mygla

22 versir um "mygla"

Versir

Síða 1 av 1
Triðja Mósebók 14:33 Triðja Mósebók

HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:

14
Triðja Mósebók 14:34 Triðja Mósebók

„Táið tit koma inn í Kána’ansland, sum Eg gevi tykkum í ogn, og Eg lati spitalsku koma á okkurt hús í landinum, sum tit fáa í ogn,

14
Triðja Mósebók 14:35 Triðja Mósebók

so skal hann, ið húsið eigur, fara og lata prestin vita tað og siga: „Tað sær mær út, sum spitalska er komin á húsið!“

14
Triðja Mósebók 14:36 Triðja Mósebók

Presturin skal tá geva boð um, at alt skal verða borið út úr húsinum, áðrenn hann kemur at hyggja at plettunum – so ikki alt, sum í húsinum er, skal verða óreint; síðani skal hann koma at sýna húsið.

14
Triðja Mósebók 14:37 Triðja Mósebók

Vísir tað seg nú, táið hann hyggur at plettunum, at plettirnir á veggjum húsins eru grønligar ella reydligar kullur, sum tykjast at liggja djúpari enn veggurin rundanum,

14
Triðja Mósebók 14:38 Triðja Mósebók

so skal hann fara út at durunum og út úr húsinum og halda tað læst í sjey dagar.

14
Triðja Mósebók 14:39 Triðja Mósebók

Sjeynda dagin skal presturin koma aftur og hyggja at, og vísir tað seg nú, at plettirnir hava breitt seg út um veggir húsins,

14
Triðja Mósebók 14:40 Triðja Mósebók

so skal hann geva boð um, at steinarnir, ið plettirnir eru á, skulu verða tiknir út og kastaðir út um býin á óreint stað.

14
Triðja Mósebók 14:41 Triðja Mósebók

Húsið skal verða skavað innan, alt sum tað er, og leirið, ið skavað verður burturav, skal stoytast uttan fyri býin á óreinum staði.

14
Triðja Mósebók 14:42 Triðja Mósebók

So skulu aðrir steinar verða tiknir og laðaðir uppí aftur í staðin fyri hinar, og húsið skal verða klínt við nýggjum leiri.

14
Triðja Mósebók 14:43 Triðja Mósebók

Bróta tá plettirnir út aftur á húsinum, eftir at steinarnir eru út tiknir, og húsið skavað og klínt,

14
Triðja Mósebók 14:44 Triðja Mósebók

so skal presturin koma og sýna húsið; vísir tað seg tá, at plettirnir hava breitt seg á húsinum, so er tað spitalska av ringasta slagi á húsinum; tað er óreint.

14
Triðja Mósebók 14:45 Triðja Mósebók

Tá skal húsið verða niðurrivið, grót, viður og alt leirið, og tað skal verða beint út um býin, á óreint stað.

14
Triðja Mósebók 14:46 Triðja Mósebók

Tann, ið fer inn í húsið, teir dagarnar ið tað stendur læst, verður óreinur líka til kvølds;

14
Triðja Mósebók 14:47 Triðja Mósebók

tann, ið svevur í tí, skal vaska klæði síni, og tann, ið etur í tí, skal vaska klæði síni.

14
Triðja Mósebók 14:48 Triðja Mósebók

Men vísir tað seg, táið presturin kemur og sýnar húsið, at plettirnir hava ikki breitt seg á tí, eftir at tað er klínt, so skal hann døma húsið reint; tí tá er hitt ónda burtur.

14
Triðja Mósebók 14:49 Triðja Mósebók

Tá skal hann, fyri at húsið kann verða reinsað, taka tveir fuglar, sedrisvið, skarlaksreytt tógv og isop.

14
Triðja Mósebók 14:50 Triðja Mósebók

Annan fuglin skal hann drepa yvir leirílati við vatni úr keldu ella á;

14
Triðja Mósebók 14:51 Triðja Mósebók

síðani skal hann taka sedrisviðin, isopin, hitt skarlaksreyða tógvið og hin livandi fuglin og drepa tað niður í blóð fuglsins, ið dripin er, og í keldu- ella áarvatnið, og sletta á húsið sjey ferðir.

14
Triðja Mósebók 14:52 Triðja Mósebók

Táið hann soleiðis hevur reinsað húsið við fuglablóðinum, keldu- ella áarvatninum, hinum livandi fuglinum, sedrisviðinum, isopinum og hinum skarlaksreyða tónum,

14
Triðja Mósebók 14:53 Triðja Mósebók

skal hann sleppa hinum livandi fuglinum út úr býnum og lata hann flúgva út yvir markina. Soleiðis skal hann gera bót fyri húsið; so er tað reint.

14
Triðja Mósebók 13:59 Triðja Mósebók

– Hetta er lógin um spitalsku á plaggi av ull ella av líni, ella á vovnum ella bundnum toyi, ella á onkrum, ið er av leðri – hvat tað nú vera má – lógin, ið tað skal dømast reint ella óreint eftir.“

7