myndatól

12 versir um "myndatól"

Versir

Síða 1 av 1
Habakkuk 2:1 Habakkuk

Niðan á varða mín skal eg fara, og standa á vaktarstaði mínum; eg skal hyggja út og fáa at vita, hvat Hann fer at tala í mær, hvat svar eg fái upp á klagu mína.

5
Orðtøkini 15:3 Orðtøkini

Eygu HARRANS eru allastaðni; tey hyggja bæði eftir óndum og góðum.

4
Seinna Krønikubók 16:9 Seinna Krønikubók

Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. Í hesum hevur tú borið teg at sum dári; tí skalt tú hereftir altíð hava bardaga ímóti tær!“

3
Onnur Mósebók 20:4 Onnur Mósebók

Tú mást onga skurðmynd gera tær, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niðri á jørðini, ella av tí, sum er í vatninum undir jørðini;

2
Job 34:21 Job

Tí vegir menniskjans eru Honum fyri eyga, og Hann sær hvørt spor, ið tað stígur;

2
Sálmarnir 119:37 Sálmarnir

Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd, halt mær á lívi á vegi Tínum!

2
Matteus 6:22 Matteus

Eygað er ljós likamsins; er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst;

2
Matteus 6:23 Matteus

men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!

2
Lukas 12:2 Lukas

Einki er dult, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt.

2
Lukas 12:3 Lukas

Alt, sum tit hava sagt í myrkrinum, skal tí hoyrast í ljósinum, og tað, sum tit hava lýtt í oyrað í kømurunum, skal verða prædikað á tøkunum.

2
Rómverjabrævið 1:20 Rómverjabrævið

Ósjónliga vera Hansara, bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara; tey hava tí onga avsakan.

2
Hebrearabrævið 4:13 Hebrearabrævið

Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera.

2