

7
Dómararnir 9:33 Dómararnir

Leyp so á býin tíðliga á morgni, táið sólin kemur undan! Táið tá hann og menn hansara halda út ímóti tær, kanst tú gera við teir, sum tær ber til!“

7
Dómararnir 9:34 Dómararnir

Abimelek helt tá avstað um náttina við øllum monnunum, ið hann hevði hjá sær, og teir løgdu seg á lúr móti Sikem í fýra flokkum.

7
Dómararnir 9:35 Dómararnir

Nú kom Ga’al, sonur Ebed, út og stóð í býportrinum, og í tí sama reistust teir, Abimelek og menn hansara, sum høvdu ligið á lúri.

7
Dómararnir 9:36 Dómararnir

Táið Ga’al sá fólkið, segði hann við Zebul: „Hygg, fólk kemur oman av fjallatindunum!“ Zebul segði við hann: „Tað er skuggan av fjøllunum, ið tú heldur vera fólk!“

7
Dómararnir 9:37 Dómararnir

Men Ga’al segði uppaftur: „Jú, fólk kemur oman av Miðfjalli, og ein annar flokkur kemur eftir vegnum frá Gandakallaeik!“

7
Dómararnir 9:38 Dómararnir

Tá segði Zebul við hann: „Hvar eru nú stóru orð tíni, tú, sum segði: „Hvør er Abimelek, at vit skulu vera trælir hansara!“ – Har eru menninir, ið tú vanvirdi – far nú út og barst við teir!“

7
Dómararnir 9:39 Dómararnir

Ga’al helt tá avstað á odda fyri Sikemsmonnum, og teir og Abimelek brustu saman.

7
Dómararnir 9:40 Dómararnir

Men Abimelek vann hann og rak hann undan sær, og nógvir fullu – líka inn at býportrinum.

7
Dómararnir 9:41 Dómararnir

Abimelek varð síðani verandi í Aruma, og Zebul rak Ga’al og brøður hansara burtur úr Sikem.

7
Dómararnir 9:42 Dómararnir

Dagin eftir fór fólkið út á akurin, og hetta fekk Abimelek at vita.

7
Dómararnir 9:43 Dómararnir

Tá tók hann menn sínar, býtti teir í tríggjar flokkar og legði seg á lúr á markini; og táið hann sá fólkið koma út úr býnum, herjaði hann á tey og vann sigur á teimum.

7