mutur
23 versir um "mutur"
Versir
Síða 1 av 1Onnur Mósebók 23:8 Onnur Mósebók
Tak ikki við mutri! Tí mutur ger hin síggjandi blindan og vendir við søk teirra, ið rætt hava.
Orðtøkini 15:27 Orðtøkini
Tann, sum vinningur er alt hjá, fær hús sítt í ólag, men tann, sum hatar mutur, skal liva.
Orðtøkini 17:23 Orðtøkini
Hin gudleysi tekur gávu í loynd fyri at boyggja vegir rættarins.
Orðtøkini 17:8 Orðtøkini
Gáva er dýrur steinur í eygum hansara, sum fær hana; hvar hon so kemur, fær hon sítt fram.
Amos 5:12 Amos
Tí Eg veit, at misbrot tykkara eru mong, og syndir tykkara nógvar í tali; tit kúga hin sakleysa, taka við loysigjaldi* og boyggja í portrinum rætt hinna fátæku.
Fimta Mósebók 16:19 Fimta Mósebók
Tú mást ikki boyggja rættin, ikki gera mannamun og ikki taka mutur; tí mutur blindar eygu vísmanna og vendir søkini við hjá rættvísum.
Sálmarnir 26:10 Sálmarnir
sum hava skemdarverk í hondunum og høgru hond fulla av mutri!
Orðtøkini 21:14 Orðtøkini
Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmin blíðkar, ið hvussu illur ein er.
Prædikarin 7:7 Prædikarin
Tí óreiðiligur vinningur ger hin vísa til dára, og mutur spillir hjartað.
Fyrra Sámuelsbók 8:3 Fyrra Sámuelsbók
Men synir hansara gingu ikki í fótasporum hansara; teir lógu eina eftir egnum vinningi, tóku mutur og boygdu rættin.
Job 15:34 Job
Tí hús hins gudleysa er ófruktbart, og eldur oyðir tjøld teirra, sum taka við mutri;
Orðtøkini 10:2 Orðtøkini
Skattir gudloysis bata einki, men rættvísi frelsir frá deyðanum.
Orðtøkini 28:21 Orðtøkini
At gera mannamun er ikki gott, men mangur og ein verður brotsmaður fyri breyðbita.
Esaias 1:23 Esaias
stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.
Esaias 5:23 Esaias
teimum, sum fyri gávu geva honum rætt, ið órætt hevur, og ræna rættin frá hinum rættvísu!
Matteus 28:12 Matteus
Tá komu teir og hinir elstu saman og hildu ráð; síðani góvu teir hermonnunum nógvan pening
Matteus 28:13 Matteus
og søgdu: „Tit skulu siga: „Lærisveinar Hansara komu um náttina og stjólu Hann, meðan vit svóvu.“
Matteus 28:14 Matteus
Og skuldi landshøvdingin fingið hetta at hoyrt, skulu vit tosa við hann og stilla hann og síggja til, at tit kunnu vera tryggir.“
Matteus 28:15 Matteus
Teir tóku tá peningin og gjørdu, sum teir vóru lærdir. Og hesi tíðindi komu út millum Jødarnar – til henda dag.
Fyrra Timoteusarbrævið 6:10 Fyrra Timoteusarbrævið
Tí peningakærleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nøkur vilst frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálv við mongum kvølum.
Hebrearabrævið 13:5 Hebrearabrævið
Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: „Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær“ –
Hebrearabrævið 13:6 Hebrearabrævið
so vit kunnu siga við fríum móti: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!“
Jákupsbrævið 3:16 Jákupsbrævið
Tí har øvund er, og hugur til stríð, er óskil og alt, sum ilt er.