náð og fyrimunur

25 versir um "náð og fyrimunur"

Versir

Síða 1 av 1
Sálmarnir 5:12 Sálmarnir

Men lat øll tey gleðast, sum søkja sær skjól hjá Tær, lat tey í allar ævir fegnast, tí Tú verjir tey, og lat tey, sum elska navn Títt, frøast í Tær!

5
Sálmarnir 90:17 Sálmarnir

Og lívsæla HARRANS Guds okkara veri yvir okkum! Og frem Tú okkum handaverk okkara, ja, handaverk okkara, tey fremji Tú!

5
Sálmarnir 84:11 Sálmarnir

Tí betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum.

4
Fyrsta Mósebók 6:8 Fyrsta Mósebók

– Men Nóa fann náði fyri eygum HARRANS.

3
Sálmarnir 30:5 Sálmarnir

Lovsyngið HARRANUM, tit heilagu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara!

3
Fyrsta Mósebók 18:3 Fyrsta Mósebók

og segði: „Harri, havi eg funnið náði fyri eygum tínum, so far ikki um tænara tín!

2
Fyrsta Mósebók 39:4 Fyrsta Mósebók

fann Jósef náði fyri eygum hansara og slapp at ganga honum til handa; hann setti hann yvir hús sítt og gav honum upp í hendur alt, ið hann átti.

2
Ester 2:15 Ester

Táið nú tíðin at fara inn til kongin var komin hjá Ester – dóttur Abihajil, faðirbróður Mordokai, fosturfaðir hennara – bað hon einki um uttan tað, ið Hegai, hirðmaður kongsins, kvinnuvaktarin, mældi henni til. Og øll, ið sóu Ester, vórðu góð við hana.

2
Ester 2:16 Ester

Í tíggjunda mánaði – tebet mánaði – sjeynda árið ið Ahasverus kongur sat við stýrið, varð Ester leidd til hansara, inn í kongligu høll hansara.

2
Ester 2:17 Ester

Og kongurin varð betri við Ester enn við allar hinar kvinnurnar; hon vann náði og yndi hjá honum meir enn allar hinar moyggjarnar. Hann setti tí kongliga krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til drotning í staðin fyri Vasti.

2
Ester 2:18 Ester

Síðani helt kongurin, Ester til heiður, stóra veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum, og hann eftirgav skatt í londum sínum og gav gávur, sum kongi sømdi.

2
Sálmarnir 102:13 Sálmarnir

Men Tú, HARRI, Tú situr í hásæti til ævigar tíðir; minnið um Teg varir mann eftir mann.

2
Orðtøkini 3:1 Orðtøkini

Sonur mín! Gloym ikki tað, ið eg læri teg, lat hjarta títt goyma boð míni!

2
Orðtøkini 3:2 Orðtøkini

Tí langt lív og mong ár at liva og frið skulu tey geva tær í ríkum máli.

2
Orðtøkini 3:3 Orðtøkini

Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns!

2
Orðtøkini 3:4 Orðtøkini

So skalt tú finna náði og fáa yndi, í eygum Guds og manna.

2
Orðtøkini 18:22 Orðtøkini

Tann, ið hevur funnið konu, hevur funnið lukkuna og fingið náðigávu frá HARRANUM.

2
Esaias 58:11 Esaias

HARRIN skal leiða teg altíð, metta teg mitt í oyðimørkini og styrkja bein tíni; og tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.

2
Matteus 6:31 Matteus

Tí skulu tit ikki stúra og siga: „Hvat skulu vit eta?“ ella: „Hvat skulu vit drekka?“ ella: „Hvat skulu vit fara í?“

2
Matteus 6:32 Matteus

Eftir øllum slíkum søkja jú heidningarnir. Og himmalski Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar alt hetta.

2
Matteus 6:33 Matteus

Nei, søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!

2
Lukas 2:52 Lukas

Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum.

2
Efesusbrævið 1:11 Efesusbrævið

Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns

2
Efesusbrævið 2:8 Efesusbrævið

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,

2
Efesusbrævið 2:9 Efesusbrævið

ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.

2